Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON T á ið eg herfyri hevði føðingardag, ynskti eg mær avlegg jarar í føðingardagsgávu. Eg fekk nógvar, serliga nógvar Aloe Vera, so nú er mítt hús fult av Aloe Vera plantum - og tað er gott, tí eg brenni meg so skjótt av føroysku summarsólini – henni, ið fer at vera aftur, áðrenn vit fáa vent okkum. Aftur at øllum Aloe Vera- plantunum fekk eg eina turkaða kili. Turka kili er ikki beinleiðis ein avleggjari, men tó, so hevur EIN turkað kili potentiali at skapa hundraðtals nýggjar kilifruktir - og tað er meira, enn eg fái etið uppá eitt ár (ella gjøgnum alt mítt lív). Mær dámar at hava átiligar plantur í mínum vindeygakarmi - tað er bæði bíligari og um­ hvørvisvinarligari enn at flyta inn. Og harafturat, so heldur eina kili, ella ein basilikum, í vindeyga­ karminum sær betur, enn ein sum liggur í einum plastposa í køli­ skápinum. Tað er nógv, sum vit ikki fáa at vaksa úti í Føroyum, t.d. kann eg skjóta ein langan píl eftir nakrantíð at fáa artiskokkar at vaksa í garðinum, men húsini hjá okkum føroyingum eru so nógv upphitað, at tað er næstan sum í tropunum - ok, bara næstan. Men í øllum førum ger hitin inni tað møguligt at dyrka alt møguligt, ið vit annars bara kunnu droyma um at fáa at vaksa - okkara vindeygakarmar eru sum smá upphitað vakstarhús. Vit koma aftur til basilikum - tá ið tað byrjar at vára. Fyrst: Kili. Vanliga verður sagt, at kili skal plantast í desembur ella január, men her hjá norðuri í myrkrinum hjá okkum, er betur at bíða til í februar - og so ikki longur. Verður kili sátt ov seint, fær plantan ikki tíð at vaksa seg stóra, áðrenn veturin kemur, og so ber hon ikki frukt. Tað ger tó ikki so nógv, tí kiliplantan livir í fleiri ár, og ber hon ikki frukt í ár, so verður tað næsta ár. Hetta er sjálvsagt treytað av, at tú ansar væl eftir henni! Eg havi fyrr havt kiliplantur, men hvørt summar, just sum planturnar veruliga gerast vakrar og stórar, fái eg so nógv at gera á Kunningar­ stovuni, at eg gloymi tær. Eg plagi at kalla mínar plantur fyri mínar stressmátarar: tá ið tær líða, er tíð hjá mær at trekkja meg, og vera meira heima… Í ÁR verður árið, tá ið eg leggi merki til líðingina, áðrenn hon er av (t.e. áðrenn plantunar doyggja, og áðrenn eg bresti stressometrið). Soleiðis sáar tú kili, og soleiðis ansar tú plantuni: Lat meg fyrst gera hetta so einkult sum gjørligt: Tak fræ av eini kili, og pota tey niður í moldina á øðrum urtapottum - gev pottinum vatn sum vanligt, og kanska ert tú so heppin, at okkurt fræið byrjar at spíra - tá ið plantan hevur fingið tvey bløð, kanst tú flyta hana í sín egna pott (hetta triksið riggar eisni ordiliga væl við piparfrukt). Tað góða við hesi manna­ gongdini er, at tað er ikki so nógv hovasták, og kemur einki burturúr, ja, so kennist tað ikki, sum um tú hevur mist nakað. Men vilt tú vera vísari í at fáa kiliplantur, so er betur at gera soleiðis: Tak eitt fræ av eini kili og legg tað í ein pott við vátari mold. Bíða í 6 vikur, men læt ikki moldina og fræði torna - tað skal altíð vera eitt sindur vátt. Nú átti at byrja at spíra, og tín nýggja vakra kiliplanta er ávegis. - Kiliplantan kann byrja at spíra longu eftir 5 døgum, men summar koma ikki fyrr enn 5 vikur eftir, at tú sáddi fræið. Tað er ógvuliga ymiskt. Fyri at kilifræ skulu spíra krevst, at hitin í rúminum er millum 20 og 24 hitastig, tað er tað í flestu føroyskum heimum, men vilt tú tryggja teimum nóg nógvan hita, so ber til at seta pottarnar oman á radiatorin - syrg tá fyri at geva vatn væl og ofta. Preið: Klíp fyrstu 5 blómurnar av plantuni – so ger plantan eyka nógvar nýggjar blómur, og tú fært fleiri kili. LÍV Í VINDEYG – Kili, tað er nú! Preið Piparfrukt og kili eru, sum sæst, í familju. Plant­ urnar av piparfrukt ger­ ast ofta, men ikki altíð, eitt sidnur størri. Tú kanst gera tær eina (ella fleiri) piparfruktplantur á júst sama hátt sum í leiðbeiningini til kili - piparfruktin hevur tó ikki brúk fyri so nógvum hita til at spíra, so tú sleppur undan at stilla pottin á radiatorin.