Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22 kini á Torradøgum Framløgurnar riggaðu væl, og bæði filmur og tónleikur skoraðu væl uppundir. Nú vísti tað seg at vera nógv tilfar um Flemish Cap og línu­bátarnar. Á almenna facebook bólkinum um Flem­ ish Cap verður nógv skrivað, og har eru nógvar myndir. Tí er tað so upplagt, at hetta verður tikið uppaftur. Tað vóru fleiri kvinnur, sum vóru vit til hetta tiltakið. Tá ið tær vórðu spurdar um hví, so svaraðu tær, at Flemish Cap hevði fylt nógv hjá teimum, og tí var eitt sera viðkomandi høvi at kunna seg betur um, hvat fyrifórst har yviri – eina viku til siglingarleið. Nógva staðni frá Tá ið Flemish Cap var á skránni leygardagin, vóru áhoyrarar savn­aðir alla staðni frá í landinum. Har vóru suðuroyingar, sand­ oyingar, vágafólk, høvuðs­ staðarfólk og aðra staðni frá í Streymoy, eystur­oyingar og fólk ymsta staðni frá úr Norðoyggjum: – Vit vóru eygnavitni til, at menn, sum ikki høvdu hitt hvønn annan, síðani teir í fleiri mánaðir á hvørjum túri vóru skipsfelagar, hitt­ ust aftur. Yvirhøvur haldi eg, at vit kunnu siga, at Torra­ dagarnir vísa seg at hava áhuga ikki bara her norðuri. Tá ið Frits Johannesen og Petur Martin Petersen úr Fuglafirði høvdu framløgur í Smæruni um ávikavíst pápa og abba sín, vóru nógvir fuglfirðingar hjástaddir. Fólk aðra staðni frá vóru eisini hjástødd, tá ið Bergur Jacobsen greiddi frá um at vaksa upp á Stong­unum í fimmti árunum, og soleiðis var tað eisini, tá ið tiltøk vóru eitt nú á sjúkrahúsinum, Spaniu­stovu, Smæruni og onnur tiltøk í Skúlanum á Skúlatrøð, gongu­túrur í Árnafirði og tiltøk aðra staðni, enn tey, sum her eru umrødd, sigur Dávur Winth­ er. Hvussu verður við Torra­ døg­un­um í 2018? – Undanfarnu árini havi eg sett meg við skránni, tá ið jólini eru farin afturum, og tá er tað so við og við komið upp á pláss. Nú eru fleiri hugskot longu komin á pappírið fyri næsta ár. Teimum ætli eg at arbeiða við seinni í hesum árinum, sigur Dávur Winther. – Onkuntíð hevur tað verið nevnt, at tíðin er farin frá hesum til­tak­inum, og at okkurt annað átti at verið sett í staðin. Eg haldi, at undir­tøkan fyri at luttaka og talið á vitjandi vísir, at hetta er tiltak, sum eigur bjarta fram­tíð. – Hetta kastar so nógv annað av sær til lokala sam­ felagið. Eitt nú frætti eg, at tað vóru heilt nógv, sum hesar dagarnar vitjaðu mat­ stov­ urnar, ið eru farnar at fjølg­ast her norðuri. Tað kennist huga­ligt. So okkurt bendir á, at Torra­dagarnir halda fram, har vinn­an og fólk, ið her býr, tekur væl undir við døgunum, sum ger tað hugaligt, sigur Dávur Winth­er, sam­skipari av Torra­døgunum at enda. Fríggjakvøldið vóru tað vinnulívsfólk, ið sótu við pallborðið og tosaðu um framtíðar fiskivinnuna Petur Martin Petersen greiðir frá um abba sín, Gamla Sámal Petur, í Smæruni Leygarmorgunin var martiné í Christianskirkjuni TORRADAGAR Ársaðalfundur Ársaðalfundur verður hildin 21. februar kl. 19.00 í MBF húsinum á Íslandsvegi 10c í Havn. Skrá sambært viðtøkunum. Harafturat heldur Magni Mohr fyrilestur. HJARTAFELAGIÐ hjartafelag.fo