hósdagur 16. februar 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 21
32
N
æmingar í 10. flokki á
Skúlatrøð í Klaksvík
hava hesa vikuna lagt
mállæru og rokni
bøkurnar á hillina, og funnið krea
tivu og skapandi síðurnar fram
ístaðin, nú listavika hevur verið á
timatalvuni.
Assa Færø, flokslærari, sigur
at hetta er ein øðrvísi háttur hjá
næmingum at arbeiða uppá og
at fyrireika seg til vanliga lívið
á arbeiðsmarknaðinum, læru
plássum ella skúla, sum bíðar
teimum eftir summarfrítíðina. Tey
kunnu velja í ymiskum listaligum
ella handaligum breytum, so sum
træ og horn, film, foto, evning og
málningalist.
Hesa vikuna hevur skúlin
fingið ymiskar gestalærarar inn,
sum hava undirvíst í ymiskum
listaligum greinum, og eisini
brúkar skúlin tað tilfeingið hann
hevur.
– Tey sleppa at fordjúpa seg í
einum evni í eina heila viku. Tað
skapir arbeiðisgleði og saman
sjóðing. Tey kreativu sleppa eisni
at blomstra, sigur Assa Færø.
Torfríð Lassen, næmingur,
hevur valt at arbeiða við evning
hesa vikuna og greiðir frá at hon
fekk nógv burturúr vikuni.
– Mær dámar væl at vera krea
tiv, og hetta er ein møguleiki at
arbeiða við hesum og geva mær
góðar stundir. Hesin lærdómurin
er annarleiðis og ikki nakað er
skjótt fari at gloyma, sigur hon.
Næmingarnir sýna fram tað teir
hava evnað mánadagin.
BAKSÍÐAN
Leggja rokning og mállæru á hillina á Skúlatrøð
MYND: HEINESEN MYNDIR
T
að er ein upp og niður,
pluss /minus, uppliving
at bíða eftir bussinum í
Havn.
Veldst eisini nógv um, hvar í
býnum, tú bíðar. Nøkur skýli eru
meira spennandi enn onnur.
Eg beri tann herviliga ósið, at eg
altíð eri í góðari tíð. Ikki stundisligur,
men altíð fyri tíðina. Í góðari tíð, kall
ast tað. Eg vil heldur siga í ringari tíð.
Tað ber ikki til í Føroyum at
vera stundislig/ur. Einki byrjar
stundisliga í Føroyum, tí eingin er har
rættstundis. Men verri enn at vera
rættstundis er at vera fyri tíðina.
Ein ólekjandi óskikkur at
vera í ótíð.
Eg havi tí góðar stundir at
eygleiða úr bussskýlinum
ella aftan fyri tað, stendur
ættin beint í skýlið. Eyg
leiða fólkini, sum koyra
framvið. Næstan eingin
gongur, hóast gongu
breytir eru so breiðar,
at tvey
ella trý fólk kunnu
ganga lið um lið, eru tey ikki ov væl
ferðarlig.
Men føroyingar tíma ikki at
ganga. Hava heldur ikki stundir
til tess, tí ansast má eftir ikki
at koma alt ov seint.
Eg havi onga telefon av tí slagnum,
sum kann alt, so eg kann stytta mær
løtuna við henni sum øll hini gera,
sama, hvar tey eru.
Eg má lata mær lynda veruliga
lívið sum tað er beint her júst nú.
Tað er sjálvandi ikki so spennandi
sum tað í telefonini, men tað er so har.
Fólk fara í bilum framvið. Tað er
neyðugt at eiga bil fyri at búgva í
Føroyum. Tey stýra við einari hond,
vónandi harðari hond, powerstýring,
tí í hinari hondini er telefonin.
Ein hundur fer omaneftir. Hann
hevur sníkt seg av stað heimanífrá,
tí hann er foyur og hyggur niður, tá
hann sær meg og skundar sær víðari.
Soleiðis eru hundar.
Har kemur ein eldri maður,
sum gongur illa, ella hevur hann
kenning. Gongulagið er sum hjá
pensjóneraðum klyvjarossi. Hann er
treiskur og tekur alla brekkuna, hóast
hon tykist honum tung.
Nú síggi eg, at hatta eri eg sjálvur,
sum kemur har. Eg heilsi ikki, tá
eg fari fram við skýlinum. Vil ikki
kennast við meg sjálvan.
Bussurin sæst ikki enn. Men bil
arnir koyra alla tíðina, stýrdir við
einari hond.
Skjótt koma bilar, sum ongan
bilførara krevja. Teir koyra bara
sjálvir. Tá kann tann, sum plagdi at
stýra, tosa í tvær telefonir í senn.
Tilgongdin er langt síðani byrjað.
Fyrra stigið er tikið. Bilarnir verða
nú stýrdir við einari hond.
Tað verður annars løgið, tá bilarnir
koyra sjálvir. Vita teir, hvagar teir
skulu fara? Finna teir bilpláss? Fara
teir sjálvir til sýn?
Duga teir at svara, tá politiið steðg
ar teimum í paragraff 13 kanningum?
Fara teir at koyra við kenning? Eru
ikki bilar, sum brúka alkohol sum
brennievni? Ikki bjóða mær, fyll ikki
tangan, eg koyri. Her var okkurt at
hugsa um til bussurin kemur.
Kanska er bilurin so plágaður
av rusti, at koyrilagið er ringt. Sum
gongulagið hjá hasum býttlinginum,
sum júst fór skinklandi niðaneftir.
Hetta við bilum, sum koyra
sjálvir, er ikki heilt nýtt kortini. Í
einum óteljandi skræpufilmum úr
Hollywood var ein bilur, sum drap
fólk við at koyra á tey. Eingin koyrdi
bilin, skiltist.
Filmurin, hann er frá 1983, eitur
sum bilurin, Christine. Hann er
gjørdur eftir søgu hjá ræðumanninum
Stephen King.
Bilurin var ein Plymouth Fury, ja,
Fury (øði).
Bilar, sum koyra sjálvir, sigast
vera gløggir. Teir hava intelligens,
summir eru flogvit. Teir eru gløggari
enn flestu bileigarar eru.
Her á vegnum við bussskýlið stýra
fólk, gløgg ella ikki, enn bilunum við
einari hond, við aðrari hondini. Og
enn krevst koyrikort fyri at koyra bil.
Skulu bilar hava koyrikort, tá teir fara
at koyra sjálvir?
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Fyrst ein so eingin hond