Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 5 Gamli heiðurskrýndi Haslev Udvidede Højskole hevur somu trupulleikar sum aðrir danskir háskul- ar. Næmingarnir fækka. Í vikuni vóru tvey fólk í Føroyum og bóðu fólk HÁSKÚLASKEIÐ Edvard Joensen Halsev Udvidede Højskole hevur havt nógvar føroysk- ar næmingar øll tey árini, skúlin hevur verið til. Og tey ætla framvegis at hava føroyingar í næmingahóp- inum. So føst er ætlanin, at tvey fólk frá skúlanum júst hava verið ein »charmu- ferð« í Føroyum til at fáa nýggjar næmingar á skúlan. Sum tá føroysku skipar- arnir í gomlum døgum ferðaðust bygd úr bygd at biða fólk, komu fólk frá tí av føroyingum fyrr so kenda háskúlanum í Haslev hendanveg fyrr í vikuni at royna at fáa nýggjar næm- ingar til komandi skeiðið á skúlanum. Lisa Schmidt, lærari, og Martin Dam, húsavørður, vóru í ferða- lagnum. Haslev Udvidede Høj- skole er linjuskúli við fýra linjum. Tónleikur, kristni- kunnleiki og religión, ferðaháskúli og natúr og fríluftslív, sum tey nevna linjurnar. Umframt eru nógv onnur spennandi evni á skúlanum greiða tey bæði Martin og Lisa frá. Lisa Schmidt stendur sjálv fyri ferðaháskúlanum, sum seinnu árini hevur ferðast fast til Mongolia. Men eisini hinar linjurnar hava allar ferðir á skránni. Hvør hevur sína eftir sum gjørt verður av. Tó er ein skíðfeð til Noregs føst á hvørjum vetri. Nógvir føroyingar seta Haslev Udvidee Højskole í samband við heima- missiónina. Tætt samband hevur eisini í farnari tíð verið millum missiónina og skúlan. Men nú er ikki so meira, greiðir Lisa Schmidt frá. Heimamissiónin er far- in úr leiðslu skúlans. Hin- vegin eru KFUM & K enn knýtt at skúlanum, sigur hon. Ferðandi háskúlin, sum Lisa Schmidt stendur fyri, er eitt samstarv millum skúlan, eitt skótalið í Mongolia og KFUM skótar í Danmark. Hon sigur, at tey hava eina fimm ára verkætlan, sum tey arbeiða við í Mon- golia, har tey í felag seta ymiskt tiltøk í verk, sum kunnu menna og hjálpa teimum, ið tey samstarva við, á ymsan hátt. Næmingarnir úr Haslev fara á eina 10 vikur langa ferð til Mongolia, har tey búgva hjá privatfólki. Tey gjalda sjálvi fyri ferðina, hóast tað er partur av há- skúlaskeiðinum. Lisa Schmidt sigur, at tað tykist, sum fólk í dag ikki reiðiliga vita, hvat ein há- skúli er. Tískil er næminga- tilgongdin eisini álvarsliga minkandi í mun til tað, skúlarnir hava møguleika fyri at taka inn. Og fleiri danskir háskúlar eru eisini afturlatnir seinnu árini. Um Haslev Udvidede Højskole sigur hon, at skúl- in hevur møguleika fyri at hava 120 næmingr á skeiði. Men seinasta skeið vóru tey bara 30. Ferðandi skúlin plagar tó at verða mann- aður. 12 næmingar sleppa við, og tey royna at býta millum gentur og dreingir. Aldurin siga tey skal vera í hvussu er oman fyri 18 ár. Í løtuni er næsta ferðaliðið ikki mannað, sigur Lisa Schmidt. Bara átta næm- ingar eru teknaðir enn. Alt gentur. So brúk er fyri fýra røskum dreingjum, sum hava hug at ferðast við Transsibirisku jarnbreytini um Russland, Kina og Mongolia í eina viku ávegis til eina mongolska familju, sum teir so í einar tveir mánar skulu búgva hjá. Hetta serliga háskúla- skeiðið kostar út móti hálvthundraðtúsund krón- um. Tó er ein møguleiki at fáa nakað av ískoyti, greiðir Lisa Schmidt frá. Tað er, um tú ert KFUM skóti, sum tey hava samstarv við. Teir fáa nevniliga stuðul frá donsku skótarørsluni til júst hesar ferðirnar, sigur hon. Meira um Haslev Udvid- ede Højskole fæst at vita á heimasíðuni www. huhhojskole.dk. Leygardagin verð- ur fiskikapping hildin við Leynar- vatn FISKIKAPPING Tíðindaskriv Tað er háárstíð hjá síla- og laksafiskarum kring landið, og sum partur av hesi verður nú skipað fyri fiskikapping. Fyri at taka lut í kappingini eru tó nakrar treytir, sum skulu lúkast. Fyrst og fremst, so er kapp- ingin bert fyri teirra, sum hava galdandi fiskakort. Harnæst er bara loyvt at royna við flugutráðu, og at enda verður sagt, at allur reyður fiskur skal setast út aftur, nú gýtingartíð er. Kappast verður frá kl. 10 til 16. Sagt verður annars, at tilmelding til kappingina fer fram frá kl. 9. Tá liðugt er, verður allur fiskur máldur í longd, fyri síðani at avlesa vektina á tabell. Hetta fyri at fáa rættvísi ímillum reyðan fisk, sum má setast út aftur, og tann blanka fiskin sum kann takast. Tann ið fær ein fisk, skal flyta í minsta lagi 20 metrar frá staðnum ella har pláss er. Tað er altso ikki loyvt at standa á sama plássið alla tíðina, um eitt gott mið er funnið. Virðislønir verða handaðar við betong- brúnna, tá kappingin er av. Tað er P/F Jógvan Weihe, sum letur vinn- ingarnar. Gávukort verða latin til teir tríggj- ar, sum fáa størstu fisk- arnar, umframt at enn eitt gávukort verður lat- ið til tann, sum hevur fiskað vakrasta fiskin. Fiskikapp- ing við Leynarvatn Átak fyri háskúlan Kom og gakk GONGUDAGUR Tíðindaskriv 9. oktober skipar Kunn- ingarstovan í Havn saman við Tórshavnar Kommunu fyri einum gongudegi. Hetta er sama tiltak, sum var í juni í 2003. Tá luttóku eini 200 fólk, og sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, vóru øll samd um at tiltakið átti endurtøku uppiborið. Tað gera vit so nú. Fimm ymiskir gongu- túrar verða á skránni. Túrarnir eru millum 2,5 og 6 kilometrar til longdar, og heiðursbræv verður latið øllum lut- takarum. Allir túrar eru av Vaglinum og oman á Vaglið aftur. Tiltakið byrjar kl. 15. Lisa Schimidt, t.h., lærari á Haslev Udvidede Højskole hevur sjálvonnur júst verið í Føroyum á charmuherferð fyri at fáa fleiri næmingar á skúlan Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4