Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. februar2017 · Nr. 22 MICHELINSTJØRNA DREYMURIN EG IKKI TORI AT DROYMA Danjal av Rana Leysasøgur ganga, um at KOKS fer at fáa eina Miche­ lin-stjørnu, tá kenda mat­ stovu­yvirlitið verður dag­ført mikudagin. Sum sið­venja er, so eru tað tó ein­ans tey, sum eru knýtt at bókini, sum vita, hvørjar broyt­ ingar verða gjørdar. Mat­ stovurnar kunnu gita, sum tær vilja, men eingin veit fyri vissu, fyrr enn tað verður almannakunngjørt. – Eins og onnur, so havi eg lisið tað, sum verður skrivað og gitt um okkum aðrastaðni, so vit eru eitt sjálvandi spent. Men enn eru alt bara git­ingar, sigur Poul Andrias Ziska. Hann hevur tó okkurt meiri ítøkiligt at seta vón­ irnar á enn vit onnur. Tey siga, at fyri at fáa eina stjørnu frá Michelin, skal ein matstova vera vitjað tríggjar ferðir av umboðum fyri Michelin. – Einaferð skrivaðu tey sjálvi, at tey høvdu vitjað Koks, so vit vita heilt víst um eina vitjan. Harnæst halda starvsfólk hjá okkum, sum hava arbeitt á øðrum matstovum kring heimin, at tey hava kent onkur aftur, sum kundu verið umboð fyri Michelin, og aðrar tíðir hava vit havt “illgruna” um, at onnur hava verið frá Michelin. Vit vita ikki, men vit halda okkum hava havt neyðugu tríggjar vitjanirnar, sigur hann. Sjálvur veit hann ikki, hvussu matstovan fer at fáa at vita, um hon fær eina stjørnu ella ikki. – Hetta er triðja árið, at Michelin ger eitt egið yvirlit yvir Norðurlond, og sjálv kunngeringin hevur verið ymiskt tey bæði und­an­ farnu árini. Fyrsta árið var ein stór veitsla um kvøld­ið, meðan annað árið fingu mat­ stovurnar boðini um­vegis telefon. Eg veit ikki, hvussu tað verður gjørt í ár, sigur høvuðskokkurin á Koks. Koks hevur fingið aðrar altjóða viðurkenningar. Matstovan er á listunum hjá WhiteGuide, Nordic 66 og hjá Dansk Spiseguide. At fáa eina Michelin-stjørnu er tó nakað heilt annað. – Hetta er ein dreymur, samstundis sum eg ikki havi torað at droymt hann, serliga ikki meðan eg havi búð í Føroyum. Hetta er sjálvandi ein stór viðurkenning, tann størsta, til ber at fáa innan matstovuheimin, sigur Poul Andrias Ziska. Yvirlitið hjá Michelin er 117 ára gamalt og er uttan iva, kanska saman við World’s 50 best, hægsta viðurkenning, sum er at fáa innan matvøruheimin. Hann sigur, at hann hevur ikki havt tær stóru vónirnar til, at Koks skuldi fáa nakra stjørnu. – Fyrsta árið, yvirlitið yvir Norðurlond bleiv gjørt, hildu tey seg til stórbýirnar. Annað árið dittaðu tey sær at fara eitt sindur longri út í útjaðaran, men í fjør hava tey vitjað bæði í Føroyum og í Íslandi. Tað høvdu vit ikki væntað, sigur hann. Hann sigur tó, at tað ongan­tíð hevur verið eitt mál í sær sjálvum, at fáa eina Michelin-stjørnu. – Eg og Karin Visth, vin­ stjórin, hava eina greiða visjón fyri, hvussu tann besta matstovan skal vera og rekast. Vit hava eitt hugskot um, hvussu matstovan skal vera framyvir, og tað er hesum, vit stremba eftir at náa. Um vit fáa eina Michelin-stjørnu ella báðar tvær á vegnum, so er tað bara eitt bonus, sigur Poul Andrias Ziska. Hann torir ikki at spáa um, hvussu tað fer at ávirka matstovuna, um hon skuldi fingið eina stjørnu miku­ dagin. – Í Fraklandi siga tey, at fært tú eina stjørnu, so ert tú tryggjaður fulla mat­stovu hvønn dag kom­ andi árini. Hinvegin, miss­ ir tú stjørnuna, kanst tú líka gjarna sløkkja og snara lyklinum um, tí so er grundar­lagið undir mat­stov­ uni farið. Eg tori tó ikki at meta um, hvørja ávirkan tað fær á Koks. Vitjanartølini hjá okkum eru vaksin ár fyri ár, men kanska hetta hevði økt um talið á útlendskum gestum. Um tað samstundis hevði longt sesongina, so ongantíð betur, sigur hann. – Fer prísurin upp? – Tað hava vit als ikki tosað um. Koks lat í fjør upp í Kirkjubø og Poul Andrias Ziska sigur, at hóast tey bóru ótta fyri, at tað kundi ávirka talið á vitjandi neiliga, so hevur tað ikki verið so. – Talið á vitjanum hækkar ár um ár og vónandi fer tað at halda fram. Vit vera ver­ andi í Kirkjubø í ár afturat, men væntandi flyta vit aftur til Havnar komandi ár, sigur hann. Tað verður tó undir ong­ um umstøðum nøkur stór veitsla mikukvøldið, stjørna ella ei. – Koks er latið aftur í løtuni og flestu starvsfólkini eru uttanlands, antin í feriu ella arbeiðsørindum. Tí verður neyvan skipað fyri nøkrum stórum balli mikukvøldið, hóast vit skuldu fingið eina stjørnu, sigur Poul Andrias Ziska. – Vit bíða spent, eins og tit, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks