Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 28 Óli Jacobsen Norðmenn í Føroyum undir krígnum: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen Thoralf kom til Føroya umvegis Suðurafrika T horalf Gjelstad var ætt­ að­ur úr Sandefjord, sum var ein miðstøð fyri norsk­ari hvalaveiðu í Suð­ur­ís­hav­inum. Hann kom eis­ ini at sigla við einum av hes­um hvalaskipum, Cosmos, sum dekk­ ari og seinni sum tanga­for­maður. Sluppu ikki heim vegna bardagan Týskland leyp á Noreg tann 9. apríl 1940. Tann 7. mars skuldi hvala­veið­an vera av, og tískil vóru all­ir hvala­bátarnir á heimveg tá ið hetta hendi. Hvat var nú at gera? Móðurskipið ”Cosmos” var farin inn í Dakar í Norðurafrika á veg­num. Nú blivu teir liggjandi har við 400 monnum umborð. Her fylgdu teir við, hvussu tað gekk við bardaganum í Noregi, meðan hvala­bátarnir sjálvir lógu í Cape Town í Suðurafrika og Walvis Bay í Namibia og bíðaðu. Norðmenn vardu seg manniliga og kláraðu at fáa kongin og stjórn­ ina av landinum. Týska yvir­makt­ in varð ov stór, og aftaná at hava barst ímóti týskarum í tveir mán­ að­ir máttu norðmenn geva seg yvir. Henda støðan kom illa við hjá teim­um, sum høvdu konu og børn heima í Noregi. Teir høvdu jú verið heim­an­ífrá allan veturin. Tað stóð tó monn­unum frítt, um teir vildu royna at sleppa heim aftur á ein ella annan hátt. Fingu støð í Føroyum Tveir av bátunum, ”Cos 2” og ”Cos 5”, fingu at vita, at teir skuldu hava støð í Føroyum. Thorolf var um­ borð á ”Cos 2”, men nakað eftir, at teir komu til Føroyar fingu teir navna­broyt­ing, so ”Cos 2” gjørdist til ”Horten” og ”Cos 5” til ”Risør”. Hesir bátar høvdu stóra mask­ in­megi, so teir gingu skjótt. Tá skjótt skuldi berast at, tók tað styttri tíð hjá teimum norsku bát­unum at gerast klárir, tí teir vóru oljufýrdir mótvegis teimum bretsku, sum vóru kolfýrdir. Teir fingu nógvar uppgávur at røkja í sigling millum Føroyar og Bret­ land, onkran túr vóru teir eisini í Ís­landi. Svøríki var uttanveltað í bard­ ag­an­um. Svensk skip, sum sigldu til Am­erika, høvdu skyldu til at koma inn í Føroyum ella Íslandi til eft­irlit á leiðini. Skjóttgangandi norsku bátarnir egnaðu seg væl til at ansa eftir hesum skipum, og at loðsa teir inn og út aftur, tá teir fóru avstað aftur. Møtti kærleikanum á sjómansheiminum Aftaná at vera komnir til Føroya fóru bátarnir á Skipasmiðjuna í Havn til árligt eftirlit. Manningin kom at búgva á sjómansheiminum, með­an hetta varð gjørt. Her vóru teir væl móttiknir. At ganga inn á sjó­mansheimið gjørdist eisini teirra vanliga gongd, tá bátarnir lógu inni. Her kundu teir fara inn, tá teir høvdu frí. Her kundu teir keypa sær kaffi, lesa bløð, hitta fólk og fáa eitt prát. Thoralf vann sær nógvar vinir ta tíðina, hann sigldi uppá Føroyar. Nú sjómansheimið í Havn er far­ið í søguna sum sjómansheim, eru nógvar søgur, sum kunnu for­ teljast hagani. Eisini um tær gent­ ur sum funnu sær drong og mann har. Ein teirra var Mona Mikkelsen, sum umvegis sjómansheimið end­ aði í Noregi. Mona var dóttir Perlinu og Poul Amali­el Mikkelsen úr Syðrugøtu. Ein dagin verður mamma hennara upp­ringd av Haraldi, leiðaran á sjó­mansheiminum, pápa J.K. Joen­sen, kenda smiðjumeistaran í Mið­vági. Harald spyr, um hon ikki eigur onkra dóttir, sum kundi koma at arbeiða har. Jú, hon átti eina dóttir heima, men mamman helt hana vera ov unga at senda til Havnar. Aldursmarkið var 18 ár. Harald helt, at tað mundi ikki fara at bila. Tey kundu í hvussu er royna tað, og so varð gjørt. Mona fór suður til Havnar, men hon mátti tó lova at koma norður aftur at hoyggja. Harald Joensen er ein av teim­ um stóru persónligheitunum, sum hava myndað sjó­mans­heimið í Havn. Hann hevði smiðju og ag­ ent­ur fyri mot­or­ar vesturi í Vág­ um. Kortini valdu hann og konan, Tho­mina, tænastu fyri sjómenn. Eftir hann tók dóttirin, Olivia, við í 1940, og hon var leiðari á sjó­ mans­heiminum øll krígsárini. Tá hoyggingin var av, fór Mona aft­ur á sjómansheimið. Hetta var und­ir krígnum,og tá var í hvussu er brúk fyri sjómansheiminum. Her komu sjómenn í hópatali. Um­ framt allar føroyingarnar komu eis­ini útlendingar, og tað vóru ikki minst norðmenn, sum hildu til her. Á sjómansheiminum var nógv at gera, og her merktist kríggið eis­ini. Mona mintist t.d. tá finska ferða­mannaskipið “Carolina Thor­ den” varð bumbað, og fleiri doyðu. Tá kom fólkið hagani á sjó­ mans­heimið. Ein dagin kemur ein flottur norskur sjeikur, sum sigldi við einum vaktarskipi, og lið­ugt var. Mona bleiv forlovað við Thoralf, og tey giftust í Gøtu kirkju í 1942. Ár­ið eftir fingu tey sonin Thor og í 1945 fingu tey dóttrina Anna Lina. Tað vóru fleiri norðmenn, sum fingu sær føroyska konu. Niels Ihlen skrivaði í síni bók Ama­tør­ kon­sul í 1956, at hesi hjúnarløg rigg­aðu væl. Tá kendi hann bert til eitt norskt/føroyskt par, sum var farið frá hvørjum øðrum aftur. Álopnir av týskarum ”Horten”, sum Thoralf var við, varð fleiri ferðir álopin av týskum flog­før­um, meðan teir lógu á Havn­arvág. Eina ferð teir lógu fyri akker, kom knappliga týskur flúgv­ari og leyp á teir. Teir vardu seg so væl teir kundu, men tveir av monn­un­um, sum stóðu og skutu eft­ir flogfarinum blivu raktir. Ann­ar varð raktur í lunga og hin í bein­ið. Báðir komu á sjúkrahúsið í skundi. Hann, sum varð raktur í lunga, doyði. Beinið á hinum var so illa farið, at enski læknin, sum kom til, helt einki vera at gera uttan at taka bein­ið og at flyta mannin til hern­að­ar­sjúkra­húsið, sum bretar høvdu í Havn. Hetta mælti Pauli Dahl lækni frá. Hann bað teir um at lata mann­in vera liggjandi har, so skuldi hann royna at bjarga bein­ in­um. Hann kom at liggja á hospi­ tal­inum einar sjey mánaðir. Beinið gjørd­ist so sterkt aftur eftir fleiri skurð­viðgerðir, at tá hann kom heim til Noregs aftaná bardagan, fór hann aftur í Suðuríshavið á hvala­veiðu. Hetta var hildið at vera eitt satt bragd av læknanum. Tað ógvuligasta álopið, sum hendi teimum, var ein dagin teir lógu úti við Nólsoynna. Teir bíð­ aðu eftir, at eitt troppaskip skuldi loysa frá bryggju, og teir skuldu fylgja tí til Skotlands. Alt í ein­um kem­ur eitt týskt flogfar og kast­ ar fimm bumbur, sum allar duttu nið­ur við skipinum í bæði borð. Eing­in rakti tó skipið. Har var eitt øgi­ligt rok. Ketilin fór og tað var Horten, hvalabáturin, sum kom til Føroya undir krígnum Tað vóru ymiskar slóðir, sum førdu norðmenn til Føroya undir krígnum. Ein av teimum sjáldsomu er tann hjá Thoralf Gjelstad, sum fekk føroyska konu Thoralf, tá ið hann kom til Føroya