Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 22 ÁRNI GREGERSEN F yri 11. ferð var fiski­vinnu­ ting á Torradøgunum í Klaksvík, men neyvan nakrantíð fyrr hevur polit­ iska skipanin verið so ókonkret sum í ár. Svarini frá floksformonnunum vóru á fundinum meira ullint í kantunum og varisligari enn tey hava verið hini árini. Kortini kom greitt fram, at tað er ísakalt millum samgonguna øðrumegin og Fólkaflokkin og Nýtt Sjálvstýri. Hvørgin av teimum báðu flokkunum vildu yvirhøvur tosa um, at uppboðssøla skal vera partur av komandi skipanini. Men eisini Bárður Nielsen, Sam­ bandsflokkurin, brúkti tíð uppá at greiða frá teimum vansum ein uppboðssøla fer at hava fyri vinn­ una. – Onki er at ivast í, at landskassin fær nógvar pengar inn fyrsta árið og møguliga eisini eitt ella tvey ár afturat, men so minkar tað, tí fyri vinnuna fer hetta ikki at hanga saman. Og so er onki vunnið, segði Bárður Nielsen. Hann segði tó eisini, at flokkurin kann ganga við til at eini fimm til 10 prosent kunnu seljast um eina uppboðssølu, tá ið talan er um nýggj ella óbrúkt rættindi. Nógv fólk At áhugin fyri fiskivinnuni er stórur sást aftur at talinum av áhoyrarum á fiskivinnutinginum. Svongdin eftir at fáa at vita, hvat hendir á nýggjárinum er ómetaliga stór. Sjálvandi fyrst og fremst fyri fólk úr vinnuni, men eisini millum fólk við vanliga stórum áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, og formaðurin í Sam­ bandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, vóru teir við pallborðið, sum fingu flestu spurningarnar úr salinum. Teir sita báðir við tí vitan sum er, um hvussu langt samráðingarnar eru komnar og hvat semja er um, men teir høvdu frammanundan avtalað, onki at siga um aktuellu samráðingarnar. Og júst hendan avtalan skuffaði áhoyrarnar. Tey høvdu roknað við at fáa okkurt at vita um, hvussu støðan er júst nú og um ábendingar eru um eina semju. Eitt annað var, at bæði hinir politikararnir við pallborðið og áhoyrarnir royndu at fáa at vita, hvat tað er sum samgongan ætlar at gera. Tey vildu fegin vita, hvat tað var fyri úrslit landsstýrismaðurin og samgongan vilja koma til. Øll vita at tað eru nakrir fáir dagar eftir til 28.februar, tá ið uppskotið skal latast umsitingini í Løgtinginum. Talan er um eina stóra broyting fyri føroysku høvuðsvinnuna. Har eru nógv mál at taka støðu til og summi av teimum skapa ikki tær stóru ósemjurnar. Men praktiskt skal lógin gerast. Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður, hevur sagt, at umsitingin í fiskimálaráðnum, samstundis sum samráðst verður, arbeiðir við at tilevna teir partar í lóggávuni, sum semja er um Vilja hava vitan Torradagar eru í Klaksvík og tá er siðvenja, at eitt pallborð er Hóast tíðin rennur undan við nýggju fiskivinnuskipanini, so hómaðist ongin semja millum floksformennirnar á fiskivinnutinginum í Klaksvík LÆSTIR FLOKSFORMENN FISKIVINNUTING Sum altíð var áhugin fyri pallborðinum um fiskivinnu stórur á Torradøgunum. Eisini mikukvøldið var Miðhøllin stúgvandi full Jørgen Nicalasen, Fólkaflokkurin: Ikki ein stert á uppboðssølu. Tað er okkara greiða svar uppá tann spurningin Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin: Fimm til 10 prosent á uppboðssølu. Og tá er talan um nýggj ella óbrúkt rættindi Aksel V. Johanne­ sen, Javnaðar­ flokkurin: Kann ikki siga, hvussu mong prosent tað verður. Tað er nógv annað, sum eisini kann broytast Jógvan Skorðheim, Nýtt Sjálvsstýri: Verður ikki ein møguleiki. Tað boðaðu vit frá, tá ið vit vóru partur av samgongu­ samráðingunum Hvussu stórur partur av rættindunum skulu um eina uppboðssølu um 10 ár?