hósdagur 16. februar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
17
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
AKARMUNUM
Um kilifræ:
Tað ber sjálvandi til at taka fræ av eini kili
sum tú keypir í matvøruhandlunum, og er
hetta fyrstu ferð, at tú sáar kili, so ger tað.
Men verður tú bitin av kili, og hevur hug at
royna fleiri sløg, so hava flestu nethandlar,
sum selja plantufræ, eina rúgvu av ymiskum
kilifræi til sølu.
Tey hava kili, sum er heilt milt, og kili, sum
brennur so illa í munni og hálsi, at tú heldur,
at tú fert at doyggja. Men kili smakkar ikki
bara sterkt, kili kann eisini hava nógvar aðrar
smakkir - mær dámar væl nethandilin: www.
fuglebjerggård.dk - lýsingarnar av ymisku
sløgunum av kili eru ordiliga góðar, og so
hava tey ordiliga nógv ymisk sløg.
Scoville
– ymiskar styrkir
Kili er ógvuliga ymisk í
styrki – og hóast eg í flestu
førum bara smakki OV
STERKT, tá ið eg royndar
smakki kili, so havi eg eisini
roynt ymiskar kili, ið havi
verið deiliga passaligar til
mín smakk. Tær kiliirnar eg
toli at eta, plaga at liggja um
max 10.000 Scoville. Sco
ville er stigin, ið verður
nýttur at mála styrkina í kili.
• Piparfrukt hevur
Scoville 0 - og er, sum vit
vita, als ikki sterk.
• Ein Jalapeno liggur
millum 3.500 og 10.000
Scoville.
• Ein Habanero Kili
hevur haraftur ímóti
eitt Scoville tal millum
100.000 og 350.000 - hon
er ógvuliga sterk.
• Buht Jolokia er hin
sterkasta í heiminum,
og hevur eitt Scoville
tal á ímillum 855.000 og
1.050.000.