leygardagur 2. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
7
Gongst illa, verður
nýggi Smyril ikki
liðugur fyrrenn seint
í vár ella í summar
NýGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað verður ikki enn á
sinni, at nýggi Smyril verð-
ur liðugur.
Tað staðfestir tekniski
leiðarin á Strandferðsluni,
Magnus Magnussen, sum
hevur eftirlit við arbeiðnum
at gera nýggja Smyril.
Orsøkin er, at tað er
ruðuleiki á Skipasmiðj-
unum hjá IZAR, sum bygg-
ir nýggja Smyril. Tað merk-
ir, at arbeiðið verður lagt
lamið í heilum.
Áðrenn hesin ruðulleikin
tók seg upp, var nýggi
Smyril longu seinkaður.
Men arbeiðssteðgirnir, sum
nú eru, gera bara ilt verri.
Og Magnus Magnussen
sigur, at sum støðan er nú,
er vónleyst at siga, nær
nýggi Smyril verður lið-
ugur.
Men hann sigur, at frá tí
at arbeiðið verður tikið
uppaftur av álvara, fer tað
at taka einar fýra fimm
mánaðir at gera hann lidn-
an.
Afturvendandi
arbeiðssteðgir
Sostatt er ikki væntandi, at
tað verður fyrrenn nakað
væl er farið av næsta árið,
at flaggskipið hjá Strand-
ferðsluni verður at síggja
ímillum oyggjarnar.
Magnus Magnussen sig-
ur, at arbeiðið uppá nýggja
Smyril hevur verið merkt
av verkføllum og arbeiðs-
steðgum nú í langa tíð.
Tað er spanska skipa-
smiðjusamtakið,
IZAR,
sum byggir nýggja Smyril.
Í summar varð samtakið
dømt at betala spanska
landskassanum eina ovur-
honds stóra upphædd aftur,
sum tað skuldi havt fingið
ólógliga í almennum stuð-
uli.
Fyrr var talan um eitt
hernaðarligt samtak og eitt
vanligt samtak, men fyri
nøkrum árum síðani varð
alt sligið saman til IZAR
samtakið.
Samstundis varð varð
hernaðarligt og vanligt
virksemið blandað saman.
Spanska stjórnin betalir
sjálvsagt fyri hernaðarliga
partin,
men
gjøgnum-
skygnið hevur verið ov lítið
og ES er komið til ta
niðurstøðu, at peningur frá
sponsku stjørnini, sum
skuldi brúkast til hernað-
arliga partin, ístaðin er
brúktur sum stuðul til tann
vanliga partin av virksem-
inum og tað er ólógligt og tí
varð IZAR dømt at betala
stóra bót.
Alt hetta hevur ført til
stórar rembingar á skipa-
smiðjunum.
IZAR hevur arbeitt við at
loysa trupulleikum og tað
hevur ligið í luftini, at
onkrar skipasmiðjur skulu
lata aftur, aðrar skulu ein-
skiljast og í øðrum førum
skal virksemið á ymsum
pørtum í samtakinum skilj-
ast sundur, so at tað hern-
aðarliga er fyri seg og tað
vanliga fyri seg, fyri at fáa
meiri gjøgnumskygni í.
Hetta hevur fingið ar-
beiðsfólkið at kenna seg
ótrygt og tí hava tey sett
tiltøk í verk ímóti skipa-
smiðjuni.
Hetta hevur ført við sær,
at nú í langa tíð, hevur
arbeiðið ligið stilt í heilum
og tað hevur eisini rakt
arbeiðið
uppá
nýggja
Smyril.
Talan er fyri tað mesta
um punktverkføll, har tað
bara verður arbeitt nakrar
fáar tímar. Onkuntíð verður
aftur arbeitt heilar dagar,
men so liggur alt aftur stilt í
nakrar dagar.
Mikudagin arbeiddu teir
allan dagin, men tað er
einastu ferð í longri tíð, at
arbeitt hevur verið ein
heilan dag.
– Sostatt henda lítil og
ongi framstig í byggingini.
Teir dagarnar, har teir ar-
beiða allan dagin, kemur
nakað burturúr, men táið
teir bara arbeiða nakrar
tímar, kemur onki burturúr,
sigur Magnus Magnussen.
Hann leggur afturat, at
fyrrenn
viðurskiftini
í
IZAR eru fingin í rættlag,
er heilt vónleyst at siga,
nær nýggi Smyril verður
liðugur.
Men hann metir, at frá tí
at arbeiðið verður tikið
uppaftur av álvara, fer tað
at taka eina fýra fimm mán-
aðir at gera skipið liðugt.
Men nær arbeiðið verður
tikið uppaftur, er vónleyst
at siga í løtuni.
– Sostatt er støðan onki
serlig í løtuni og gongur-
heilt illa, verður nýggi
Smyril ikki liðugur fyrrenn
seint í vár, ella í summar.
Kunnu onki gera
Magnus Magnussen sigur,
at Strandferðslan hevur
sáttmála við IZAR og sotatt
er tað onki, sum kann ger-
ast við støðuna.
IZAR hevur váttað fyri
Strandferðsluni, at sáttmál-
in verður hildin.
Men í sáttmálanum er
eisini gjørt rúm fyri seink-
ingum og Strandferðslan
kann ikki vera leys av
sáttmálanum fyrrenn seint í
summar.
– Tá kunnu vit siga okk-
um leys av sáttmálanum og
siga, at vit vilja ikki hava
skipið. Men tað er neyvan
gongda leiðin.
So leingi sáttmálin gong-
ur, ber heldur ikki til hjá
Strandferðsluni at áleggja
IZAR at sleipa Smyril
onkra aðrastaðni at verða
gjørdur liðugur.
– Tað eru vit ikki harrar
yvir. So leingi sáttmálin
gongur, er tað IZAR, sum
hevur myndugleikan yvir
byggingini. Okkara einasta
uppgáva er at tryggja, at
dygdin í tí, sum gjørt verð-
ur, er ílagi.
Kortini stendur eisini í
sáttmálanum,
at
IZAR
kemur undir dagbøtur frá 1.
desember. Bøturnar eru
slakar 100.000 krónur um
dagin í fyrstuni, men so
hækka tær.
– Skipanin við dagbótum
gongur yvir átta mánaðir.
Er skipið ikki liðugt tá, er
talan um sáttmálabrot og so
er ein nýggj støða, sum
støða má takast til tá, sigur
Magnus Magnussen.
Tekur fleiri mánaðir at
gera nýggja Smyril lidnan
Hósdagin, 23. sep-
tembur 2004, tóku
politisku ung-
mannafeløgini stig
til at stovna sam-
takið PolUng
SAMSTARV
Tíðindaskriv
Endamálið er at savna
politisku ungmannafel-
øgini um felags áhuga-
mál teirra. PolUNg er
stovnað fyri skapa kjak
og skipa fyri tiltøkum,
sum elva til kjak - ser-
liga millum ungdómar.
Stovnandi feløgini eru
hesi:
• Ung fyri Miðflokkin,
• Unga Tjóðveldið,
• Unga Sjálvstýrið,
• Sosialistiskt
Ungmannafelag,
• Ungmannafelagið
Samband
•HUXA (Fólkafloks-
ungdómur)
Ungmannafeløgini hava
fyrr verið saman um
tiltøk, nevnast kunnu
millum onnur TABU-
ráðstevnan
og
Nýtt
Hugfar.
Samstarvið
hevur lagt lunnar undir
stovningina av PolUng.
Samtakið er samstundis
eitt forum fyri politisku
ungmannafeløgini.
Á
fyrsta
fundi
PolUngs skipaði nevnd-
in seg soleiðis:
Forkvinna:
Turid
Christophersen, HUXA
(Fólkafloksungdómur)
Næstformaður:
Dan
Lamhauge, Unga Sjálv-
stýrið
K a s s a m e i s t a r i :
Jógvan Jacobsen, Unga
Tjóðveldið
Skrivari: Eyðna Vidt-
feldt, Ungmannafelagið
Samband
Nevndarlimur:
Elin
Tausen, Ung fyri Mið-
flokkin
N e v n d a r l i m u r :
Annika
Eidesgaard,
Sosialistiskt
Ung-
mannafelag
PolUng fer í næstum
at skipa fyri kjakelvandi
tiltøkum.
Ungpolitiskt
samstarv
Nú í langa tíð hevur arbeiðið
upp á nýggja Smyril fyri at
mesta ligið stilt. Men frá tí at
arbeiðið verður tikið
uppaftur av álvara, tekur
tað fýra, fimm mánaðir at
gera skipið liðugt
Breyt nasahjólið undir lending í Vágum
Eitt flogfar hjá ís-
lendsku sjóverjuni
breyt nasahjáolið, tá
tað lendi í Vágum
fyrrapartin fríggja-
dagin. Eingin mans-
skaði hendi av óhapp-
inum
FLOGÓHAPP
Edvard Joensen
Vágar:
Alt spældi væl av, tá ein
splitta í nasahjólinum á
einum íslendskum flogfari
brotnaði, tá flogfarið setti
seg á flogvøllinum í Vágum
fyrrapartin
fríggjadagin.
Flogvøllurin varð stongdur
einar tveir tímar orsakað av
óhappinum.
Eitt flogfar hjá íslendsku
sjóverjuni kom fyrrapartin
fríggjadagin í Vágar við
fólki, sum skuldi á ein fund
í Føroyum.
Undir lendingini í Vág-
um brotnaði ein splitta í
nasahjólinum, og flogfarið
varð standandi úti á vøllin-
um og slapp ongan veg.
Finnbogi Niclasen, flog-
vallarovasti, sigur, at eingin
mansskaði hendi, og at
ferðafólkini, sum vóru við
flogfarinum, vóru fingin
inn í terminalin og fóru víð-
ari við bussi, sum var eftir
teimum.
Flogfarið varð standandi
einar tveir tímar ella so á
vøllinum. Tað gjørdi so, at
onnur ferðsla varð seinkað
hesa tíðina. Bæði Atlants-
flog og Maersk Air høvdu
flogfør
standandi,
sum
skuldu avstað, men máttu
bíðað, til íslendska flogfar-
ið var sleipað burtur av
vøllinum.
Kanningarnevndir
úr
bæði Danmark og Íslandi
skuldu koma i Vágar at
kanna skaðan, sum vænt-
andi skjótt varð umvældur,
segði Finnbogi Niclasen.
Hann væntaði fyrrapartin
fríggjadagin, at flogfarið
helst kundi fara aftur til
Íslands leygardagin.
Tórbjørn Jacobsen
skuldsetir Høgni
Hoydal fyri at hava
sent út eitt tíðinda-
skriv upp á nakkan á
sær, sum alment
hongdi Tórbjørn
Jacobsen út sum
lygnara
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tann 22. november 2000
var Tórbjørn Jacobsen í
Degi og Viku alment
hongdur út fyri at lúgva.
Hann segði, at hann ong-
antíð hevði kallað Anfinn
Kallsberg, løgmann, fyri
»danskan leigusvein«, so
sum hann var endurgivin
fyri at siga í Sosialinum
hendan dagin.
Men
tá
sjónvarpið
spældi bandið, har Tór-
bjørn Jacobsen segði tey
síðani so víðagitnu orðini,
fekk pípan annað ljóð.
Tórbjørn Jacobsen, tá-
verandi mentamálaráð-
harri, hevði tá gjørt av, at
grundlógardagurin 5. juni
ikki longur skuldi vera
frídagur í skúlunum, men
í staðin altjóða arbeiðara-
dagurin 1. mai. Hetta
dámdi ikki løgmanni, tí
kravdi hann av Tórbjørni
Jacobsen, at hann broytti
avgerðina aftur. Hetta var
orsøkin til glefsið mót-
vegis løgmanni hendan
dagin.
Eftir at Sosialurin var
komin á gøtuna, sendi
Tórbjørn Jacobsen út eitt
tíðindaskriv, har hann
avsannaði
tíðindini
í
Sosialinum. Hann segði
tíðindaskrivinum m. a.:
»Undirritaði hevur ong-
antíð brúkt hatta orðið
(danskur
leigusveinur,
red) um løgmann og
kundi eiheldur nakrantíð
funnið upp á tað…«
Í drúgvari grein í blaðn-
um í dag, har Tórbjørn
Jacobsen viðger stríðið
millum seg og Høgna
Hoydal, vísir hann m. a.
til hetta tíðindaskrivið og
sigur:
»Tann lygnin var nú eitt
produkt av einum tíðinda-
skrivi, sum lítli messias
(Høgni
Hoydal,
red.)
saman við onkrum øðr-
um, eftir sjálvsagdum
kravi frá Anfinni Kals-
berg, sendi fjølmiðlunum
upp á nakkan á undir-
ritaða,
kommunuval-
kvøldið í 2000.«
Sostatt gevur Tórbjørn
Jacobsen Høgna Hoydal
skuldi fyri ta lygnina, sum
var ein av orsøkunum til,
at Tórbjørn
Jacobsen
seinni mátti leggja frá sær
sum landsstýrismaður.
Skrivaði upp á
nakkan á
Tobba
Persónligu álopini hjá
Tórbjørn Jacobsen
eru djúpt oyðileggj-
andi fyri Tjóðveldis-
flokkin. Formaður
floksins, Høgni Hoy-
dal, kennir seg æru-
meiddan av álopun-
um frá skarpskjútt-
anum og skiparanum
á Glyvrum
ÓSEMJA Í TJÓÐ-
VELDISFLOKKINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Lygnari. Ungmamma. Lítli
messias.
Pseudomessias
hjá gjeikarum og lesbiskum
føroyingum, ið er ílatin eitt
politiskt kot. Tað er ikki
hissini eyknevni, ið herja
yvir floksformannin í Tjóð-
veldisflokkinum,
Høgna
Hoydal.
Skarpskjúttin á Glyvrum,
Tórbjørn Jacobsen, gevst
ikki so. Hann hevur sein-
astu dagarnar verið á
Álandi, og Í lesarabrævi í
Sosialinum í dag tekur
hann aftur blaðið frá munn-
inum.
Tjóðveldistingmaðurin
úr Eysturoynni ætlar ikki at
bakka ein tumma fyri
floksformanninum,
og
heldur fast um, at Høgni
Hoydal lýgur í samband við
málið um skrásetta par-
lagið.
Tórbjørn Jacobsen hóttir
eisini við, at verður hann
álopin aftur, hevur hann
nakrar politiskar handgran-
atir í skápinum, ið eru klár-
ar at leypa út-skuldi tað
verið neyðugt.
Hunddálking
Høgni Hoydal hevur ikki
lisið seinastu viðmerking-
ina hjá fyrrverandi næstfor-
manninum í Tjóðveldis-
flokkinum, men tá blað-
maðurin reksar nøkur lýs-
ingarorð upp, gerst formað-
urin í Tjóðveldisflokkinum
skakkur
–Eg veit satt at siga ikki
hvat eg skal siga, tí hatt er
so langt úti. Síðan eg fór í
politikk hevur verið ger-
andiskostur, at eg havi ver-
ið hunddálkaður av mínum
politiskum mótstøðumonn-
um, ja so nógv, at eg kundi
havt eini 40 sakir um
ærumeiðing, um tað skuldi
verið. Men tá tað er ein
limur í egnum flokki, ið
leggur eftir einum, tá tosa
vit um ein trupulleika á
heilt øðrum stigi, sigur
Høgni Hoydal
Formaðurin í flokkinum
sigur, at ákærurnar hjá
Tórbjørn
Jacobsen
eru
djúpt oyðileggjandi fyri
flokkin og elva til eina
stóra ørkymlan innanhýsis í
flokkinum.
– Tað er í grundini líka-
mikið, hvat hann heldur um
mín persón, men hann
skaðar flokkin almikið við
slíkum álopum, vísir Høgni
Hoydal á.
Spurdur, um álopini frá
Tórbjørn Jacobsen standa í
mát við tey persónligu álop,
sum hann metir grundarlag
var fyri sakum um æru-
meiðing, svarar Høgni, at
sjálvandi gera tey tað, tí tal-
an er um beinleiðis útspill-
ing.
Tosa ikki saman
Høgni Hoydal greiðir frá,
at hann og Tórbjørn Jacob-
sen hava ikki tosað saman
um málið enn. Floksfor-
maður hevur fleiri ferðir
roynt at fingið fatur á Tór-
birni á telefon, men tað
hevur ikki eydnast enn.
– Vit hava bara gjørt av-
talu um at vit skulu tosa
saman, men tað hava vit so
ikki gjørt enn, tí eg havi
ikki fingið fatur á honum,
sigur hann
Avleiðingar
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins slær enn einaferð fæst,
at hann hevur ikki stórvegis
hug at viðgera ósemjuna
millum seg og Tórbjørn
Jacobsen í fjølmiðlunum.
Spurdur, hvørji politisk
stig flokkurin fer at taka í
málinum, svarar Høgni
Hoydal, at tað er greitt, at
flokkurin kann ikki liva við
hesum, men hann ynskir
ikki, at fara á sama stig sum
Tórbjørn og viðgera málið í
fjølmiðlunum. Høgni Hoy-
dal heldur fast um, at
ósemjan skal viðgerast
innanhýsis í Tjóðveldis-
flokkinum.
Spurdur, hvørja áskoðan
hini tingfólkini í flokkinum
hava til ósemjuna, svarar
floksformaðurin, at tað er
blaðmaðurin
sjálvur
noyddur at spyrja tey um.
Verður Tórbjørn Jacob-
sen partur av tingmanning-
ini hjá Tjóðveldisflokkinum
um 14 dagar?
Tað veit eg ikki. Tað, sum
eg ætli siga í málinum, ætli
eg mær fyrst at siga við
Tórbjørn sjálvan og ikki
við fjølmiðlarnar.
Tobbi máar grundarlagið
undir flokkinum
Íslendska flogfarið stóð á
vøllinum, meðan fólk frá SLV
royndi at fáa tað gjørt klárt
til at verða sleipað inn á
støðuplássið
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6