Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 26 Stuðul til grønmetis framleiðslu Stuðul til grønmetisframleiðslu verður veittur sambært Løgtingsfíggjarlógini fyri 2017. Stuðul verður veittur til verkætlanir og royndir við føroyskari grønmetisframleiðslu. Fyri at fáa stuðul í 2017 skal umsóknarblað fyllast út. Umsóknarblaðið kann takast av heimasíðu Búnaðarstovunar www.bst.fo. Síðsta freist at søkja er hin 27.02.2017. Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20 T-post: bst@bst.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Thórunn Sørensen, V. U. Hammershaimbsgøta 10, 100 Tórshavn, fødd tann 21. august 1944, deyð tann 15. januar 2017, og fyrr deyða hjúnarfelaga Søren Pram Sørensen, deyður tann 12. juli 2011, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, postboks 85, 110 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 18/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. februar 2017 Frá S & K felagnum Aðalfundurin felagsins verður í húsinum hjá S & K felagnum, Traðarvegur 20, FO – 100 Tórshavn, leygardagin 4. mars 2017 kl. 19:00 Dagsskrá sambært lógum felagsins 1. Frásøgn formansins frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar 3. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4. Innkomin uppskot 5. Ymiskt Eftir fundin bjóðar felagið til ábit Nevndin í S & K felagnum TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Lón, Gerðisvegur 26, 600 Saltangará, skrás.nr. 3110, sks.nr. 3-21/2016, verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 17. mars 2017, kl. 10.30, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til ískoytisroknskap og útluting við eini ískoytisdividendu (býtispeningi) á 8,89 % til vanlig krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skriv- stovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av rokn skapi- num, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 14. februar 2017. Stovnandi aðalfundur av Veteranfelag Allir føroyskir veteranar verða hervið bodnir til stovnandi aðalfund av einum føroyskum veteranfelag. Fundurin verða á Hotel Hafnia 18. februar kl. 15 Av tí at okkurt verður til matna aftaná, verða luttakarar bidnir at melda seg til á telefon 210405 ella umvegis vangan á Facebook. Fyrireikararnir Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum frá 15. juni 2017 til 31. august 2017 í skiftandi vaktum Søkt verður eftir: • Sjúkrarøktarfrøðingum • Heilsurøktarum • Heilsuhjálparum • Reingerðisfólki til hesi starvsøkir: • Suðuroyar Ellis- og Røktarheim • Røktarheimið Hamragarður • Eldrasambýlið í Hvalba • Eldrasambýlið í Vági • Heimatænastuna Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. Upplýsingar Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Daimi Kjærbo, eindarleiðara tlf. 793503 Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til: Bú- og Heimatænastan í Suðuroy att. Anna Djurhuus, leiðara Eiðisvegur 28 900 Vágur Teldupostadressa: bhs@bhs.fo Umsóknarfreist 6. mars 2017 Aðalfundur Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin tann 25. mars 2017 klokkan 13.00 við hesi skrá: 1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári 2. Grannskoðaður rokniskapur verður lagdur fram 3. Val av tveimum nevndarlimum og trimum tiltakslimum 4. Val av grannskoðara 5. Ásetan av limagjaldi 6. Innkomin mál 7. Ymiskt Gjørt verður vart við, at mál sum ynskjast viðgjørd sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin. Aðalfundurin er almennur. Høvi er altíð hjá áhugaðum at gerast limir. Nevndin fyri Grindamannafelagið V.U.Hammershaimbsgøta 13 · 100 Tórshavn