Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar2017 · Nr. 22 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MICHELINSTJØRNA Eirikur Lindenskov Tað sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur matstovuna Koks, sum fleiri matstovuummælarar í Danmark og Svøríki gita fer at fáa eina Michelinstjørnu, tá tær verða býttar út í Norðurlondum. Tað verður kunngjørt á hatíðarhaldi í Stok­hólm mikumorgunin klokkan 9. Johannes Jensen er varin og vísir á, at ummælarar hava í fimm ár til dømis gitt, at danska matstovan Hurtig­ karl fer at fáa eina stjørnu, men enn er hon ikki komin. – Men hetta er so fyrstu ferð, at vit eru nevnd av mat­ummælarum, hesaferð donskum og svenskum, sum kandi­datur til at fáa Michelin­stjørnu, og tí eru vit ógvuliga stolt av. Vit síggja tað sum nakað positivt, at vit verða umrødd í sambandi við stjørnu­útbýting hjá Michelin Guide, sigur Johannes Jen­ sen. Stjórin í Gist & Vist leggur dent á, at hann vil ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Men spurdur bein­ leiðis, hvat tað hevði merkt fyri matstovuna Koks, skuldi hon fingið eina Michelin­ stjørnu mikudagin, svarar hann, at tað hevði havt stór­ an týdning. Sera stóran týdn­ ing. – Tað plagar at økja um inntøkurnar eini 20 pro­sent, um tú hevur eina mat­stovu í rætta býnum. Men mest av øllum er tað ein viður­kenn­ ing fyri, hvat fyri støði tú ert á. Spurdur, um tey á Koks hava arbeitt fram ímóti at fáa eina viðurkenning sum eina Michelinstjørnu sigur Johannes Jensen, at tað hava tey ikki. – Vit hava eina ambitión um at vera á listanum hjá »The World's 50 Best Restau­ rants«, sigur Johannes Jen­ sen. Koks fær Michelin stjørnu mikudagin Áki Bertholdsen Nú verður tað, at føroyska matstovan, Koks, fær eina Michelinstjørnu. Tað eru tveir danskir matummælarar sann­ førd­ir um, skrivar Ber­ lingske. Mikudagin er ársins størsta hending í mat­ stovuvinnuni, tí tá verður tað avdúkað, hvørjar mat­ stovur fara at fáa eina Miche­linstjørnu, sum er størsta viðurkenning ein matstova kann fáa yvir­ høvur. Hesa seinastu tíðina hava ummælarar dúgliga gitt og mett um, hvørjar matstovur fara at fáa tann stóra heiðurin at fáa eina Michelin stjørnu hesa ferð. Tað eru 117 ár síðani, at Michelin fór at lata serstakliga góðum mat­ stov­um stjørnum, og tað er fremsta prógv um dygd, ein matstova kann fáa yvir­høvur. Seinastu árini hevur før­oyska matstovan, Koks, av álvara vakt ans, og hesa seinastu tíðina hev­ur hon fleiri ferðir ver­ið á listanum yvir allar­bestu matstovur í Norður­lond­um. Men matstovuummæl­ arar meta, at nú verður tað, at Koks fær tað heilt av­gerandi gjøgnumbrotið. Tí tá ið tað verður av­ dúkað mikudagin, hvørjar matstovur fara at fáa Michelinstjørnu í ár, er Bent Christensen frá Den Danske Spiseguide, vísir í, at Føroyar fáa sína fyrstu Michelinstjørnu, og at tað, sjálvsagt, verður Koks, ið fær hana, sigur hann við Berlingske. Eisini matummælarin hjá Berlingske sjálvum, Søren Frank, væntar, at Koks fær eina Michelin­ stjørnu hesa ferð. Hann sigur, at Koks er ein av teimum matstov­ unum, sum hava greitt frá, at tey halda, at tey hava havt vitjan av inspektørum frá Michelin tríggjar ferðir, sum er tað, ið krevst fyri at fáa eina stjørnu. Tveir av fremstu matummæl­ arunum í Danmark eru samdir um, at hesaferð fer ein Michelinstjørna til føroysku matstovuna Koks í Kirkjubø – Eg áni tað ikki. Vit vita púra einki um hetta. Tað er so ofta, at ummælarar og miðlar gita um, hvør fær Michelinstjørnur – ofta passar tað, men ofta passar tað ikki. Vit vita einki, men eru sjálvandi ræðuliga spent Vit eru øgiliga spent HETTA FÆR F Í FÍNA SELSK Eirikur Lindenskov – Hetta er ordiliga spennandi. Um tað eydnast Koks at fáa eina Michelinstjørnu miku­ dagin, so koma vit rættiliga við í tað fína selskapið, har fólk ferðast fyri at eta. Og tað fer at fáa stóran týdning fyri føroyska ferðavinnu. Tað sigur Guðrið Høj­ gaard, stjóri á Visit Faroe Is­lands, nú tað ljóðar í Dan­ mark og í Svøríki, at mat­ stovan Koks í Kirkjubø er millum kandidatarnar at fáa eina Michelinstjørnu. Á einum tiltaki í Stok­ hólm mikumorgunin klokk­ an 9 verða stjørnurnar fyri Norðurlond býttar út – og tá fæst at vita, um Koks verður millum tær hepnu mat­ stovurnar, sum fáa heiðurin. – Hetta fer at fáa eitt nýtt segement av ferðafólki til Føroya. Her er talan um fólk úr til dømis Amerika, sum bíleggja sær borð á Koks, áðrenn tey bíleggja sær ferða­seðilin. Hesar gestir hava tey longu á Koks, tí tey hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hetta slagið av ferðandi til Føroya, sigur Guðrið Højgaard. – Men um Koks fær eina Michelinstjørnu, so verð­ur Koks rættiliga sett á heims­kortið. Tá verður mat­stovan við í teimum røttu yvirlitunum, sum fáa matferðafólk at koma hendan­vegin. Eisini fer mat­stovan at verða meira umrødd í útlendskum fjøl­ miðlum, og alt hetta skapar ringar í vatninum, sum fer at fáa fleiri ferðafólk at koma hendanvegin. Tað er vaksandi tal av fólk, sum ferðast fyri at fáa matupplivilsi. Hendan bólkin kalla tey í ferðavinnuni fyri »foodies«. Guðrið Høj­ gaard vísir á, at nógvir av gestunum, sum Koks longu hevur, eru júst gestir, sum hava sum høvuðsgrund at vitja Føroyar, at njóta matin á Koks og tað er fantastiskt, heldur hon. Guðrið Højgaard sigur, at á Visit Faroe Islands eru tey fegin um øll produkt, sum hava høga góðsku og sum kunnu lyfta Føroyar. – Koks er so serstakt, tí tey koyra upp á tað ser­ føroyska við einum eyka tvisti. Vit hava eisini Barbaru og Áarstovu, sum eisini eru við til at lokka slík ferðafólk hendanvegin. Hetta eru ferðafólk, sum hava pengar, og vit vilja fegin hava fleiri slíkar gestir – sum tey kalla »big spenders«, sum fara uttanlands bara fyri at eta, tí tey gera eisini ymiskt annað, meðan tey eru her, sigur hon. Guðrið Høgjaard sigur, at á Visit Faroe Islands trúgva tey upp á møguleikan hjá Koks. – Vit hava nú í fleiri á sæð reaktiónir hjá útlendsku gest­unum, sum hava verið her – bæði frá fjølmiðlum og frá agentum, sum slett ikki hava skilt, hví Koks ikki langt síðani hevur fingið sína Michelinstjørnu. – Tey eru púra bergtikin og siga í fleiri førum, at hetta hevur verið besta máltíðin, tey nakrantíð hava fingið. – Tað hava vit ofta upp­ livað, sigur hon. Tey hava eisini merkt sær, at ferðafólk í nógv størri mun ferðast eftir at fáa autentiskar upplivingar, og tí er Koks tað besta vit hava í so máta, tí tað er ikki tað sama við tí serføroyska, sum at eta á øðrum Michelin­ matstovum. Her fært tú nak­ að serføroyskt, sum er heilt øðrvísi. – Vit hava nú í fleiri á sæð reaktiónir hjá útlendsku gestunum, sum hava verið her – bæði frá fjølmiðlum og frá agentum – sum slett ikki hava skilt, hví Koks ikki langt síðani hevur fingið sína Michelinstjørnu Karin Visth, vínstjóri Guðrið Højgaard