Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 21 31 BEST HUGSANDI STEYPAFINALAN TRÓNDUR ARGE N eistin og Kyndil hava gjøgnum kapp­ing­ar­ árið prógvað, at tey eru tey bestu liðini í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni. Tað sást eisini aftur, tá A-landsliðið hjá kvinnum bleiv úttikið. Har vóru meginpartin av spælarum úr Neistanum og Kyndli. Tað kemur heldur ikki óvart á, at hvørki Neistin ella Kyndil fingu stórvegis mótstøðu á veg til fin­ aluna. Eru undanfarnu dystirnir millum hesi bæði liðini nakað at ganga eftir, so verður talan um spennandi steypafinalu, sum ikki verður avgjørt fyrr enn móti enda­ num. Neistin stuttan veg Tað vóru bara trý lið bólkinum hjá Neistanum. Sostatt spældi Neistin bara tveir dystir í bólkaspælinum. Í fyrra dystinum vann Neistin greitt við 14 málum á StíF, meðan seinni dysturin bleiv vunnin við seks málum á VÍF. Í hálvfinaluni møtti Neistin vágskvinnum. Fyrra hálvfinalan var í Vági. Her tóktist greitt, at VB skuldi gera ein vørr á harða gólvinum í Vági, um vágskvinnur skuldi gera sær nakrar tankar um at koma víðari. Tað gekk javnt á, men móti endanum vísti Neistin styrki og 22- 17. Tí var ikki so nógvur spenningur undan seinnu hálvfinaluni, sum neistin eisini vann við fimm málum. Aftur megnaði VB at bjóða av eina løtu, men tapti. Leikandi lætt hjá Kyndli Kyndilskvinnur hava vunnið seg leikandi lætt í steypafinaluni. Í bólkaspælinum hevði Stjørnan hug at bíta frá sær í fyrsta dystinum, men Kyndil vann 28-25. Síðani heili 27-18 á VB, áðrenn ungu genturnar hjá H71 fingu ein sekk upp á 31-12. Tað var lagt upp til spenning í hálvfinlauni, tá VÍF tók ímóti Kyndil í Vestmanna. Tað endaði 30-20 til Kyndil, sum næstan uttan mótstøðu pilkaði VÍF sundur. Av tí sama bleiv seinna hálvfinalan bara ein avgreiðsluspurningur. Púra javnt Tað finnast argument fyri, at Neistin hevur munin, eins og ta finnast argument fyri, at Kyndil hevur munin. Sannleikin liggur helst mitt í millum. Nevniliga, at bæði á papírinum og á vøllunum er talan um eina steypafinalu um tvey lið, ið eru eins sterk. Stutt fyri jól vann Kyndil við tveimum á Neistanum, meðan Neistin ein mánað frammanundan vann við heili 11 málum. Ein góður mátistokkur er eisini, at bæði liðini hava 24 stig fyri 14 dystir í landskappingini. Spælarar at halda eyga við Tað eru tveir spælarar, sum tykjast hava munin á hinum á hesum báðum liðnum. Marjun Falkvard Danberg hjá Neistanum og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli. Har við ikki sagt, at tær koma at avgera finaluna, tí tað eru fleiri landsliðsspælarar á báðum liðnum, men tær hava stóran týdning fyri sítt lið. Fyri Neistan kann tað fáa týdning, at Bára hansen helst ikki spælir. Hon meiddi sær fótin í Vági og hevur ikki spælt síðani. trondur@sosialurin.fo Neistin og Kyndil eru í einum flokki fyri seg í føroyskum kvinnuhondbólti. Tí er tað helst best fyri føroyskan hondbólt, at tað eru tey bæði liðini, sum eru í steypafinaluni Steypafinalan kvinnur: Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinalunum Rás2 ger nógv burturúr steypa­ finalunum hjá kvinnum og monnum. Fríggjadagin verður upptakt frá klokkan 15. Gestir eru Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum, Sonni Larsen venjari hjá H71, Tomasz Zilberberg venjari hjá StÍF, Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Brynja Høj úr Neistanum. Upptaktin verður endursend leygardagin klokkan 12. Klokkan 13 verður sent beinleiðis úr høllini á Hálsi. Steypafinalan hjá kvinnum byrjar klokkan 13.30, meðan mansfinalan verður klokkan 16. Tl ber annars at fylgja gongdini á heimasíðuni hjá Sosialinum, in.fo. Har verður eisini fylgt við øllum ungdómsfinalunum. Í ÍtróttarSosialinum mána­ dagin ber til at lesa alt um steypafinalurnar við eitt nú spælarametingum. Vegurin til finlauna KVINNUR: Neistin: Bólkaspælið: StÍF – Neistin 18-32 Neistin – VÍF 32-26 Hálvfinalurnar: VB – Neistin 17-22 Neistin – VB 27-23 Kyndil: Bólkaspælið: Kyndil – Stjørnan 28-25 Kyndil – VB 27-18 H71 – Kyndil 12-31 Hálvfinalurnar: VÍF – Kyndil 20-30 Kyndil – VÍF 23-22