Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TORRADAGAR Árni Gregersen Tað er púra greitt, at áhugin fyri, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir nýggjár, er ómeta­liga stórur. Ikki bert millum politik­ arar og fólk í vinnuni, men so sanniliga eisini millum van­lig fólk. Tvær ferðir í sein­astu viku var miðhøllin í skúl­anum á Skúlatrøð í Klaks­vík stúgvandi full av áhoyr­arum, tá ið fiskivinnan var á breddanum. Hesaferð var tað vinnan sjálv, sum fekk høvi at siga sína meining um, hvussu fiski­vinnan skal skipast – ella ikki skipast. Pallborðið var blandað við umboðum fyri partar av vinnuni, sum klára seg serliga væl í løtuni: uppsjóvarskipini og trolararnir í Barents­hav­ inum. Hin parturin var umboð fyri føroyska heimaflotan, bæði tey størru skipini og teir smærru bátarnar. Grundleggjandi kann sig­ ast, at umboðini fyri hesar báðar partar, vóru ikki samd­ ir um, hvat skal gerast. Meðan umboðini fyri heima­flotan vístu á, hvussu undar­ligt tað er, at so hvørt sum botnfiskurin mink­ar undir Føroyum og onnur fiskasløg koma inn á land­ grunnin, so minkar teirra partur og onnur skip sleppa inn á landgrunnin at veiða tann fisk, sum nú er har. Ein landgrunnur, sum ann­ars eftir lógini um vinnu­ ligan fiskiskap hevur verið undir strangum regulering­ um líka til nú. Atkomuligheit Í øllum orðaskiftinum um nýggja fiskivinnuskipan hev­ur talan verið nógv um, at skipanin skal gerast so­ leiðis, at tað verður lættari hjá øðrum at koma framat í vinnuni enn teimum sum eru partar av vinnuni nú. Hesin spurningurin var eiisini viðgjørdur, serliga um hvussu tils kal bera at sleppa uppí uppsjóvarvinnuna og at fiska av kvotuni í Barents­ havinum. Rey skip, sum taka lut í hes­um fiskiskapi eru tey, sum klára seg best í løtuni. Poul Huus Sólstein, sum umboðaði sølufelagið hjá Norð­borg-samtakinum, helt, at tað er neyðugt við stór­um fyritøkum júst í upp­sjóvar­ vinnuni, tí her eru nøgdirnar stórar júst nú, men hetta er eitt slag av fiskikapi, sum kann broytast ómetaliga skjótt. – Tað ræður um at hava skip, sum kunnu fiska kvot­ urnar, tá ið tær eru stórar, segði hann. Kristjan Martin Rasmus­ sen, reiðari, helt, at tað eru nóg mikið av aktørum í hesi vinnu júst nú. – Orsøkin til at tað gongur so væl nú er, at vit hava rationaliserað. Tað vil siga, at vit hava lagt loyvir saman og hava tey skip sum skulu til fyri at fiska kvotuna. Hann legði afturat, at or­ søkin til at føroyingar hava so stórar kvotur av upp­sjóvar­ fiski júst nú er, at vit hava ásett okkum egnar kvot­ur. Hann helt ikki, at hetta fer at vera so í fram­tíðini. – Men hækka kvoturnar munandi meir og tað verður gjørt við samráðingum, so sigi eg ikki, at ikki aðrir eisini eiga at sleppa framat, segði Krisjan Martin Rasmussen. Hanus Hansen, reiðari, segði, at tað fer ikki á nakran hátt at geva størri avkast til landskassan um fleiri skip fara at fiska somu nøgd av fiski. Tað fer bara at kosta meira at fáa hvørt tons uppá land. – Tað ræður um at gera loyvini so long, sum til ber. Tað gevur besta tryggleikan í vinnuni. So má tað almenna tala skattin av vinninginum, helt Hanus Hansen. Formaðurin í Føroya Reið­arafelag, Annfinn Ol­ sen, segði seg partvís vera samdan við tí, sum hinir hava sagt, at pláss er ikki fyri nýggjum aktørum. – Teir sum eru í vinnuni MEGASTÓRUR ÁHUGI FYRI FISKIVINNUNI Í KLAKSVÍK Aðru ferð í somu viku, var miðhøllin í skúlanum á Skúlatrøð fullsett, tá ið vinnan tosaði um, hvussu fiskivinan skal skipast Pallborðið var mannað við umboðum fyri vinnuna og Meginfelag Útróðrarmanna og Føroya Fiskimannafelag