Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 19 At fara beinleiðis inn í málið og gera okkara ávirkan galdandi, tað hava vit ikki møguleika til Føroyski presturin Silas Olofson, ið seinastu árini hevur búð saman við familju síni í turkiska høvuðsstaðnum Ankara, har hann hevur havt sítt virki í eini kirkju og millum flóttafólk, varð mánadagin afturhildin á flogvøllinum í Istanbul, tá hann royndi at koma inn í landið. Í eitt samdøgur var føroyski presturin afturhildin í turkiska flogvøllinum, meðan hann varð avhoyrdur og at enda stongdur inni í ein kliva í umleið sekstan tímar. Við Sosialin upplýsti presturin, at ein sálarfrøðingur hjá Nordisk Krisehjælp metti, at hann varð útsettur fyri tortur í Turkalandi. – Hann upplýsti, at sambært Amnesty International, so er viðferðin, ið eg fekk í Turkalandi, definera sum tortur. Hetta tí ein grundleggjandi menniskjaligur tørvur varð tikin frá mær, tá eg ongan møguleikan hevði at samskifta við nakran, fekk ongan svøvn, fekk líti av mati og onga kunning um hvat hendi, segði Silas Olofson við Sosialin mánadagin. Næsta dagin setti turkiskir myndugleikar føroyska prestin umborð á eitt flogfar til Keypmannahavn, og handaðu hann til danskar myndugleikar við skjølum, ið staðfestu, at hann varð noktaður atgongd til Turkaland fyri lívstíð, tí hann var ein hóttan móti trygdini í landinum. Hetta er málið: ALTJÓÐA Ávirkar ikki handilssáttmálan Hóast føroyingar ikki hava møgu­ leik­an at fara inn í ítøkiliga málið, so samtykti Føroya løgting 12. apríl 2014, við 30 atkvøðum fyri og 2 atkvøðum ímóti, eitt uppskot frá landsstýrismanninum í Utt­an­ rík­is- og Vinnumálum, um at seta í gildi ein handilssáttmála millum Turka­land og Føroyar. Landsstýrismaðurin er tó skjót­ ur at vísa á, at viðferðin av før­ oyska prestinum í síðstu viku ikki far avleiðingar fyri hand­ils­sátt­ mál­an, tí hann slett ikki er sett­ur í verk enn. – Handilssáttmálin millum Før­ oy­ar og Turkaland er ikki settur í gildi enn. Løgtingið hevur góðtikið hann, men tað er hann ikki í Turka­ landi, har hann er millum fleiri onnur mál, ið bíða eftir at skulu leggjast fyri turkiska tingið. HALLUR@SOSIALURIN.FO