mánadagur 20. februar 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. februar2017 · Nr. 22
MICHELINSTJØRNA
Tað er tann listin, har
danska matstovan Noma var
nummar 1 í 2010, 2011, 2012 og
2014 og í fjør var nummar 5.
– Har eru fleiri matstovur,
sum vit síggja upp til, sigur
hann.
Michelin Guide er ein 117
ára gomul matstovuguide,
sum hevur sína stóru søgu.
Tey eru kend fyri at vera
rættiliga professiónell. Tá
tey døma fyrstu ferð, skulu
minst tríggir inspektørar
hava roynt matstovuna, sum
sjálvandi einki fær at vita um
tað. Tá inspektørarnir eru í
miðlunum, so eru teir ano
nymir.
Johannes Jensen heldur
tað vera sera góða markn
aðaføring, bara tað at vera
kandidatur
til
fáa
eina
Michelinstjørnu.
– Tað er sjálvandi góð
marknaðarføring fyri Koks,
men so sanniliga eisini fyri
Føroyar, og gastronomiski
parturin av Føroyar fær á
henda hátt stórt uppmerk
semi uttanlands. Tað kann
hava stóran týdning fyri
brandingina av Føroyum.
– Vit eiga øll part í stjørn
uni, skuldi hon komið. Allir
føroyingar og allur kokka
staburin og øll, sum arbeiða
við gastronomi í Føroyum
eiga sín part í hesum, skuldi
tað blivið til veruleika, sigur
hann.
Johannes Jensen legg
ur alsamt dent á, at tey
einki vita, og at tað bara eru
gitingar, at tey skulu vera
ímillum tær hepnu mat
stovurnar í Norðurlondum
mikumorgunin.
– Fáa vit hana, so verða
vit glað. Fáa vit hana ikki,
ja so koyra vit víðari, sigur
hann.
Býarsavnið
letur aftur
1. mars
Eirikur Lindenskov
– Eg sá fyri mær at hetta
skuldi
blíva
byrjanin
til tað heilt stóra, men
ístaðin er tað farið at ríða
mær ein marra.
Soleiðis sigur Birgar
Johannessen, sum sjálvur
hevur tikið stig til og
rekur Býarsavnið í Havn.
Men nú gevst hann, 1.
mars steingir Býarsavnið.
Trupuleikin
er,
at
savnið manglar pengar
til rakstur. Løn vil Birg
ar ikki hava, hetta er eitt
arbeiði, sum hann fegin
tekur á seg sjálvboðin.
Um hølisviðurskiftini
á savninum, sum heldur
til í gamla Tórs Cafeteria,
sigur
Birgar,
at
tey
hava verið góð. Men tey
gjørdust skjótt ov lítil, tí
áhugin at lata inn søgu
ligar lutir úr Havnini er
stórur
– Men eg hevði aðrar
ætlanir, sigur Birgar Jo
hannessen.
Hann hugsaði sær, at
niðurpakkaða savnið hjá
Tórshavnar
Býarsavni
og
tann
niðurpakkaði
parturin hjá Fornminnis
savninum, saman við Bý
arsavninum kundi fingið
pláss á æðru hædd í
gamla BankNordik bygn
inginum í N. Finsensgøtu,
sum
Tórshavnar
kommuna nú eigur.
– Tað hevði givið søvn
unum bestu umstøður.
Hetta hugskotið havi eg
havt frammi í bløðunum,
í útvarpinum o.a., men
tíanverri
hevur
ongin
myndugleiki
givið
tí
gætur.
Sum
eg
havi
skilt tað, skal hæddin
brúkast til teknistovu hjá
Tórshavnar
Kommunu,
sigur Birgar Johannesen.
– Men ein teknistova
kann
vera
hvar
sum
helst og nýtist ikki at
hava bestu plasering í
miðbýnum, sigur hann.
Hesa
tíðina,
savnið
hevur verið opið, hevur
tað verið væl vitjað.
– Serliga eru tað skúl
arnir
sum
hava
víst
áhuga, og hava børnini
fingið væl burturúr, tá
tey serliga skoða modellið
av Tinganesi og av Reyni,
har eg havi greitt teimum
frá, nær húsini eru bygd,
hvat tey hava verið brúkt
til o.s.fr.
– Heilt nógv eldri fólk
frá eldrasambýlum hava
eisini verið og vitjað, og
hevur tað verið áhugavert
at hoyra tey minnast á
gamlar dagar, sigur hann.
– Tankin hjá mær var,
at savnið kundi blivið
brúkt til mangt og hvat.
Eitt nú kunngjørdi eg á
Facebook, at fólk kundu
læra millum annað at
gera model av húsum
við umhvørvi, og havi eg
fingið fleiri áheitanir frá
áhugaðum næmingum.
– Hvør veit, kanska
onkur arkitektur, byggi
meistari
ella
listafólk
hevði sprottið burtur úr
slíkari undirvísing, held
ur Birgar Johannesen.
Nakað
annað
sum
hann
eisini
hevur
í
tonkunum er, at fólk
høvdu
fyrilestrar
um
føroyskt
handverk
og
líknandi. Hugskotini eru
mong, heldur hann.
– Eg sá fyri mær, at
savnið skuldi blíva til
nakað heilt stórt. Men
ístaðin er hetta vorðin ein
marra, har eg føli skuldar
kenslur yvir fyri teimum,
sum hava stuðlað mær –
og so rakk tað ikki á mál
kortini, sigur Birgar Jo
hannessen.
Eingir pengar eru eftir, og tá myndugleikarnir held
ur ikki geva tí gætur, steingir Býarsavnið 1. mars
FØROYAR
KAPIÐ
At enda sigur Guðrið Høj
gaard, at hon trýr veruliga
uppá, at tað skal ganga hjá
Koks.
– Eg havi eitt sovorðið
búkfornemmilsi
fyri
tí,
tað eru so nógv, sum hava
spátt um tað, serliga Bent
Christensen frá Den Danska
Spiseguide og Søren Frank
frá Berlingske.
– So man tað ikki fara at
ganga – vit satsa í øllum før
um upp á tað, sigur føroyski
ferðavinnustjórin
Guðrið
Højgaard.
BÝARSAVNIÐ
Birgar Johannessen
Johannes Jensen