Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22 UNDIR FÝRA EYGUM Hvar kundi tú hugsað tær at hildið eina feriu? – Ísland hevur fleiri ferðir verið gott og áhuga­vert at vitja, men nú er mítt stóra ynski at sleppa til USA. Hvønn sang kundi tú ynskt, at tú hevði skrivað? – Sangin »Betri kós« hjá mínum sera góða og trúgva vini Jóan Jakku Guttesen, sum hevur havt sera stóran týdning fyri meg. Eg felli ofta eitt tár, tá ið vit spæla hendan sangin. Sangurin er sera vakur. Skrivaði sang á óvanligan hátt Tá ið Holgar Jacob­sen í 2010 lá á Ríkissjúkra­hús­ in­um eftir lívshóttandi hjartatilburð, doyði pápi hansara heima í Føroyum. – Tá ið eg varð fluttur til Danmark, segði eg far­ væl við hann, men tað var, sum hann kom aftur til mín, meðan eg lá á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Eg fekk sterkan heilivág, so tað var í hesum tilstandi, at eg hevði upplivingina og skrivaði ein sang, greiðir Holgar frá. Hann hevði ikki um­ støður at skriva tekstin niður ella upptaka lagið, og tað var ikki fyrr enn hann kom aftur til Føroya, at hann royndi at fáa sangin niður á pappír. – Eg mátti biða onkran skriva niður fyri meg, men tá upplivdi eg, at bæði tekstur og lag komu aftur, og at tað sat júst, sum tað skuldi. Eg havi ongantíð áður ella síðani skrivað ein sang á hendan hátt, sigur Holgar. Sangurin kallast »Kanska tú svav« og er heitislagið á seinastu út­ gávuni hjá Holgari, sum kom í 2013. veruleiki. – Saknurin er sera stór­ur í gerandis­deg­num. Sum tíðin gong­ur, rakar tað ikki so hart, sum tað gjørdi at byrja við, og eg byrji at blíva góður við saknin. Hann er ikki bara fíggindi, hann er eisini ein vin­ur. Eg havi mynd­ir og minni frá lívinum áðrenn, og tað kemur aftur til mín. Eg sakni mín kæru øgiliga nógv, men eg vil ikki renna und­an sakninum. – Tað hava verið nógv­ar nætur við gráti og spurn­ ingum um, hví tað skuldi enda soleiðis, men hetta er partur av mínum lívi nú. Eg eri fegin um, at eg eri á lívi og eri virkin, tí tað er eingin sjálvfylgja, tá ið tú hevur verið har, sum eg havi verið. – Tað hevur eisini nógv at siga fyri meg nú, at Nomi stuðlaði mær so væl við øllum tí, sum eg tókst við. Gjørdi hon ikki tað, hevði eg kanska verið givin at spæla tónleik fyri nógvum árum síðani. Nú er tað tónleikurin, sum heldur meg koyrandi. – Sklerosan oyðilegði nógv, men hon kláraði ikki at oyðileggja okkara forhold, og tað er ein stórur uggi. Vit hildu saman og vóru góð til seinasta andadrátt, sigur Holgar. Familja og vinir Hóast tómrúmið hevur verið stórt, og gerandisdagurin ikki bara hevur verið lættur, hev­ur Holgar strítt seg víð­ ari. – Tíðin lekir ikki sárini, og hjá mær eru sárini ikki blivin arr, tey eru framvegis sár, men eg læri meg at liva við teimum, sigur hann. – Tað, sum eg havi skrivað og spælt seinastu tíðina, hevur verið nógv merkt av sorg og sakni, og tað er ikki so løgið, tí tað er har, hjartað og tankarnir hava verið, og tað er grundarlagið undir mínum sangum. Men eg vil gjarna manna meg eitt sind­ ur uppaftur og skriva um annað eisini. Tað hevur eisini verið stór hjálp hjá Holgari, at hann hevur havt familju og vinir rundan um seg. – Í royndarstundum sært tú, hvørjir eru tínir vinir. Nakrir fáir góðir vinir hava hjálpt mær sera væl, og teir eru gull verdir. Eg havi eisini ein son og tvey abbabørn, og tann familjan er eitt veru­ ligt ljóspunkt í mínum lívi. Abbabørnini tíma væl at spæla og syngja, og tey kalla meg onkuntíð rockabbi, sigur hann. Uggin Tónleikur hevur verið og er framvegis púra sentralur í lívinum hjá Holgari, og tón­ leik­urin heldur honum í gongd. – Eg siti ofta við gittar­ anum, klimpri og droymi meg burtur, spæli bara okk­ urt. Gittarin blívur ein uggi mitt á nátt, og hann hevur hjálpt mær sera nógv, tí eg kann altíð fara til tónleikin, sigur Holgar, sum eisini hev­ ur ætlanir um at geva meira tónleik út. – Eg havi sangir liggjandi til fleiri útgávur, og eg vil sera fegin geva meira av mín­um tónleiki út. Ein máti kundi verið at innspælt ein­ stakar sangir og givið teir út, og so seinni samla teir á eina útgávu. Tað er næstan eitt forbannilsi, at eg havi so nógvar sangir liggjandi, sum eg ikki havi gjørt meira við enn. Holgar undirvísir eisini í gittarspæli í kvøldskúlanum á Giljanesi og í Sørvági, og tað er sera gevandi. – Eg havi bæði ungar og vaksnar næmingar, og har føli eg veruliga, at eg geri mun við at læra tey gittar­ spæl. Fleiri av ungfólkunum hava góð evni, og hvør veit, um onkur teirra verður ein stórur tónleikari í framtíðini. Tað er í øllum førum hugaligt at geva frá sær, sigur Holgar. Hann hevur eisini aðrar hugaligar uppgávur sum tón­ leikari. Hann spælir fast við Vestmonnum og Tinganest, og í løtuni spælir hann eis­ ini nógv saman við Báru Silvansdóttir. Áður hevur hann spælt nógv saman við Tórfríð Tausen. – Tað er sera hugaligt at spæla saman við yngri fólki, sum hava evni og áræði. Tað skal eitt sindur til fyri at etablera seg sum tónleikari í Føroyum, og eg vóni, at eg kann hjálpa onkrum av teimum ungu við tí, sigur hann. Og tónleikurin hevur eis­ ini ein týðandi persón­lig­an týdning. – Eg finni ugga í tónleik­ inum á lívsins hørðu ferð, og teir ringu og tungu dagarnar flýggi eg til tónleikin. Hóast lívið er hart, eri eg glað­ur fyri at liva og kunna spæla tón­ leik, sigur Holgar Jacob­sen. eydun@sosialurin.fo - Eg finni ugga í tónleikinum á lívsins hørðu ferð, og teir ringu og tungu dagarnar flýggi eg til tónleikin. Hóast lívið er hart, eri eg glaður fyri at liva og kunna spæla tónleik, sigur Holgar Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen UM HOLGAR JACOBSEN Holgar Jacobsen er 53 ára gamal sørvingur. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og hevur arbeitt nógv innan fakið. Tónleikur hevur síðani barnaárini spælt ein alt størri týdning í lívinum hjá Holgar, sum hevur spælt nógv í bólkum og eisini hevur verið sera virkin sum solistur og í egnum bólki. Hann hevur spælt og í bólkum sum Sørvings, Tinganest og Vestmenn. Hann hevði í fleiri ár bólkin Holgar & Vinmenn, sum gjørdist til Holgar & Vilmenn, og seinastu árini hevur hann spælt nógv sum solistur.