Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22 TORRADAGAR nú megna væl at fiska kvot­ urnar. Tað ræður um at gera, sum norðmenn siga; Skab ført – del etterpå, segði Annfinn Olsen. Hin parturin Hini umboðini við pall­borð­ ið – tað vil siga, teir sum umboðaðu botn­fiska­flot­an, høvdu eina heilt aðra til­ gongd til nýggja fiski­vinnu­ skipan. Petur Martin Petersen vísti á, at júst nú eru tað frysti­línuskipini, sum klára seg best, men hann vísir á, at tað ikki altíð hevur verið so. Hann nevndi eisini, at íløgurnar í hesi skip eru risa­ stórar. – Meðalaldurin á línuskip­ unum er 42 ár og tað er alt ov høgt, men ótryggleikin í skipanini ger, at tað er ómøguligt at fáa lán til nýggj skip, segði hann. Jaus Knudsen vísti á, at atkomuligheitin er bert ein spurningur í upp­sjóvar­ vinn­uni. Í hinum vinnunum ræð­ur tað um at gera tað lokkandi at fáa fólk at koma í vinnuna. – Til dømis eiga vit at býta uppsjóvarfisk um við botnfisk hjá grannalondum okkara. Tað hevði gjørt tað meira liviligt hjá øðr­ um skipabólkum enn upp­ sjóvar­skipunum, segði Janus Knudsen. Dánjal í Skálanum, Vest­ manna, segði, at hetta við at­komuligheit tekur hann ógvu­liga lætt. – Hetta er bara ein máti at royna at selja spurningin um upp­boðssøluna uppá. Tað er í veruleikanum at seta eitt rokn­ stykki upp fyri at fáa peng­ar úr vinnuni, áðrenn fisk­urin er fiskaður, segði hann. Eisini Absalon í Buð, for­maður í Meginfelag Út­ róðrar­manna, helt at hetta við atkomuligheit er eitt royk­slør. Alla staðni enn í uppsjóvarvinnuni ber væl til at sleppa framat, segði hann. Mortan Berjastein, Føroya Fiskimannafelag, helt at møguleikarnir eru nógvir og væl ber til at sleppa inn í vinn­una. – Til dømis hava kvotur úr Stillahavinum givið at­ gongd til uppsjóvarfisk í før­ oyskum sjógvi, segði Mortan Berjastein. Fordeilingspolitikkur Annfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, segði und­ ir orðaskiftinum, at verð­ur farið undir eina upp­boðs­ sølu, so er tað ikki fyri at gagna fiskivinnuni. – Verður tað gjørt, so er tað tí landsins myndug­leik­ar royna at fordeila virð­ini øðr­vísi. So er tað for­deil­ings­politikkur og ikki fiskivinnupolitikkur, segði hann. Janus Knudsen umboðaði smáu trolbátarnar í bólki 4T: – Hjá okkum er tað rættu­ liga einafalt. Vit klára akku­ rát at liva sum er, men vit tola ongar byrðar afturat og annars dugi eg als ikki at síggja, hvussu vit kunnu keypa kvotur, segði hann. Í orðaskiftinum í Klaksvík vóru fleiri aðrir spurningar vendir. Millum annað helt Absalon í Buð at vit fáa alt ov lítið burturúr avtaluni vit hava við Ísland. Mortan Berjastein segði, at ringt er at vita hvussu vinnan skal skipast, tá ið ein ikki veit, hvussu nógar peng­ ar politikkarnir vilja hava í lands­kassan. Sánjal í Skálanum royndi at gera upp við hetta at loyv­ ir verða givin politiskt. – Vit fingu loyvini, tá ið lógin um vinnuligan fiski­ skap kom í gildi. Øll, sum tá vóru í vinnuni fingu loyvir. At tosa um politiska út­lutan er bara fyri at seta fiski­ vinnuna í eitt negatdivt ljós, segði hann. Annfinn Olsen, reiðari segði: – Tað kann gott vera, at tað er pláss fyri nøkrum skip­um afturat og øll fara at hava yvirskot. Men saml­ aða yvirskotið verður minni, skulu fleiri skip fiska somu nøgdina, endaði hann við. Jón Brian Hvidtfelat og Óluva Zachariassen, journalistar, stýrdu orðaskiftinum Hópur avahoyrarum vóru til fundin í Klaksvík