Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 21 vilde kunne opnaa noget salg. Nu­ vel, jeg følte selv, at han havde ret: bo­gen er meget ”speciel”. Den er et stu­die i sekterisk religionspsykologi (ad­ven­tis­ter) og tung i handlingen, og jeg er for længst blevet led ved at skrive böger, ingen gider læse. (Den dunkle sol solgtes i Danmark i 19 exemplarer, her­hjemme i 4!). Tað er tó nakað sum týðir uppá at William Heinesen ikki gav upp bein­anvegin. Á tittulblaðnum er hand­ritið dagfest 1937, men síðani er dagfestingin strikað og rættað til 1941, og hetta bendir á, at hann hev­ ur arbeitt við skaldsøguni í nøkur ár, men hann valdi so ongantíð at geva hana út. Skaldsøguroyndir Williams í 1920’unum og 1930’unum William Heinesen gjørdi fleiri skald­søguroyndir í 1920’unum og 1930’unum, sum ikki eydnaðust so væl. Blæsende gry kom út, men var eitt fíggjarligt vónbrot. Og hann skrivaði fleiri aðrar, sum blivu koll­dømdar, og tískil ongantíð komu út. Tað vóru ringar tíðir í Føroyum í 1930’unum, og William og Elisa høvdu bygt húsini á Varðagøtu, og tey fingu tríggjar synir í 1930’unum. Willi­am hevði ikki ráð til fleiri fíggj­ar­lig vónbrot, sum Blæsende gry hevði verið. Hann slapp sær av við nógv av tí tilfarinum, sum hann ikki var nøgdur við, og eitt dømi um tað er óútgivna skaldsøgan Den grønne skonnert – hana sleppa vit ong­an­tíð at lesa, tí einki eintak er til longur. Onkur óútgivin skaldsøga hjá honum er tó á Kongaliga bóka­ savnin­um – t.d. skaldsøgan Baalet, sum eisini verður umrødd í bræv­ in­um omanfyri. Og nú hava vit so fingið Den yderste tid á Lands­bóka­ savn­ið. Bókmentafrøðingar hava áhuga í at granska í handritum, og hyggja eftir hvussu tey eru í ætt við restina av rit­verkinum. Eitt handrit sum Den yderste tid og onnur óútgivin verk kunnu hava stóran týdning fyri bókmentagranskingina av saml­aða ritverkinum. Á bókmentatiltakinum á Lands­ bóka­savn­inum hósdagin fer Bergur Rønne Moberg at siga frá stríð­num, William Heinesen hevði í 1920’unum og 30’unum at gerast við­ur­kendur skaldsøguhøvundur. Landsbókasavnið takkar fyri gávuna Brøvini, ið endurgivið verður úr om­an­fyri, eru goymd á Kongaliga bóka­savn­inum í Keypmannahavn, og Lands­bókasavnið hevur fingið ljós­rit av báðum brøvunum, sum verða víst fram á framsýningini um William Heinesen á Lands­ bóka­savninum. Størsti parturin av hand­rit­un­ um eftir William Heine­sen eru í varð­veitslu á Konga­liga bóka­ savn­in­um í Keypmanna­havn, so Lands­bókasavnið hevur ikki so nógv av upp­runa­til­fari hansara. Tí er tað rættiliga áhugavert og virð­is­mikið, at vit nú hava fingið hetta bókmentaverkið á føroyskar hend­ur. Landsbókasavnið vil tí – við til­tak­inum 23. februar – takka fyri gávuna og bjóða øllum til eitt áhugavert tiltak við fyrilestrum, upplestri úr handritinum, tónleiki og framsýning um lív og verk Willam Heinesens. Umframt at Landsbókasavnið hevur gjørt eina framsýning, so verða eisini hópin av keipumyndum eftir Willi­am Heinesen at síggja á Lands­bókasavninum hetta kvøld­ið. Í fjør var framsýningin ”Hampafólk í Havn” við keipu­ mynd­um Williams í Smiðjuni í Lítlu­vík, og tær myndirnar hev­ur Lands­bókasavnið lánt frá Tórs­ havn­ar kommunu og hongt upp ymsa­staðni á Lands­bóka­savn­ inum. Tiltakið er alt ókeypis, og fram­ sýningin verður hangandi kom­ andi vikurnar aftaná. William Heinesen gav í alt sjey skaldsøgur út, og allar eru tær víðagitnar og týddar til nógv mál: 1934: Blæsende gry 1938: Noatun 1949: Den sorte gryde 1950: De fortabte spillemænd 1952: Moder Syvstjerne 1964: Det gode håb Skrá • Sámal Tróndur Johansen: Vælkomin • Rigmor Dam: Um hvussu handritið kom Landsbókasavninum í hendi • Bergur D. Hansen: Um skaldsøguna og upplestur úr henni • Bergur Rønne Moberg: Um skaldsøgur og skaldsøguroyndir Williams í 1920’unum og 30’unum • Stanley Samuelsen syngur og spælir Landsbókasavnið bjóðar drekkamunn. Høvi verður at hyggja at framsýning um lív og verk William Heinesens Bæði upprunahandritið og ljósritið eru skrásett, og verða varðveitt á goymsluni á Landsbókasavninum. Enn er tilfarið ikki alment atgeingiligt.