Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 27 Býli í Føroyum Søkja íbúđ í Tórshavn Mamma og dóttur søkja 2-3 kamars íbúđ í Havn. Vit fara væl um, gjalda til tíđina, roykji ikki og hava ongin húsdjór. Áhugađi kunnu ringja á tlf.591759 591759 Til leigu Stór garaga og stórur kjallari. 2 stór kømur við atgongd til køk og bað. 322134 Fundir Aðalfundur hjá Bygdafelaginum Bíggjarbati Bygdafelagið Bíggjarbati boðar til aðalfund, sunnudagin 05. mars kl. 19.00. í skúlamum í Bø. Skrá sambært lógum felagsins. 509403 Sjóar Sóknar Arbeiðarafelag Aðalfundurin hjá Sjóar Sóknar Arbeiðarafelag verður 7. mars 2017 Aðalfundur í Føroyskt Hetlandskt Vinafelag Leygardagin 04. mars 2017 kl. 1430 hevur F. Hetlandskt Vinafelag aðalfund í Mettustovu Skipar Hansensg 5. skrá samb. lógina Nevndin 513784 Aðalfundur hjá KFUK Aðalfundur hjá KFUK verður sunnudagin 26. feb. kl. 15.00 í KFUK. Varðagøta 9. Skrá sambært lógum felagsins. KFUK LÝSINGARTORGIÐ FØÐINGAR 8. februar fingu Guðrun Nielsen og Magnus Madsen Kvívík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3700 gr. Týsdagin 7. februar fekk fitta Olivia eina lítlasystur. Hon vigaði 3310 gr og var 51 cm long. Foreldrini eita Sigvald og Eivy Kristiansen. 3. januar fingu Erla Dögg og Hallur Eginsson Markná, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vig­ aði 3610 gr. 16. januar fingu Markus og Maia eina lítlasystur. Hon vigaði 3790 gr og var 52 cm long. Foreldrini eru Elisa og Árni Samuelsen, Sandavágur. 31. januar fingu Helena Magnussen og Hanus Tausen av Tvøroyri ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3350 gr. 17. januar fingu Bára og Silas ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3440 gr. og var 50 cm langur. Foreldrini eru Jóna Leo og Kári í Lágabø, Vágur. Virgar Dalsgaard Síðani tað fór infla­ tión í okkara diplo­ matisku aktivitetir, hava fleiri føroyskir politikarar roynt at billa sær sjálvum og onkrum veljarum inn, at tað er lívsneyðugt hjá okkum at stýra heilt uttan um állar møguleikar í Ríkisfelagsskapinum og átaka okk­ um uppgávur, sum nógvar ferðir klók­ari, betri og lættari kundu ver­ ið avgreiddar við tøkari og rímu­ ligari danskari hjálp. Tann ekspertisa, vitan og miljø- kunnleiki, sum danska diplomatiið hevur og kann dugna føroyingum við er á einum slíkum niveau, at vit ALDRIN kunnu útvega okkum tilsvarandi royndir ella innlit. Men kortini trumfa UTTAN- ministarin og aðrir politiskir fantastar ígjøgnum, at vit skullu senda eina stóra manning líka til Kina fyri at fortelja kines­ar­um, hvat Poul heldur um fiskaút­flutn­ ing. Eitt skilagott mail og ein sam­ røða via tað kinesisku ambassad­ una í Kjøpinhavn ella tað donsku ambassaduna í Peking høvdu greitt hetta rættiliga einfalda mál um útfluttning nógv skjótari, bíligari og akkurát líka væl. Men Poul vil út at ferðast og embætismenn hansara við, og so er mei mánaði jú avgjørt ideellur sum turistmánaði. Tað frættist, at teir skullu avstað, beint eftir krossmessu, tá ið seyðurin skjótt fer av bønum. Tað er allarbesta turisttíð, og ikki for heitt fyri européarar, tá ið man skal vappa á tí drúgva kinesiska Múrinum, sum vit rokna við, at teir ikki loypa um, nú teir eru í diplomatiskum mentar-ørindum. Hesin múrurin hevur næst­an líka so stóran týdning fyri kines­ arar, sum tann ólidni kirkjubíggjar- múrurin hevur fyri Poul. At Poul nakrantíð kann fáa sans fyri proportiónum, er fáfongt at stunda eftir, men tað máttu verið onkrir embætismenn, sum vóru so frægir, at teir steðgaðu hesum fjákuta galskapinum! Vil Poul, nú hann fer at eldast, absolutt eisini síggja tann kinesiska Múrin, má hann betala túrin sjálv­ ur. Turistferðin til Kina er mein­ ingsleys, óneyðug og láturlig! Tað verður ikki seldur ein stertur meira av fiski við at senda UTTAN-POUL til Peking. Harafturímóti átti ein effek­ tivur Bakkafrostarmaður at fingið stuðul til eina KINA-ferð frá tí komisku UTTAN-stovuni! Poul M. fer við einum fittum fylgi til KINA KJAK