Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 18 HALLUR AV RANA T að er vorði eitt mál í donskum politikki, at før­oyski presturin Silas Olof­son í síðstu viku varð afturhildin á flogvøllinum í Istan­bul og útvístur úr Turkalandi við grundgevingini, at hann var ein hótt­an móti trygdini í landinum. Limirnir í danska fólka­ting­in­ um fáa nevniliga høvi at siga sína hugsan um málið eftir, at Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóð­ veldi, hevur heitt á danska utt­an­ rík­is­ráðharranum Anders Samuel­ sen um eina skrivliga frágreiðing um málið. Føroyski fólkatingsmaðurin hev­ur ítøkiliga spurt danska utt­ an­ríkisráðharran um hann hev­ur fing­ið nakra kunning um út­vís­ing­ ina av føroyska prest­in­um, og um danska stjórnin hevur ætlanir um at seta nøkur stig í verk móti turk­ isku stjórnina fyri viðferðina av før­oyska prestinum, ið er danskur stats­borgari. Tað kann tó ganga ein løta áðr­enn Magni Arge fær svar, tí sambært Kristeligt Dagblad, so er And­ers Samuelsen í løtuni burt­ur­staddur í feriu. Danska blað­ið kann tó upp­lýsa, at utt­an­ ríkis­pol­it­iski fram­søgu­mað­ur­in hjá stjórnarflokkinum Venstre, Michael Aastrup Jen­sen, er samd­ ur við føroyska fólka­tings­mann­ in­um. – Vit tosa her um eitt mál, ið varp­ar ljós á tí neiligu gongd, ið vit síggja í Turkalandi. Vit mugu kunna krevja, at turkiska stjórnin kem­ur við eini betri frágreiðing á burt­ur­vísingini enn ”trygdin hjá rík­in­um”, sigur Michael Aastrup Jen­sen við Kristeligt Dagblad. Um so er, at Anders Samuelsen er samdur við føroyska fólka­tings­ mann­in­um og framsøgumannin­ um hjá Venstre í uttanríkismálum, so verður málið um føroyska prest­ ur­in lyft upp á altjóða støði, tá danski uttanríkisráðharrin vendir sær til turkiskar myndugleikar fyri at fáa greiðu á hendingini síðsta mánadag. Føroyingar eru hjálparleysir Meðan tað er væl møguligt, at danskir myndugleikar fara inn í málið, so eru føroyskir mynd­ug­ leik­ar hinvegin púra hjálparleysir í mál­inum um føroyska prestin, ið varð noktaður atgongd til Turka­ lands. Poul Michelsen, føroyski starvs­ fe­lag­in hjá danska uttanríkisráð­ harr­an­um Anders Samuelsen, sig­ur nevniliga, at føroyska utt­an­ rík­is­ráðið einki kann gera í slíkum mál­um, annað enn at biða danskar mynd­ugleikar um hjálp. – Vit eru í tí støðu, at um hann var í neyð, so høvdu vit kunna sett okkum í samband við dansk­war myndugleikar og biði teir fari inn í málið. Men at fara beinleiðis inn í málið og gera okk­ ara ávirkan galdandi, tað hava vit ikki møguleika til, sigur Poul Michel­sen. Manglandi heimild Hóast vit hava eitt føroyskt utt­ an­rík­is­málaráð, so er her talan um eitt mál, ið enn ikki er yvirtikið av føroyskum myndugleikum. Tí­skil er øgiliga avmarkað hvørjar heim­ ild­ir føroyskir myndugleikar hava á økinum. – Tað nyttar ikki, at vit blanda okk­um uppí, tí vit fáa ongar upp­ lýs­ing­ar ella annað innlit í málið utt­an tað, ið viðkomandi sjálvur sig­ur. Tað einasta vit kunnu gera er, at um hann ynskir hjálp, so høvdu vit sett okkum í samband við danskar myndugleikar, og fing­ið teir at hugt eftir málinum, vísir Poul Michelsen á. Landsstýrismaðurin við­gong­ ur, at í einum slíkum máli sum hes­um, so hava føroysku fólka­ tings­limirnir betri møguleikan fyri at ávirka málið enn føroyskir mynd­ug­leikar. – Vit sleppa hvørki inn í mál­ ið ella fáa tað lýst av donsk­um mynd­ugleikum. Sum fólka­tings­ maður kann Magni Arge fara inn og spyrja, men sum umsiting kunnu vit ikki gera tað sama, tí vit vita ikki hvat málið snýr seg um og fáa heldur einki innlit í tað, tí tal­ an er um trúnaðarupplýsingar, ið danir ikki ynskja at útflýggja okk­ um, sigur Poul Michelsen. Kenna einki til málið Uttanríkispolitiska støðan hjá Før­oy­um í danska kongaríkinum hev­ur eis­ini við sær, at før­oyska Utt­an­rík­is­ráðið ikki ger stór­veg­is í slíkum málum uttan so, at føroy­ ing­ar sjálvir seta seg í samband við føroyska Utt­an­rík­is­ráðið. – Hetta málið er mær púra ókent. Eg skal ikki útiloka, at eitt em­bæt­is­fólk hevur tað um hendi, men tað er ikki vorði eitt politiskt mál, ið eg eri vorðin ein partur av. Utt­an­rík­is­ráðið tekur nevniliga eingi inia­tiv í slíkum málum. Tað merk­ir tó ikki, at vit ikki hjálpa, um vit fáa eina áheitan. Tá før­oy­ ing­ar koma í neyð, sum t.d. í yvir­ gangs­álopinum í Brússel í mars 2016, so royna vit at hjálpa og tosa við viðkomandi, greiðir Poul Mich­ el­sen frá. Alt í alt metir lands­stýr­is­mað­ ur­in í uttanríkismálum, at trý slík mál hava verið aktuell í hansara tíð sum landsstýrismaður, og har loysnin hevur verið, at føroyskir mynd­ugleikar hava vent sær til dansk­ar myndugleikar um hjálp. Landsstýrismaðurin í utt­an­rí­k­ is­málum e­r tó alt annað enn nøgd­ ur við støðuna, og ger eisini greitt, at her er talan um eitt málsøki, ið før­oyingar eiga at yvirtaka. – Hetta er eitt av teimum máls­ økj­un­um, ið vit ynskja at yvirtaka, so vit kunnu taka ábyrgd av tí, so vit kunnu ávirka slíkar støður og kunnu taka nøkur stig at loysa tær. Men soleiðis sum landið liggur nú, so samráðast vit um yvirtøkuna, og mugu bara fyrihalda okkum til tær reglur, ið galda á økinum. Útvístur úr Turkalandi Málið um føroyska prestin Silas Olofson, ið varð steðgaður á veg inn í Turkalands, afturhildin, útsettur fyri tortur og útvístur, verður møguliga tikið upp á hægsta stigi. Føroyskur fólkatingslimur fær nevniliga stuðul til, at málið verður reist við turkiskar myndugleikar, men føroyskir myndugleikar eru fullkomiliga hjálparleysir. Talan er um trúnaðarupplýs­ ingar, ið danir ikki ynskja at útflýggja okkum Hetta er eitt av teimum málsøkjunum, ið vit ynskja at yvirtaka, so vit kunnu taka ábyrgd av tí, so vit kunnu ávirka slíkar støður og kunnu taka nøkur stig at loysa tær. KANN GERAST POLITIKKUR