Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 9 um stuðulskipanir á støði við tær, eitt nú rækjuflotin sær út til at fara at fáa. Hann kan eisini lata vera, tí vit vilja helst klára tað sjálvir. Men tá hann og aðrir allíkavæl vilja blanda seg í spælið, vælsigna verið tykkum komi so við onkrum relevantum og munagóðum til- tøkum so vit kunnu loysa hetta við virðing, og ikki enda sum ein patetiskur ískoytisíðnaður. Tað er ikki neyðugt at fara uttanlands eftir expertisu.Tað eru fólk í Føroyum sum vita hvussu tónleikalívið hongur saman og sum taka føroyskar tónleikarar í álvara. Tak tónleikin við tá tit fara út at ferðast, so útlandið kann fáa oyruni upp fyri Føroyskum tónleiki. Atlantsflog. Nú er tað so- leiðis at vit, Føroya Følk, en eigur Atlantsflog og tí vil eg koma við hesum uppskoti:Far og hygg efgtir einum Íslendsk- um tiltaki sum gongur undir heitinum Luftbrú Reykjavikur. Tað stutta av tí langa er at tá ein bólkur fer úr Reykjavík til meginlandið at spæla so roknar man tað automatiskt sum eina reklamu fyri Reykjavík. Tí er býurin við til at fíggja eina avdráttarskipan í ferðaseðla- kostnaðinum so tað ger mun. Øll sum skulu gjalda sína billett sjálv vita, at tann størsti posturin er at koma úr Vágum. Eg havi ferðast aftur og framm í 25 ár í tónleikaørind- um og havi eisini spurt At- lantsflog um avsláttur ella stuðul, men enn ongantíð fing- ið so frætt sum eitt oyrað, sjálvt um eg ikki havi tikið At- lantic Airways merkið av guitarkassanum. Harafturímóti hava Flogfelag Føroya, Skipafelag Føroya og Smyril Line slett ikki verið ómøguligir at tosa við. Tað stutta av tí langa er,at tað bert er ein máti vit kunnu koma nærri einum útflutningi av føroyskum tónleiki og tað er,at vit: 1 Skipa fyri haldgóðari und- irvísing, sum hevur til enda- máls at menna førleikarnar hjá einstøku tónleikurunum og bólkum. 2 Skapa umhvørvir har tónleikurin trívist og har hann fær sítt natúrliga pláss í sam- felagnum. 3 Seta krøv og har við eisini skapa virðing fyri tí arbeiði sum tað er at skapa originalan Føroyskan tónleik. 4 Læra fólk at tað er í lagið at gjalda fyri tónleikin tí hann er ikki ókeypis.Um so er at onnur skulu fata okkara tón- leik sum eina vøru vera Føroyingar noyddir til sjálvir at behandla hann sum so. 5 Uttan eitt livandi Føroyskt tónleikaumhvørvið í Føroyum, verður ongin vøra at flyta út,tí uttan vakstrarlagið verður ongin vøra. 6 Vit mugu vita hvaðar vit skulu senda vøruna. Er tað Dk.UK.ES.ela US sum skal vera móttakarin? Eitt er heilt klárt, at senda til DK hevur ongantíð givið tað stóra. So er bert eftir at royna hinar mót- takarnar. Tað er ein sannroynd,at um vit senda bólkar og einstak- lingar út um landaoddarnar,so verður tað, sum við ítróttinum, at førleikin menninst munandi og vit vinna meir og meir.Men alt hetta tekur tíð, kostar pening og ikki minnst vilja og vælvild. Men vit kunnu byrja við sjálv at keypa føroyskan tón- leik og á tann hátt vera við til at stuðla hesi neyðugu menningini. Við hesum vil eg ynskja øll- um tónleikaáhugaðum føroy- ingum við inn í tí nýggju tíð- ina har smáligheitin og klandr- ið verður avloyst av samstarvs- anda og áliti, trúgv uppá at vit ikki standa aftanfyri, men at vit nokk eru eitt syndur sein uppá tað við hvørt. Takk og góðan dyst. Framhald av síðu 11 Stór broyting Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaks- vík, heldur tað vera frálíkt nú blaðútber- ingin frá í dag av verður víðkað til at fevna um hvørt kvøld í Klaksvík BLAÐÚTBERING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Frá í dag av verða bæði Dimmalætting og Sosialur- in borin út hvørt kvøld til haldarar í Klaksvík, sum hava postkassa. Hetta fer at hava ta kollveltandi broyt- ingina við sær, at haldarar kunnu hava blaðið umleið hálvt samdøgur fyrr. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur, at tað er frálíkt. – Tað verður ein velduga stór broyting, kanst tú ætla, sigur hann og vísir sam- stundis á, at tað er av al- stórum týdningi, at fólk fáa bløðini so tíðliga sum gjør- ligt eftir, at tey eru komin út. – Eg haldi, at tað tykist, sum at serliga dagbløðini hava tað við at gerast gom- ul rættiliga skjótt. At so haldarin fær tey so nógv fyrr, tað kann jú bara vera gott, sigur hann. Og heldur fram, at gjøgnum ein dag hoyrir ein so nógv tíðindi, og eisini tað kann vera ein orsøk til, at bløðini skjótt tykjast gomul. Men hin- vegin heldur hann, at tað er so nógv lættari at venda aftur til eitt blað fyri at vita, hvussu tað nú var, at ein ella annar segði eitthvørt. Borgarstjórin heldur, at hetta fer at broyta blað- mentanina í Klaksvík nógv. Hann ivast ikki í, at fólk fara at gleðast um at tey kunnu sessast við einum dagblaði sama kvøld, sum tað er prentað. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at tað blaðútberingin hjá Prentmiðstøðini hvørt kvøld í Klaksvík fer at hava stórar broytingar við sær Mynd: Álvur Haraldsen Skarðenni í Gallarí Oynni Sunnudagin letur upp framsýning í Oynni við nýggjum málningum við myndevnum úr Suð- uroynni. Pól Skarð- enni úr Klaksvík sýnir fram LIST Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sunnudagin klokkan 15 letur upp forvitnislig framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Talan er um nýggjar málningar við myndevnum úr allari Suðuroynni. Listamaður- in Pól Skarðenni hevur í nakrar mánaðir ferðast kring Suðuroynna við pensli í hond við hesi framsýning fyri stavn. Og sunnudagin ber til at síggja úrslitið. Fyrireikar- arnir vóna at síggja fólk úr allari oynni, nú ein sjáldsom framsýning við myndevnum úr allari oynni er á skránni í gallarí oynni. Pól Skarðenni til verka vesturi á Eiðinum í Vági fyrr í ár. Honum dámar best at arbeiða úti í náttúruni Mynd. D. Olsen Av og á hevur ljóðað, at eitt av heimsins størstu fiskiskipum, American Monarch hjá norska ríkmann- inum, Kjeld Inge Røkke, kanska verður ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri fingu vit á Sosial- inum eitt "preið" um, at eitt av heimsins størstu fiski- skipum, American Mon- arch, kanska verður ein partur av føroyska fiski- skipaflotanum. Hetta ljóðar í fyrstu atløgu eitt sindur óveruligt, men tá ið havt verður í huga, at tað er sami maður, sum stendur aftanfyri risa- trolaran, Næraberg, ið eis- ini stendur aftanfyri "mon- arkin", er hetta kanska ikki so óhugsandi kortini. Einki "fyribils" Í stuttari viðmerking til tíðindini, sigur stjórin hjá JFK-Troli, Hanus Hansen, at eingin "monarkur" kem- ur higar til lands - fyribils. Og tá ið stjórin hevur brúkt orðið "fyribils", spyrja vit, um hetta annars er uppá tal. – Nei, tað veit eg ikki, sig- ur stjórin og reiðarin og leggur aftrat, at hann veit ikki, um hetta blívur til nakað. Spælskaða Tá ið vit høvdu Hanus Han- sen í telefonini í gjár, segði hann, at Næraberg enn ikki er komin rættiliga í gongd, síðan skipið herfyri kom aftur úr Noregi. Í løtuni liggur skipið á Klaksvík við spælskaða. Skipari á Næraberg er Lion Petersen, sum býr í Klaksvík. Eingin American Monarch fyribils Fyribils verður bara Næraberg av skipunum hjá Kjeld Inge Røkke í føroyska fiskiskipaflotanum. Tað verður eingin "monarkur" fyribils, sigur reiðarin, Hanus Hansen Sum ein stór familja – Stór høli og bonað gólv er ikki altíð nokk. Tað hevur eisini sínar fyrimunir at vera lítil, sigur Sigrun Skálagarð, leiðari á HF í Klaksvík SKÚLAVIÐURSKIFTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit hava ikki nógv pláss. Men vit hava ein sera góðan skúla. Sigrun Skálagarð, leiðari á HF í Klaksvík, fegnast um at áhugin fyri at søkja inn á HF í Klaksvík, hevur verið alsamt veksandi sein- astu árini. Men hon heldur, at tað hevur sína orsøk at áhugin fyri skúlanum er veksandi. – Vit hava tað trongt, tí vit hava ein lítlan skúla. Men nettupp støddin hevur sínar fyrimunir. At vit hava tað trongt, ger okkum nógv meiri samansjóðað, enn vit kanska høvdu verið í einum stórum, fínum skúla. Ein orsøk til tað veksandi næmingatalið kann eisini vera, at tað er ikki heilt so lætt at fáa arbeiði, sum tað hevur verið og so byrja tey ungu longu tíðliga at brynja seg til framtíðina og fara á HF fyri at leggja grundina undir eina útbúgving Men so skulu junglu- trummurnar heldur ikki undirmetast, heldur Sigrun Skálagarð – Næmingar tosa sjálv- andi saman. Og er tað ein góður flokkur, sum tekur prógv frættist tað og tað vekir áhugan fyri útbúgv- ingini. Og tað, hon meinar við ein góðan flokk, er ein flokkur, sum er væl saman- sjóðaður, sum er jaligur út- eftir og sum hevur ein sterk- an, sosialan felagsskap. – Og so síggja fólk sjálv- andi eisini, at gamlir næm- ingar koma aftur til Klaks- víkar eftir at hava tikið ymsar útbúgvingar og tað er við til at økja áhugan. Sum ein stór familja Sigrun Skálgarð ivast ikki í, at trivnaðurin á skúlanum hevur sera nógv at siga . Og trivnaðurin á HF í Klaksvík er avbera góður. Tað er ikki tíð at skúlin ger meiri fyri trivnaðin enn aðrir skúlar gera. – Men vit hava so lítið pláss, at tað slepst ikki und- an, at næmingar og lærarar eru nógv saman. Teir sita í somu hølum í matarsteðg- inum og tað gevur teimum høvi til annað prát enn tað, tey hava fyri í skúlanum. Leiðarin er líka við at halda, at í summum førum er tað enntá ein fyrimunur at hava lítil høli. – Tað er avgjørt ikki ein fortreyt fyri trivnaði at hava stór, fín høli, tí tað hava vit als ikki. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at lær- arar tíma at vera saman við næmingunum, eisini í frí- korterum og matarsteðgi so at tey kunnu tosa um annað enn tað fakliga, men kunnu tosa um ymisk viðurskifti, sum eru uppi í tíðini. – Vit eru næstan sum ein stór familja. Úrslitið av tí er, at vit í dag hava ein annan flokk við 24 næmingum, men vit hava tveir fyrstu flokkar, sum hvør hevur 24 næm- ingar. – Harumframt standa nøkur á bíðilista, men vit hava tikið so nógvar næm- ingar inn, sum vit yvirhøv- ur kunnu. Fáir drongir og nógvar gentur Sigrun Skálagarð sigur, at eitt, sum hon heldur er er eitt sermerki fyri HF í Klaksvík, er, at ógvuliga fáir næmingar gevast. – Sjálvandi hendir tað seg, at næmingar finna út- av, at teir eru komnir á skeiva hill, ella gevast av øðrum orsøkum. Men í øðrum flokki, sum vit hava nú, eru framvegis teir 24 næmingarnir, sum byrjaðu. Men eitt, sum ger seg gald- andi í HF í Klaksvík, er, at tað eru ógvuliga fáir drong- ir á skúlanum. Í teimum báðum fyrstu flokkunum við tilsamans 48 næmingum, eru bara átta drongir. Í øðrum flokki uppá 24 næmingar, eru bara tveir drongir. – Men eg haldi ikki, at teir fáu drongirnir, sum eru, klaga um tað. Leiðarin veit ikki, hvussu tað ber til, at so fáir drongir søkja. Tað kann vera tí at tað eru nógv av teimum sið- bundnu dreingja-tilboð- unum í Klaksvík. – Vit hava bæði tekniskan skúla og sjómannaskúla í Klaksvík. Men vit hava eisini nógvar bátar í Klaks- vík og tí er tað lutfalsliga lætt hjá drongjunum at fáa kans. Leiðarin heldur eisini, at HF hevur eina styrki og tað er, at tað ber til at taka HF upp á tvey ár, men at tað tekur trý ár at fáa students- prógv. – HF er eitt prógv, sum í stóran mun leggur upp til at næmingarnir skulu taka miðallangar útbúgvingar. Og tá ið tað so harafturat tekur tvey ár at taka HF, ger tað eisini sítt til at vekja áhugan hjá einum fjøl- broyttum skara av næm- ingum. Og tað eru nógv sløg av næmingum á HF í Klaksvík – Nógvir av okkara næm- ingum eru vaksnar kvinnur, sum mangan eisini hava børn, men sum leita aftur á skúlabonk, tí tey leingjast eftir teirri útbúgvingini, sum tey av ymsum orsøk- um kanska ikki fingu høvi til at taka, tá ið tær vóru ungar. – Vit hava eisini ungar kvinnur, sum eiga børn, men sum kortini hava áræði til at fáa sær eina útbúgving. Og serliga hesir báðir bólkarnir av næmingum, eru samdie um, at tað er ein avgjørd styrki, at tað bara tekur tvey ár at taka HF. – Vit hava ikki stundir at brúka trý ár uppá eina mið- námsútbúgving, siga tey. Men Sigrun Skálagarð leggur stóran dent á, at tær vaksnu kvinnurnar eru ein sannur fongur fyri skúlan. – Tær vaksnu kvinnurnar hava heilt aðrar fortreytir enn tær yngru. Tær kunnu taka lut í kjakinum í flokk- inum útfrá vinnuligum royndum og útfrá størri livsroyndum enn tær ynrgu, serliga í lærugreinum, sum samfelagskunning. Sostatt hava tær nógv at geva und- irvísingini, sum annars ikki hevði verið. Tær hava eisini sera góða ávirkan á flokkin í aðrar mátar, tí onkusvegna eru flokkarnir við eldri næm- ingum í, róligari enn hinir. – Og samstundis fellur tað teimum merkiliga lætt at koma upp í tann sosiala felagsskapin á skúlanum, saman við teimum yngru næmingunum. – Eg vil næstan siga, at tær eldru kvinnurnar eru ómissandi fyri skúlan, sigur Sigrun Skálagarð. Stúrir ikki fyri undirsjóvartunlinum Um tvey ár er fast sam- band til Klaksvíkar og spurningurin er so, hvørja framtíð HF í Norðoyggjum hevur. Stúrir leiðarin ikki fyri, at HF har norðuri verður niðurlagt, nú tað verður so lætt at koyra inn á meginlandið? – Nei, tað geri eg ikki. Eg vænti ikki, at politikarar fara at niðurleggja HF í Klaksvík í óðum verkum. – Áðrenn teir seta nøkur tiltøk í verk, fara politikarar sjálvsagt at kanna málið gjølliga. Og teir fara sjálv- andi ikki at niðurleggja ein skúla við so stórari undir- tøku sum HF í Klaksvík hevur. Harafturat er ikki pláss fyri næmingunum á HF í Klaksvík á Kambsdali. Sigrun Skálagarð væntar tvørturímóti, at undirsjóv- artunnilin fer at økja enn meiri um áhugan fyri at søkja inn á HF í Klaksvík, tí tá ið koyrandi verður ímillum, væntar hon eisini umsóknir úr Eysturoy. Men tá fara hølistrupulleikarnir av álvara at gera seg gald- andi, tí tey fáa ikki tikið fleiri næmingar við teimum hølum, tey hava nú. Hinvegin hevur hon onki frætt um, at ætlanin er at útvega HF í Klaksvík betri høli. – Men betri høli er ikki sum so ein raðfesting hjá okkum. Vit hava góðar umstøður sum so. Vit hava bara ikki so nógv pláss og tað kundi verið betri, sigur leiðarin í HF í Klaksvík. –Stór og fín høli eru ikki ein fortreyt fyri einum góðum skúla. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at lærarar tíma at vera saman við næmingunum, sigur Sigrun Skálagarð, leiðari á HF í Klaksvík C M Y K 9 8