Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 30 ÍTRÓTTUR EINASTI MØGU­ LEIKIN HJÁ STRANDINGUM TRÓNDUR ARGE S teypafinalan hjá monnum verður millum H71 og StÍF. Tað er ein uppgerð millum óiva besta liðið í miðal seinnu árini, og steypaliðið burt­ urav. H71 hevur seinnu árini vunnið seg á tindin í føroyskum hondbólti. Í landskappingini er tað ikki longur ein spurningur um teir koma í FM finaluna, men nær. Tað gongur tó strilti við at umseta tað til gullheiðursmerki, tí tað er bara blivið til tvey samanlagt. Hinvegin er StÍF seksfaldur steypavinnari, men tað er nakað síðani, at felagið hevur megnað at gjørt um seg í FM stríðnum. H71 í stórum stíli Hoyvíkingar eru oddalið í lands­ kappingini og vunnu seg í stórum stíli í steypafinaluna. Í bólka­ spælinum stóð á í dystinum móti KÍF, men bæði móti Neista­num og næstbesta liðnum hjá H71 vunnu teir stórsigrar. Í fjør tók VÍF tey flestu á bóli, tá liðið serliga í fyrru FM finlauni setti hoyvíkingar upp á pláss, og vunnu FM í Hoyvík fáar dagar seinni. Hesa ferð vóru hoyvíkingar betri fyrireikaðir. Í fyrru hálv­ finaluni vunnu teir við trimum málum, meðan retur­dysturin í Vestmanna bleiv ein avgreiðslu­ spurningur. Styrktir strandingar vístu styrki Tað tóktist meiri ósannlíkt, at strandingar skuldu koma í steypa­ finaluna. Í bólkinum vóru kapp­ ingarneytarnir Kyndil og VÍF. Serliga fyrsti dysturin í bólka­ spælinum gav ábendingar um, at strandingar kunnu nakað serligt í steypahøpi. Teir vunnu við trimum í høllini á Hálsi móti Kyndli. Í Klaksvík vunnu teir greitt og vóru víðari undan seinsta dystinum í bólkaspælinum. Her spældi so væl av, at StÍF vann við einum á VÍF. Tað merkti, at vestmenningar fyri H71 í hálvfinalunum, meðan StÍF fekk Neistan. Í fyrru hálvfinlauni vann Neistin við fýra í fyrru hálvfinlauni í Havn, men strandingar vístu sanna steypastyrki í seinna dystinum og vunnu 31-25. H71 favorittur Tað er nokk ongin loyna, at H71 er favorittur undan steypafinaluni, tá hugt verður eftir papírnum. Tó er vert at hugsa um, at StÍF fyrr hevur argað júst H71. Í farna kappingarári var StÍF fyrsta liðið at órógva sigursrøðina hjá hoyvíkingum, meðan tað í ár hevur gingið væl frá H71 á Skála. Í fyrra dystinum vann H71 við 13 málum, men í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin vóru bara trý mál á muni. Vert er tó at viðmerkja, at StÍF hevur fingið styrk í Kjartani Johansen. Tað munar væl hjá strandingum, sum eisini hava sæð Levi Nybo og Marius Joensen á vøllinum í seinastuni. Spælarar at halda eyga við Tað eru tveir stórskjúttar á vøllinum leygardagin, tá mans­ finlan verður. Teir eru Peter Krogh hjá H71 og Sveinur Justinussen hjá StÍF. Teir eru eisini spælararnir, sum í størstan mun kunnu seta sín dám á finaluna. Helst verða báðir mansvardir partar av dystunum. trondur@sosialurin.fo H71 er favorittur og oddalið í landskappingini, meðan StÍF hevur útspælt sín leiklut í landskappingini. Tí er hetta einasti møguleikin hjá strandingum at vinna steyp í ár Vegurin til finlauna MENN: H71: Bólkaspælið: H71 – Neistin 32-20 H71 – KÍF 24-23 H71 2 – H71 23-32 Hálvfinalurnar: H71 – VÍF 29-26 VÍF – H71 19-25 StÍF: Bólkaspælið: Kyndil – StÍF 25-28 StÍF – Team Klaksvík 29-20 VÍF – StÍF 27-28 Hálvfinalurnar: Neistin – StÍF 28-24 StÍF – Neistin 31-25 Steypafinalan menn: Leygardagin 18.02.2017: kl 13.30 Kvinnur Neistin – Kyndil kl 16.00 Menn H71 – StÍF kl 18.00 D18 VÍF – H71 Sunnudagin 19.02.2017: kl 12.50 G10 VÍF – Kyndil kl 13.30 D10 VÍF – Tjaldur kl 14.10 G12 Neistin A – Neistin B kl 15.00 D12 H71 – StÍF kl 15.50 G14 Stjørnan – H71 kl 16.50 D14 Team Klaksvík – H71 kl 17.50 G17 H71 – Stjørnan kl 19.00 D16 VÍF – Neistin Skráin fyri Faxe Kondi finalurnar: