hósdagur 16. februar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
15
– Í Vágum løgdu tey seg beinan
vegin eftir at gera góðar umstøður
hjá barnafamiljum. Tey ásannaðu,
at nógv fóru at koyra til Havnar
til arbeiðis, men við at syrgja fyri
grundstykkjum og góðari barna
ansing, fingu tey fólk at búseta
seg í Vágum.
– Í Klaksvík løgdu tey tá størri
dent á at menna seg sum eitt
vinnupláss. Tey royndu tí at skapa
arbeiðspláss, heldur enn at stykkja
nýggjar bústaðir út og gera íløgur
í barnaansing. Har sá man tó, at
fólk fluttu úr Klaksvík og búsettu
seg hinumegin tunnilin, men
framvegis hildu fram við at arbeiða
har norðuri, sigur Dennis Holm.
– At fólk velja at búseta seg eitt
stað, er ein spurningur um, hvørji
trivnaðartilboð kommunan hevur
at bjóða. Tekur tú Eysturoynna,
Streymoynna og Vágar, so er heilt
greitt, at tey hava øll atgongd til
tann góða arbeiðsmarknaðin í
Havn, og tey koyra gjarna handan
hálva tíman eftir tí. Avbjóðingin
her í Suðuroy er, at vit eru so langt
vekk og hava ikki somu atgongd til
hendan stóra arbeiðsmarknaðin,
sigur hann.
– Skulu vit tí tosa um at flyta
arbeiðspláss fyri at skapa størv
í útjaðaranum til teirra, ið hava
hægri útbúgving, so haldi eg, at tey
størvini mugu leggjast í økjum, har
økismenningaratlit eisini verða
tikin, sigur Dennis Holm.
Annars heldur Dennis Holm,
at kjakið eigur at verða lyft upp á
eitt hægri støði um økismenning,
heldur enn einans at práta um at
flyta almenn arbeiðspláss.
– Kjakið um almenn arbeiðs
pláss er relevant, eingin ivi um tað,
men tað eru ikki almenn arbeiðs
pláss aleina, sum fara at bjarga
útjaðaranum, hóast tey sjálvandi
kunnu vera eitt gott íkast hjá
onkrum kommunum, sigur Dennis
Holm.
– At skula fara inn at kríggjast
um, hvørt Fróðskaparsetrið skal
liggja í Havn ella í Eysturoynni er
ov stutttonkt. Eg billi mær inn, at
hetta kjakið hevur sín uppruna í at
man ynskir at kjakast um menning
av føroyska samfelagnum sum
heild og tá má kjakið snúgva seg
um meiri enn almennar stovnar,
sigur borgarstjórin í Vági.
Hvussu umfordeila
vit virðini
– Ein tann størsta uppgávan hjá
einum landsstýri er at umfordeila
virðini í samfelagnum. Fyrr stuðl
aði landið flakavirkjum og fiski
skipum, soleiðis at tað vóru skip
á hvørjum firði og flakavirki á
hvørjum tanga. Seinastu árini
hava vit tó sæð eina sterka
sentralisering av hesum partinum
av samfelagnum, sigur hann.
Hendan sentraliseringin hevur
millum annað rakt Suðuroynna
hart, sigur borgarstjórin í Vági og
vísir á, at meðan tað fyri 10-12 árum
síðani vóru 10 djúptvatnstrolarar
í oynni, nú eru eini tríggir eftir. Í
Vági vóru seks skip, nú er einki
eftir, á Tvøroyri vóru sjey skip, nú
er eitt eftir og í Hvalba vóru fimm,
men eru nú trý.
– Umfordelingin, sum man fyrr
hevði, har man skapti arbeiðspláss
gjøgnum fiskivinnuna ymsastaðni,
hon er burtur. Tí mugu vit nú kjak
ast um, hvussu vit so skulu um
fordeila virðini, sigur Dennis Holm.
– Vit hava mist hendan møgu
leikan at umfordeila virðini, nú
mugu vit finna ein nýggjan. Skulu
vit skapa grunnar til at skapa
nýggjar vinnur í útjaðaranum,
skulu vit flyta arbeiðspláss út?
Vit mugu kjakast um, hvat skal
eyðkenna til dømis Suðuroynna,
Sandoynna og Vágarnar og so
framvegis um eini 15, 20 ár, nú vit
ikki longur hava eina fiskivinnu
at dúva á í hesum økjunum, sigur
Dennis Holm.
SOSIALURIN 21
Tað er harmiligt,
at kjakið nú
verður so smalt
og at tað einasta,
sum nú verður
viðgjørt, er hvørt
almennir stovnar
skulu liggja í
Havn ella ikki, og
kjakið ikki lyftir
seg víðari til
kjak um hvat vit
í veruleikanum
vilja við
staðsetingini
av almennum
stovnum«
Dennis Holm