leygardagur 2. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
3
Býarmenningin - Tórshavn 1856-1954
Tórshavnar Býarsavn
og Landsskjalasavnið
lata upp framsýning í
Snarskivuni í dag,
hósdagin 30. septem-
ber kl. 16
FRMSÝNING
Tíðindaskriv
Talan er um somu fram-
sýning, sum var í Smiðjuni
í Lítluvík á ólavsøku.
Evnið er um býarmenn-
ingina í tíðarskeiðinum frá
1856, tá ið Thorshavns
Bygningskommission,
bygginevndin, fór at virka
og fram til 1954, tá ið løg-
tingslóg um býarskipanir
og byggisamtyktir varð
samtykt.
Miðskeiðis í 1860-árun-
um kom tann fyrsta byggi-
ætlanin fyri gomlu Havn-
ina, og umleið 1880 sæst, at
Tinghúsvegurin fær skap
og somuleiðis býlingurin
úti í Bø, t.e. Bøgøta, Trónd-
argøta og Magnus Heina-
sonar gøta.
Ætlanin við framsýning-
ini er somuleiðis at fáa
fram, hvussu Havnin tók at
vaksa fyrst í 20. øld. Út-
stykkingar vórðu gjørdar,
og býlingurin í Abbatrøð og
høvuðsgøturnar niðan til
Rabarbukvarterið gjørdust
veruleiki.
Seinast í 1940-árunum
fluttu fólk í stórum tali til
Havnar, og býlingarnir í
Hornabø og úti í Grønlandi
sóu dagsins ljós. Tað var
eisini um hetta mundið, at
løgtingið fór at viðgera
lógina um býarskipanir og
byggisamtyktir. Fyri Havn-
ina var tað í tøkum tíma.
Arbeiðið byrjaði alt fyri
eitt, men ikki fyrr enn í
1972 varð tað liðugt. Tá
kom almenna byggisam-
tyktin
fyri
Tórshavnar
kommunu í gildið.
Á
framsýningini
eru
fotomyndir, kort, tekningar
og skjøl, sum vísa, hvussu
bygginevndin hevur arbeitt,
og hvussu fólk í Havn hava
hugsað, tá ið tey hava søkt
nevndina um byggiloyvi til
sethús og umbyggingar. Á
framsýningini eru eisini
umsóknir frá handlum,
fyritøkum og almennum
embætum.
Framsýningin í Snar-
skivuni er opin fram til 26.
november, mánadag til
fríggjadag frá kl. 9 til kl.
16, tó hósdag til kl. 18.
C
M
Y
K
3
2