mánadagur 20. februar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Fiskivinnuting
Síða 8-9
Stórur
áhuga í
Klaksvík
Síða 10-11
3.700
vitjaðu
Torradagar
– Eg sá fyri mær at hetta skuldi
blíva byrjanin til tað heilt stóra,
men ístaðin er tað farið at ríða mær
ein marra.
Soleiðis sigur Birgar Johanne
sen, havnarmaður við serligum
alski til býin, í samrøðu í blaðnum
í dag.
1. juli í fjør læt hann Býarsavnið
upp í Havn. Hetta er talan um savn,
ið savnar saman ymsar lutir, sum
siga okkum frá um fólk og um tað,
sum fyrifarist er í høvuðsstaðnum
í farnum tíðum.
Hetta var egið initiativ hjá Birg
ari Johannesen, tó at tað er eitt
hugskot, hann hevur arbeitt við og
tosað um í mong harrans ár.
Eitt hugskot, sum sjávandi átti
at verið ein kommunal uppgáva so
ella so. Í øllum førum mátti tað ver
ið av áhuga hjá býráðnum at fjølga
um eitt tílíkt savn.
Men tann viljin hevur ikki verið
til staðar. Fyri skjótt nógvum árum
síðani setti Tórshavnar kommuna
á stovn »Tórshavnar býarsavn«, ið
skuldi savna saman ymiskt, sum
hevur við Havnar søgu at gera.
Leiðari varð settur á savnið, og lutir
vórðu savnaðir saman. Men so gekk
ein tíð, leiðarin á savninum varð
sagdur úr starvi, og allir lutirnir
vórðu pakkaðir niður onkustaðni
– og so var søgan um Tórsahavnar
Býarsavn – fyribils í øllum førum –
søga.
Býarsavnið hjá Birgari Johanne
sen er áhugavert – og tað kundi og
kann menna seg til »tað heilt stóra«,
sum hann sjálvur tekur til. Men tað
er ikki einmansverk at dríva eitt
slíkt savn, og tað ber ikki til at reka
eitt savn á handilsligum grundar
lag. Vil høvuðsstaðurin hava eitt
tílíkt savn, so mugu pengar setast
av til tess.
Og tá ein so eldhugaður persón
ur, sum Birgar Johannesen sjálv
boðin fer í holt við tað, so mátti tað
verið so upplagt hjá Tórshavnar
kommunu at hjálpt til – um ikki
annað við at rinda húsaleigu, ella at
kommunan sjálv hýsti savninum í
einum av sínum nógvu bygningum.
Einhvør tjóð eigur at kenna sína
søgu og sín uppruna. Somuleiðis er
tað við einum býi. Vit hava øll gagn
av at kenna tað, sum farið er og
læra at virða tað.
Birgar Johannesen hevur víst,
hvat hann kann, tá tað snýr seg um
søgu og um afturhvarv. Bókarøðin
hjá honum um fólk, fødd í Havn
10 tey fyrstu árini í síðstu øld
og gullverd – eins og bøkurnar
»Havnin – fólk og yrki«.
Tað er so lítið, sum skal til hjá
Havnar býi at hjálpa Birgari. Vón
andi kann Tórshavnar kommuna
rinda húsaleigu fyri savnið ella
hýsa savninum.
Bjargið býarsavninum
Vit hava ikki ráð
at rinda fyri nakr
an tunnil, sig
ur forkvinnan í
byggi- og býar
skipanarnevndini
– Hetta er ikki eitt mál, sum
er viðgjørt í býráðnum.
Tað sigur Marin Katrina
Frýdal,
býráðslimur
fyri
Tjóðveldi og forkvinna í
byggi-
og
býarskipanar
nevndini.
Og málið, hon hugsar um,
er hugskotið hjá borgarstjór
anum, Anniku Olsen, um at
gera ein tunnil av Hvítanesi
til Havnar.
Annars er avtala gjørd
ímillum undanfaran býráð
og landsstýrið um, hvussu
vegurin ímillum Havnina og
komandi Eysturoyartunnilin
skal vera, men borgarstjórin
heldur, at ein tunnil av Hvít
anesi í Krákugjógv, ella
kanska enntá heilt yvir í
Hotel Føroyar, er ein betri
loysn.
Marin Katrina Frýdal sig
ur, at hetta er eitt hugskot,
borgarstjórin eigur sjálvur.
Hon sigur, at hetta er eitt
hugskot, hon hevur sett fram
fyri at eisini hesin møguleik
in kann vera kannaður, sig
ur hon, og hon heldur ikki,
at tað er einki forgjørt í at
kanna allar møguleikar. Hin
vegin heldur hon, at semjan,
sum er gjørd ímillum lands
stýrið og býráðið, er ikki
tann besta.
Hinvegin staðfestir hon,
at tað verður ikki býráðið,
sum skal rinda fyri ein slíkan
tunnil, tí tað hevur kommun
an yvirhøvur ikki fígging til.
Annars heldur hon, at tal
an er um eina landsuppgávu,
tí ein slíkur vegur verður ein
partur í eini ætlan um at
binda alt landið saman.
Í hesum sambandi hevur
Henrik Old, landsstýrismað
ur í samferðslumálum, sagt,
at tað stendur sjálvsagt til
Tórshavnar kommunu at
fáa greiði á, um tey vilja hava
veg ella tunnil. Men tað er als
ikki sjálvsagt, at landskassin
fer at bera størri part av
teirri
verkætlanini,
sigur
hann
–
So
má
Tórshavnar
kommuna sjálvandi gjalda
tað meira, sum tað fer at
kosta, sigur landsstýrismað
urin.
Borgarstjórin eigur
uppskotið um tunnilin
Birgar Johannessen er
ein hopleysur nostalgikari
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Bæði Sambandsflokkurin
og samgongan hava innan
hýsis fundir í dag, har tey
hvør sær fara at viðgera
úrslitið av teimum samráð
ingum um fiskivinnuna,
sum hava verið seianstu
dagarnar.
Um
vikuskiftið
hava
samráðingar verið, og alt
bendir á, at partarnir eru
samdir um, hvusssu pelag
iska vinnan skal skipast.
Í løtuni verður spurn
ingurin um botnmfiskin og
rættindini har viðgjørdur.
Tað eru serliga teir báðir,
Bárður Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum,
og
Høgni Hoydal, landsstýris
maður við fiskivinnumál
um, sum hava samráðst,
eins og Poul Michelsen,
Framsókn.
Aksel V. Johannesen,
løgmaður,
hevur
verið
burturstaddur og tað hev
ur Magni Laksáfoss úr
Sambandsflokkinum eisini
verið.
Bjørn Kalsø og Magni
Laksáfoss hava verið partur
av samráðingartoyminum
hjá Sambandsflokkinum.
Tá ið Sambandsflokkur
in og samgongan hvør sær
hava havt fund, skal tað
seinasta fáast upp á pláss
– um altso baklondini taka
undir við úrslitinum.
Uppskotið um nýggja
fiskivinnuskipan skal lat
ast Løgtingsins umsiting
fríggjadagin.
Semjan um nýskip
anina nærkast
Marin Katrina Frýdal heldur tó ikki, at nakað forgjørt er
í at kanna allar møguleikar fyri innkomuvegi til havnar