hósdagur 16. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
23
Á FISKIVINNUTINGINUM
um fiskivinnuna. Seinastu árini
hevur orðaskifti verið hvst og
bítandi og fleiri flokkar hava verið
frammi við hugskotum um, hvussu
fiskivinnan skal skipast.
Hesaferð eru samráðingarnar
í gongd og tær nærkast einum
evstamarki. Millum tey sum
spurdu, kendist, at tey enn ikki
hava nakra vitan um, hvørjum
samráðingarnar fara at enda við.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum
hoyrdi í orðaskiftinum ikki saman
við Fólkaflokkinum og Nýggjum
Sjálvstýri, men so heldur ikki
saman við samgonguni.
Uppá spurningin um, hvat
Miðflokkurin vildi, segði hann,
at flokkurin fegin vil samráðast
um fiskivinnuna, men at hann
afturfyri krevur at gerast partur av
samgonguni, so flokkurin annars
kann taka lut í øllum tí politiska
arbeiðnum.
Beinleiðis spurdur um hetta
hevði nakað við broytingarnar í
hjúnabandslógini at gera svaraði
formaðurin í Miðflokkinum:
– Ja, sjálvandi og tað undrar
okkum nógv, at 17 atkvøður kundu
broyta grundleggjandi viðurskifti í
okkara samfelag. Tá var ikki tosað
um eina breiða semju, men tá ið
tað er fiskivinnan, tá skal ein breið
semja til.
Millum teirra sumhnøvdu við
merkingar úr salinum var Mortan
Johannesen, skipari og eigari av
Enniberg:
– Tit tosa allatíðina um ogn
Føroya fólks. Eg kann bara vísa á,
at tá ið vit í áttati-árunum fiskaðu
saman við skipum úr gamla Sovjet,
tá undraðust norðmenn á, at vit
megnaðu at fiska munandi meira
enn russarnir. Teir fiskaðu tá av
fólksins ogn og høvdu ikki fyri
neyðini at skunda sær ella dríva. Eg
sigi bara, at gera tit tað sama her
hjá okkum, so verður ein galin endi.
Landsstýrismaðurin Høgni
Hoydal svaraði aftur, at soleiðis
fer tað ikki at vera.
– Tilfeingið er fólksins ogn,
men tann sum fiskar fiskin eigur
fiskin. Tað vil siga tað sama sum,
at skipini hava ein brúksrætt, men
ongin privatur eigur nakrantíð at
sleppa at eiga fiskin, sum svimur í
sjónum, segi Høgni Hoydal.
Samanumtikið
Fundurin í Klaksvík savnaði sum
vanligt ein hóp av fólki, bæði
lokalum og aðrastaðni frá.
Umboð fyri áhugabólkar í
vinnuni vóru á staðnum, men eins
og vanligu áhoyrarnir vóru tey
skuffaði yvir, at onki nýtt kom
fram í samráðingunum.
Flestu høvdu væntað, at sam
ráðingarmennirnir fóru at gloppa
hurðini eitt sindur og siga, hvussu
langt teir eru komnir, men so
var ikki. Við øðrum orðum hevur
vinnan og áhuga somu vitan um
hvat hendir, sum tey høvdu undan
fundinum í Klaksvík.
Í dag er fríggjadagur og longu
týsdagin um 10 dagar skal um
sitingin í Løgtinginum hava eitt
uppskot, um tað skal hava viðgerð
í hesi tingsetuni.
Høgni Hoydal hevur sagt, at
uppskotið verðurlatið tinginum
áðrenn seinastu frreist, men vert
er at hava í huga, atatkvøða 17
tingfólk fyri, so ber til at leggja
eitt uppskot fram eftir at freistin
er farin.
Landsstýrismaðurin hevur
verið so mikið fastur í orðum, at
seinasta freist skal virðast, so í
verueikanum hevur hann tíð at
arbeiða víðari og taka eina avgerð
til týsdagin um 10 dagar klokkan 14.
Motan Johannesen, reiðari , helt lítið um hugtakið "fólksins ogn" og
vísti til sínar royndir saman við sovjettiskum skipum í áttati-árunum
Jóan Pauli í Geil luttók aftur í ár í
orðaskifinum. Hann vildi vita, hví
Vestmanna fiskavirki hevur fingið
eina kvotu. Og so legði hann afturat,
at exel-ologarnir í Havn als ikki
hava nakra vitan um fiskivinnuna.
»Høgni Hoydal hevur hóast alt
roynt tað« segði Jóan Pauli í Geil
Myndir: Dávur Winther
Høgni Hoydal,
Tjóðveldi:
Eg viil ikki siga, hvussu
nógv skal yvir upp
boðssølu. Kann ikki
leggja prosent fram
her, meðan vit eru
í samráðingum
Poul Michelsen,
Framsókn:
Alt á uppboðssølu –
flytur seg gjøgnum
árini og tá ið nøkur
ár eru farin, so
hevur alt verið
gjøgnum mylluna
Jenis av Rana,
Miðflokkurin:
Onki skal á
uppboðssølu –
uttan møguliga
nýggjar kvotur