mánadagur 20. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Vikuskiftið eftir vikuskiftið
pakkar
Holgar
Jacobsen
bilin við gittarum og útgerð
og fer á ferð sum tónleikari.
53 ár gamli sørvingurin situr
stundum á café ella barr á
náttartíð og spælir fyri fólki.
Onkuntíð er hann tónleikari
í bólkum til størri tiltøk. Og
javnan stuðlar hann upp
undir hjá yngri tónleikarum,
sum hava framførslur.
– Tað kennist ongantíð
sum ein plága at fara avstað
til ein framførslu, sum eg
havi tikið á meg. Eg gleði
meg at fara út spæla, og mær
dámar væl at koma í sam
band við fólk, tá ið eg eri úti.
Um onkur løta kann kennast
strævin, so er tað gevandi og
upplyftandi, tá ið fólk koma
at práta um sangir hjá mær,
sum teimum dámar, sigur
Holgar Jacobsen.
Hann kann stundum upp
livað at spæla fyri hundrað
fólkum, og onkuntíð eru tað
bert nøkur fá fólk, sum sita
og lurta.
– Tað gevur góða venjing
at spæla so nógv, sum eg
geri, og eg kann brúka longu
framførslurnar
at
venja
gittarspæl og mína rødd,
hóast eg ikki eri tann stóri
sangarin. Eru nógv fólk,
kann eg spæla sangir, sum
fólk kenna, og tað er lív í,
og eru tað fá fólk, sum sita
og lurta, kann eg velja aðrar
sangir, og onkuntíð royna
onkran nýggjan sang.
– Summarnæturnar, tá ið
eg koyri heimaftur, kunnu
verða fantastiska vakrar.
Tað kemur meira enn so fyri,
at eg steðgi á onkrastaðni
og njóti útsýnið. Og tá ið eg
so komi heim, kann eg fáa
mær ein góðan kaffimunn
og tørna inn. Tað eru eisini
góðar løtur, sigur hann.
Deyðin í hølunum
Holgar Jacobsen hevur verið
ígjøgnum nógvar lívsbroyt
andi
hendingar
seinastu
árini. Hann hevur mist fleiri
av sínum nærmastu, og hann
hevur
verið
lívshóttandi
sjúkur.
– Tað er eitt gott við okk
um menniskjum. Vit kunnu
ikki síggja fram í tíðina og
vita, hvat bíðar okkum, sigur
Holgar Jacobsen.
Í 2010 kendi hann nakrar
ferðir sting í bringuni, með
an hann var í holt við at
innspæla tónleik til nýggja
útgávu.
– Vit spældu við Tinga
nest á Tvøroyri, tá ið eg føldi
okkurt í bringuni, men tað
fór burtur aftur. Eg spældi
konsertina, og eg hugsaði
bara um, at eg mátti fáa fløg
una hjá mær lidna, greiðir
hann frá.
Tveir
mánaðir
seinni
small hann um við hjarta
tilburði, meðan hann hjálpti
til at stoypa studio hjá Finni
Hansen, sum hann eisini
hevði arbeitt saman við um
fløguna, sum tá varð liðugt
innspæld. Støðan var heilt
kritisk, og Holgar var í lívs
vanda.
– Deyðin andaði meg í
nakkan. Eg varð sendur til
Danmarkar til viðgerðar, og
har stóð illa til. Hjartað gavst
næstan at sláa, og læknin
ætlaði at skurðviðgera meg
mitt á nátt, men eg kom eitt
sindur fyri meg, so skurð
viðgerðin bleiv um morgun
in.
Meðan Holgar lá sjúkra
húsinum í Danmark, doyði
pápi hansara heima í Føroy
um.
Holgar kom fyri seg aftur
og fór heim til Føroya. Í 2013
fór hann aftur í studio at
spæla fløgu inn, og so kom
enn eitt feigdarár – 2014.
Í
februar
mánaði
doyði
mamma hansara brádliga, og
í oktober doyði konan Nomi,
sum var sjúk av sklerosu.
– Hetta var alt sera hart
og koyrdi meg heilt um koll,
men vit menniskju hava
einki val. Ætla vit at vera
her á jørð, mugu vit koma
víðari. Spurningurin er bara,
hvussu vit koma víðari, sigur
Holgar.
Stórur saknur
Seinastu tvey árini hava ver
ið sera strævin og krevjandi
hjá Holgari, og alt er vent
upp og niður í hansara
tilveru.
–
Fyritreytirnar
fyri
lívinum
eru
heilt aðrar nú, enn
tær vóru áðrenn.
Onkuntíð havi eg
hugsað,
droymi
eg ella er hetta
Hvør er tín yndistónleikari?
– Mín avgjørda fyrimynd sum tónleikari er Mark Knofler.
Hann er framúr gittarspælari og sangskrivari,
og hansara framførslur náa hægri hæddum.
Hvør er besti lutur, sum tú eigur?
– Tað er ein Taylor 310 ce gittar, sum eg fekk frá Nomi
einaferð. Eg minnist enn, hvussu sera glaður eg var, tá ið eg
fekk hann. Tann gittarin er nakað heilt serligt fyri meg.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAKNURIN ER
SERA STÓRUR
– Eg eri glaður fyri at verða á lívi og virkin, tí tað er eingin sjálvfylgja,
tá ið tú hevur verið har, sum eg havi verið, sigur tónleikarin
Holgar Jacobsen. Í 2010 yvirlivdi hann álvarsligan hjartatilburð
fyri síðani at uppliva, at pápin, mamman og konan doyðu