Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 24 0 10 20 30 40 50 60 70 2011-12 2012-13 2013-14 2014-15 2015-16 Bara tillutaðum Við umsettum 0 1000 2000 3000 4000 5000 6000 7000 8000 2011-12 2012-13 2013-14 2014-15 2015-16 Brúktir dagar Óbrúktir dagar 0 1000 2000 3000 4000 5000 6000 7000 8000 2011-12 2012-13 2013-14 2014-15 2015-16 Egið brúk Umsettir dagar Óbrúktir dagar Tíðargrein Jóan Pauli Poulsen handilsskúlalærari Keyp og søla av rættindum í verandi fiskidagaskipan F iskiveiði krevur sum vera man atgongd til kapital og manning eins og atgongd til fiskigrunnarnar. Kapital­marknaður og arbeiðs­ marknaður finnast, men atgongd til fiskigrunnarnar fæst ikki við marknaðarkorum, og kortini... Upprunaliga atgongdin til fiski­ veiði varð lutað út á tann søguliga flotan, sum tilvildarliga hóraði undan húsaganginum í 1990’unum. Í hesum flota, ið var fyri hond við stødd, teknologi og aldursbýti, fekk hvørt skipið tillutað eitt varandi veiðiloyvi, sum enn er fyritreyt fyri at fáa lut í teimum árligu fiski­loyvunum. Veiðiloyvið, sum er óloysi­liga knýtt at skipinum, ikki at eigaranum, hevur tí eitt kapital­virði, sum í 2011-13 ætlandi liggur um 14% av skipsvirðinum í feskfiskaflotanum. Veiðiloyvi eru sostatt í roynd og veru atkomilig á einum gráum kapitalmarknaði. Hevði reiðarin í staðin fingið veiði­ loyvið beinleiðis tillutað til døm­is við festibrævi, hevði eitt nú út­skift­ ingin av skipum verið tað títtari, og ampin av fremmanda kapitali í veiðiloyvum hevði verið burturi. Við soleiðis ‘løggildum’ skipi í ogn fær reiðarin fiskidagar at umsita vegna Fiskivinnumálaráðið. Umsitingarhættirnir av fiskidøgum eru tvinnir. Tann siðbundni hátt­ urin einans at halda seg til tillut­ ing­ina er annar. Hin er bara fyri ein part at fiska sjálvur fyri so at selja teimum avlopsdagarnar, ið keypa fiskidagar oman á eina tepra tilluting. Báðir partar fáa soleiðis hvør eftir øðrum lagað tillutingina eftir virkseminum. Eisini eru teir, sum bæði selja og keypa fiskidagar og sostætt kunnu í bráðskundi finna saman at laga loyvini eftir broyttum umstøðum í fiskiárinum. Niðanfyri eru skipini við fiski­ loyvi á innaru leið sett upp móti hvørjum øðrum eftir umsitingar­ hátti. Sum kunnugt hevur skipa­ talið yvirhøvur verið fallandi hesi seinastu 5 árini (úr 105 niður á 82 skip, bólkur 5 er ikki við). Men sum myndin vísir, er tilgongdin ikki samfallandi. Soleiðis er talið á skipum, sum einans halda seg til tillutingina økt fram til 2013-14, fyri síðan at minka munandi. Beint øvut taka skipini, sum um­seta fiskidagar, til í tali eftir fallið fram til 2013-14, men koma tó ikki á sama støði sum í 2011-12. Soleiðis sæð er ikki bara talan um eitt til­vildarligt tíðarrák móti færri fiski­skipum, men um eina tilætlaða bygn­aðar­ broyting í veiðiloyvum eins væl og í umsitingini av fiskidøgum. Sí talvu Kanna vit nærri, hvussu tillutingin av fiskidøgum verður umsitin, sæst niðanfyri at tey skip, ið siðbundið halda seg til tillutingina, brúka bara eina góða helvt av tillutaðu fiskidøgunum. Hví so man vera, er ikki greinað her, men tað lága virk­semið skyldast neyvan sjálvari tillutingini til hesi skipini. Sí talvu Tey skipini sum harafturímóti selja og keypa fiskidagar, sýnast at vera virknari mált við javnt fá­ um óbrúkt­um døgum. Og tað var at vænta al tann tíð, at ein fittur part­ur av tillutingini skiftir hendur um ein gráan fiskidagamarknað, ið sjálvboðin er frambrotin fyri at allokera eina óneyva tilluting út á ymis­lig virkis- og fiskievni í flot­anum. Skulu atlit havast at stovns­røkt á innaru leiðum, sum allir nú svørja fyri, fær ein fiski­daga­mark­naður óivað ein størri leik­lut í allokering­ini av skerdum fiskidøgum. Sí talvu Við hesum er víst á, at tvinnir rættindamarknaðir virka í verandi skipan. Annar har yvirskipað veiði­ rættindi heft upp í sjálvt vinnu­ tólið verða keypt og seld í og við at ‘løggild’ skip verða handlað. Hes­in háttur seinkar búskaparliga endur­ nýgging av flotanum og savnar rættindini á alsamt færri hendur. Hóast henda skipan leingi hevur verið til alment forargilsi, vilja keyparar treyðugt og hvaðna minni seljarar lata hana av hondum. Men uttan fiskidagar eru veiði­rættindi bert eitt eiti. Rætt­ inda­marknaðurin, har fiskidagar verða handlaðir til fyrimunar fyri dugandi menn og sum fer at vinda uppá seg, tá neyðugar skerjingar av virkseminum á innaru leið koma fyri, leggur beinleiðis upp til eina uppboðssøluskipan. Men onk­ursvegna er semja um ikki at taka verandi umsetning av fiski­ døgum upp á tunguna í tí annars harðmælta kjakinum um nýskipan. Tórshavn, 11.februar 2017. Tíðargrein Tillutingin býtt í brúktar og óbrúktar dagar hjá skipum uttan umsettar dagar Talið á skipum/veiðiloyvum á innaru leið, fiskiárini 2011-12 til 2015-16. Tillutingin býtt á egið brúk, umsettar dagar og óbrúktar dagar