Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 20 H andritið hevur verið í privatari ogn hjá bóka­samlara í nógv ár og ligg­ur í einum húsa, sum er gjørd­ur til endamálið. Tað er væl varð­veitt og í sera góðum standi. Skaldsøgan er liðug, rættlisin og gjørd klár til útgávu, men hon varð ong­an­tíð útgivin. Handritið er mask­in­skrivað og er 390 bløð til longd­ar. Fremst liggur tittulblaðið við heit­inum Den yderste tid, og tað er skriv­að við blýanti. Handritið er skrivað við gjøgn­ um­s­lagi, so tað kunnu finnast fleiri ein­tøk, men tað er óvist. Tað hoyrir við til søguna, at Landsbókasavnið seinni í 2016 eisini fekk eitt ljósrit av hand­rit­inum frá Føroysku sendi­stov­uni í London. Bergur Djurhuus Hansen er ein­asti føroyingurin, ið hevur lisið hand­ritið, og sum skilst, minnir hend­an skaldsøgan um aðrar skald­søgur hjá William Heinesen. Hann hevur fortalt, at skaldsøgan fer fram í einari føroyskari bygd í tíð­ini millum kríggini – í 1920’unum ella 1930’unum – og bygdin eitur Tyr­ilds­fjord, og liggur á einari oyggj, sum eitur Hermansø. Hetta er ein kollektivskaldsøga, og tað er bygdin, sum verður lýst. Tó so – onkrir av persónunum í søguni hava størri leiklut enn aðrir, og í mið­depl­in­um er ein einkjumaður Peter bager, sum er blivin um­vend­ ur og hevur hug at skifta ímillum ym­isk­ar vekingarrørslur, ið komu til bygdina. Hóskvøldið fer Bergur Djur­huus Hansen at fortelja um skald­søg­una og lesa eitt sindur upp úr henni. Men hví kom skaldsøgan ong­ an­tíð út? William Heinesen var í fyrstu at­løgu nøgdur við skaldsøguna og royndi at fáa bókina útgivna, men hann broytti meining. Hann hevði frammanundan givið út skaldsøguna Blæsende gry (1934), men tann bókin fekk ikki góð um­ mæli, og William Heinesen var ikki sjálv­ur nøgdur við hana heldur. Í brævi til Jørgen-Frantz Jacobsen, dag­fest 21.9.1937, skrivar hann: ”Min start som romanforfatter fandt sted under forhold, der vist­ nok i nogen grad har været kunst­ nerisk prostituerende.. Et fæno­men som en succesroman var mig hjerte­ ligt ligegyldigt lige op til mit 32. aar. Da hændte det maaske skændige, at jeg fölte mig tilskyndet til at göre et forsög paa at slaa ind paa et rent for­ fat­ter­levebröd. Man stod jo der og havde bygget et dyrt hus og stiftet fami­lie. Det er desværre den ramme sand­hed, at det var med denne bag­ tanke jeg tog fat paa Blæsende gry.” Úr sama brævi framgongur at hann betur nøgdur við Den yderste tid, og at hann ætlar sær at royna at fáa hana útgivna: ”Under alle disse prosaforsög skete der det, at min beundring for roma­ nen som kunstnerisk genre begyndte at vaagne. I Den yderste tid har jeg ind­digtet en god del af ”mig selv”, der er mere af en konfession i den end i de andre prosaböger (Baalet var jo det rene artisteri!), og den er end­da baade af en vis spænding og komposition. At hr. Gyldendal me­ ner, den ikke vil naa ud til det brede publikum beror paa at den for en stor del handler om religion. … Jeg ag­ter at udsende den – dog ikke i aar, men det skyldes den omstændighed, at jeg ved at gense manuskriptet … fandt at der kunde foretages vis­se kompositionelle og sproglige for­ bed­ringer (intet under – bogen, 200 sider stor, blev saa at sige skrevet i Marts-April).” William Heinesen broytti tó hugs­an. Fyri tað fyrsta tí at Harald Grieg, stjóri í Gyldendal Norsk For­ lag, ráddi honum frá at geva bókina út. Og fyri tað næsta tí hann sjálv­ ur helt, at bókin var ov tung í søgu­ gongdini, og hann væntaði ikki, at bókin fór at selja. Hetta fram­gong­ ur í brævi, sum William skrivaði til Christian Matras árið eftir, dagfest 2. feb. 1938: Den yderste tid kunde som bekendt væ­re kommet ud hos Munksgaard i ef­ter­aaret, men jeg trak den til­bage … fordi det af direktör Griegs ud­ta­ lel­ser (som jeg lægger en del vægt paa) syntes at fremgaa at den ikke Søgan um skaldsøguna Den yderste tid Tá mentanarvirðislønir landsins vóru handaðar fyri einum ári síðani, varð ein heilt serlig gáva latin Føroya fólki. Á hátíðar- ­haldinum í orðurlandahúsinum varð nevniliga avdúkað, at Mentamálaráðið hevði keypt handritið til óút­givnu skaldsøguna Den yderste tid eftir William Heinesen, og hand­ritið varð síðani latið Søvnum Landsins og Landsbókasavninum. Tíðargrein eftir William Heinesen Mentamálaráðið hevði keypt handritið frá einum føroyskum privatpersóni, Petur Juul Samuelsen, sum hevði keypt tað frá danska auktiónshúsinum Bruun- Rasmussen í 2012. Hann helt tað vera spell, at ein slíkur mentanarligur dýrgripur skuldi enda á fremmandum hondum, og tí ognaði hann sær handritið fyri 114.000 krónur. Vígdis Bjarnadóttir bókavørður