Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 29 Komandi partur Í komandi viku kemur enn ein frásøgn um norð­menn undir krígnum. Hon er um norska skipið Silva, og tá ið Johannes Henriksen mundi fingið eina bumbu um vangan stór­ur skaði innanborða. Flúgv­ar­ in vendi aftur móti teimum, men av skip­in­um blivu teir við at skjóta eftir flog­farinum, sum tá slepti teimum báð­um bumbunum, sum tað hevði ætl­að teimum afturat. Flogfarið vendi og helt beint eystur í hav. Tá ið hasað var av varnaðust teir, at ein maður saknaðist um­ borð. Hann var helst farin av luft­ trýst­inum, hann sást ikki aftur. Var við til at fyrireika D-dagin Aftan á hendan umgangin mátti Horten fara til Peterhead í Skot­ landi til um­vælingar. Tað tók um­leið hálvan triðja mánað at gera skað­an aftur. Í hesi tíðini var Thor­alf sendur til eina legu í Suð­ ur­onglandi. Hann skuldi læra seg at nýta ymiska útgerð, sum teir nú fingu umborð at verja seg við. Teir høvdu eisini asdic og djúp­ vatns­bumbur fyri at kunna verja seg ímóti kavbátum. Í 1944 fekk ”Horten” støð í Het­ landi. Ein av uppgávunum var at sleipa teir landgangsprámar, ið vóru bygdir har á leið til Suð­ur­ong­ land. Teir skuldu liggja har klár­ir til landgongdina í Nord­mand­í­num, sum stóð fyri framm­an. Ein onnur uppgáva var henda: Enska marinan hevði nakrar mot­ or­tor­pedobátar, sum fóru yvir til norsku strendurnar fyri á ymsan hátt at gera týskarum ónáðir. Hes­ ir bátar gingu 20 míl, men kundu ikki hava nóg mikið av brenni­ evni við til túrin aftur og fram. ”Horten” fylgdi so hesum bátum yv­ir móti Noregsstrondini. Á nátt­artíð varð brennievni flutt yv­ir til torpedobátarnar. Nú vendi ”Horten” við aftur, meðan hinir hildu leiðina fram fyri at fremja teirra serligu uppgávur. Gekk alt væl, so lógu torpedobátarnir longu í krígshavnini Scapa flow, tá ”Horten” kom aftur, so skjótt gingu teir. ”Horten” gekk ”bert” 12 míl, sum tá varð roknað at vera ein skjótt­gangandi bátur. Aftur til Noregs Tá bardagin umsíður var av, fór ”Hor­ten” aftur til Noregs og var við til at flyta týsku hermenninar aftur til Týsklands. 28. november 1945 varð Thoralf loystur úr her­ tæn­astu. Hann fór nú at fyrireika seg til at fáa familjuna yvir til Nor­ egs. Hann fekk fatur í eini íbúð, og tá alt var klárt, fór hann aftur til Før­oy­ar. Tað var stór frøði í Noregi, tá ið kongurin kom heim aftur til land­ið. Tað var ikki minni frøði í Gjel­stad familjuni, tá ið Thoralf í mai 1946 kom heim aftur við konu, trý ára gomlum soni og eitt ára gaml­ari dóttir. Tey vóru hart rakt hesi 5-6 ár­ ini, Thoralf hevði verið burtur. Hann átti seks systkin. Menninir hjá tveimum systrum fóru við í bard­ag­an móti Týsklandi. Hvørgin teirra kom heim aftur. Systrarnar sótu eftir við hvør sínum lítlum barni. Ein systir misti mannin av sjúku, og elsti beiggin var deyður av spreingivanlukku. Hann átti tvey børn. Thoralf fekk tvær medaljur sum viðurkenning fyri sína lut­ tøku í bardaganum fyri eitt frælst Noreg. Aftur á hvalaveiðu Meðan onnur hvalaverksmiðjuskip komu heim aftur í øllum góðum við krígslok, hevði reiðaríið hjá Thor­alf mist bæði síni skip. Teir fingu fatur á týskum hvala­ kókarí ”Walther Raw”, sum varð latið norðmonnum sum krígs­ end­ur­gjald. Tað var bygt í 1937 og hevði verið í vinnu við norskum skjútt­um. Hetta kókaríið var tað mest framkomna tekniskt. Tað hevði verksmiðju, ið framleiddi úr­drátt­ir úr øllum tí tilfarinum, ið kundi nýtast av hvali. Skipið var nú so illa farið, at tað kostaði reiðarínum 9 milj. kr. at um­væla tað. Tað eydnaðist at fáa skipið í vinnu á heystið 1946, og tað kom at eita ”Cosmos 4”. Á heysti 1946 fór Thoralf um­ borð á ”Cosmos 4”, og hann tók upp aftur sítt gamla starv sum tanga­formaður. Um summarið lá ”Cosmos 4” í dokk í Kiel í Týsklandi. Tá var hann ofta sendur niður har fyri reiðaríið at hava eftirlit við, at arbeiðið varð gjørt til lítar. Stund­ um var familjan við í Kiel og helt feriu har. Tá tey aftaná kríggið fluttu til Noregs, kom Mona at royna lív­ið sum kona hjá langfaramanni. Langt var at sigla og leingi var at vera burtur. Teir vóru burtur í meira enn hálvt ár í senn, fóru á heysti og komu aftur um várið. Sam­skiftismøguleikarnir vóru sera avmarkaðir. Tað var mest við fjar­ritum, har tað var avmarkað, hvussu nógv kundi sigast. Men hetta bar til, tí hon fekk eina sera góða verfamilju.Tey vóru góð við hana og hon við tey. Føroyavinur burturav Thoralf var føroyavinur burtur av eins og børnini hava følt seg knýtt at Føroyum. Systir Monu, Naena Dani­el­sen, greiddi frá, at í hennara huga­heimi var hann ein trúgvur vin­ur. Naena var eitt fróðarfólk, sum hevur verið kelda til nógvar áhuga­verdar frásagnir, eisini í hesi røð. Eftir hana liggur eisini tilfar, sum seinni fer at koma fram. Naena segði um Thoralf, at hann var “ein álítandi og góð­ur fam­ilju­maður og sera hum­or­ist­ isk­ur. Honum dámdi væl at syngja, og hann hevði eina vakra rødd. Tað var okkum altíð ein fragd at vera sam­an við honum, tá tey av og á komu hendan vegin at ferðast, ella vit fóru til Sandefjord, har tey høvdu eitt sera hugnaligt heim. Har høvdu vit tað altíð gott saman”. Aftur til Føroya Í 1957 doyði Perlina, mamma Monu. Thoralf var burtur, og tey fara heim til Gøtu at vera um pápan. Tey blivu so verandi 1-2 ár. Sonurin Thor var til skips við “Minnie” við Andrass hjá Óla Hans í Gøtu sum skipara. Seinni fór hann við “Streymoynni”, har mammubeiggin, Palli, var skipari. Palli sigldi annars við øllum skip­ un­um hjá Seglhúsinum til stál­ línu­bátin “Kvikk”, sum hann førdi í nógv ár. Anna Lina gekk í skúla í Gøtu og bleiv eisini konfirmerað í Før­ oy­um. Mona var aftur í Føroyum í 2005.Við sær hevði hon sonin Thor, ommubørnini Linu og Geir, og Nicolaj. Tey høvdu nógv um at vera hesa tíð­ina. Fyri tað fyrsta er ættin stór, og hon er eisini sera ættarkær. So tað varð boðið inn í nógvum heim­um, og nakað skuldi eisini síggjast av Føroyum, serliga hjá teimum yngru. Thoralf doyði 24. september 1993, 88 ára gamal. Mona er eisini deyð fyri nøkrum árum síðani. Tey fingu tvey børn fimm ommubørn um­framt langommubørn. Mona og Thoralf hittust á sjómansheiminum Mona og Thoralf vórðu vígd í Gøtu kirkju í 1942 Mona og Thoralf saman við børnunum Thor og Anna Elina Á vitjan í Føroyum í 2005 Fremst f.v. Naena, Mona og Thor.Aftast: Nicolaj, Lina og Geir.