Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dávur Winther, sum øll árini hevur verið fyrireikari, ætlar at vera í uppaftur betri tíð við fyrireikingunum til Torradagarnar næsta ár Jóannes Hansen Tað er fastur táttur í Klaks­ vík, at Torradagar eru í hálv­ um februar – í torratíð. So­ leiðis hevur tað verið síðani 2007, og soleiðis verður tað eisini í 2018, tá ið tólvta stevnan ella tiltakið av hes­ um slagnum verður. – Tað var eftir nýggjár í 2007, at hugskotið spratt um eitt tiltak í myrku vet­ rarmánaðunum. Hetta var í hugaroki saman við Oliv­ er Joensen og Niclas Hera Jákups­son. Eg helt, at vit skuldu vera fe­lags um hetta, men soleiðis varð tað ikki. Teir eru upptiknir av sjó­ manna­degnum og øðrum, og síðani havi eg einsamallur skipað skránna og tiltøkini á Torradøgunum. Eg eri í starvi hjá kommununi, og tað kennist gott, at borgar­ stjórin hevur bakkað Torra­ dagarnar væl upp. Men tað hevði einki gjørt, um kommu­nal­politikararnir høvdu víst tiltøkunum størri ans á tann hátt, at teir møttu betri upp til ymsu til­ tøkini. Tað hevði verið gott fyri teir sjálvar og eisini tey, sum vitja, sigur Dávur Winth­er, ið vegna Klaksvíkar kommunu stendur á odda sum fyriskipari. Áhugin fyri Torradøg­ unum hevur alla tíðina verið stórur, og tað tykist sum um, at hann er vaks­andi: – Í fjør var samantalda talið á luttakarum til ymsu tiltøkini um trý túsund. Í ár var tað hægri. Vit hava rokn­að okkum fram til, at tað vóru væl fleiri enn hálvt fjórða túsund, sum vitj­aðu ymsu tiltøkini hesa­r dagarnar. Veðrið var óvanliga gott, tá ið árstíðin verður havd í huga, og skráin hevur ongantíð undanfarnu tíggju ferðirnar verið so rúgvis­mikil og fjølbroytt, sum hon var hesa ferð, sigur Dávur Winther, og hann heldur fram: – Í Klaksvík er tilvit­an­ in um týdningin av fiski­ vinnuni øgiliga stór. Tað speglast aftur í, at tað øll árini hevur savnað nógv fólk, tá ið politikararnir eitt kvøld savnast at viðgera fiskivinnuna. Soleiðis var tað mikukvøldið, og soleiðis var tað aftur fríggjakvøldið, tá ið vit fyri fyrstu ferð royndu okkum við umboðum fyri vinnuna í panel­inum. Kjølfest í vinnuni Tá ið tað fyri tíggju árum síðani varð farið undir Torradagarnar í Klaksvík, varð tosað um týdningin av at skipa fyri mentanartiltaki mitt á vetri. Samstundis var týdn­ingarmikið at undir­strika, at stevnan ella átakið skuldi kjøl­festast í fiski­vinnuni, og at heitið á døgunum skuldi benda á tað borðið heldur enn á ment­ anina í tradi­tionellari fatan. – Í gamla føroyska álma­ nakk­an­um var torratíðin frá tendring síðst í januar og til næstu tendring. Hetta er góð fiskitíð, tá ið torra­ hýsan kem­ur inn á grunnin til at gýta. Hetta er hugaligt hjá teimum í vinnu­ni, og tað kennist eisini huga­ ligt hjá okkum øllum, nú tá ið dagarnar dragna. Tí­ betur hevur tað víst seg, at vinnulívið í Klaksvík av fullum huga hevur tikið undir við Torra­døgunum, og tað varð eisini staðfest hesa ferð, sigur Dávur Winther. Eitt av høvuðsendamál­ unum við Torradøgunum var at seta sjó­mannin og sjóvinnuna á ein mentanar­ ligan pall. Skráin og áhugin kundi bent á, at tað er eydn­ ast rættiliga væl. Settu hol á Flemish Cap Tað var línan og serliga út­róðurin, sum leingi var berandi parturin av fiski­vinnuni í Klaksvík. Tað var um línutíðina og heimaútróðurin – frá fyrst í farnu øld og fram um miðjuna av 1900 talin­um - at Kristian Martin Ras­ mussen greiddi frá í fram­ løgu í Betesda fyrra­partin hósdagin, tá ið salurin var mest sum fullsettur við meir enn 400 fólkum. Hann lýsti tíðina og útróðrarlívið og mentanina umvegis omm­ una og abban – Mariannu og Christian í Grótinum og um­ vegis mammuna og pápan Lenu og Palla hjá Mariannu. – Tað verður roynt at fáa so nógv, sum tað ber til at vera við í at skipa fyri. Kirkjan og samkoman í Betesda hava verið við hes­ar sein­astu ferðirnar. Tiltakið í Betesda, sum savn­aði heilt nógv fólk, var fyrrapartin hósdagin, tá ið tað í samkomuni plagar at vera skipað fyri almennum tiltaki við kaffi, køkum og sangi. Seinnapartin leygardagin var Flemish Cap á skránni í miðhøllini í skúlanum: – Tað hevur verið tosað um at seta hetta serliga tíðarskeiðið á skrá, men tað er ikki vorðið til nakað fyrr enn hesa ferð. Fiskiskapurin á Flemish Cap hevur nú tikið seg upp av nýggjum. Flemish Cap, New Foundland, Flógvin og býirnir har eiga langa og ríka søgu í Føroyum og serliga í Klaksvík frá umleið 1960 og fram til fyrst í áttati árunum. Línuskipini vóru mong her norðuri – Jógvan S, Pison, Kvikk, Jákup B, Klakkur, Stella Maria, Stella Kristina, Stella Karina, Nónhamar, Borgarin og Norðingur og so teir tríggir størru og yvirdekkaðu línu­ bátarnir Borðoyarnes, Hans Erik og Norðaldan. Hesir tríggir síðst nevndu royndu longri har yviri enn hinir. Leygardagin hoyrdu vit menn greiða frá, sum høvdu verið við bæði teimum smærru og teimum størru. Vit hoyrdu eisini tónleik og sóu film, og áhugin var framúr stórur, greiðir Dávur Winther frá, og hann leggur aftrat: – Júst hetta tíðarskeiðið og hetta fiskaríið fyllir ógvu­ liga nógv her norðuri. Tíverri hevur lítið verið at lisið um hetta, og yvirhøvur hevur dokumentatiónin verið lít­ il. Leygardagin settu vit sjøtil á hetta, og tað riggaði framúr væl. Teir vóru heilt nógvir, ið royndu har yviri, sum vóru savnaðir saman við so nógvum øðrum. 3700 vitjaðu tiltø Heri Olsen og Kjartan Kjartansson greiða frá um lívið á Flemish Cap, og áhugin er stórur Kristian Martin Rasmussen greiðir frá um sínar forfedrar og teirra lív og virki í Betesda TORRADAGAR