Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 11 Tað er ivaleyst eitt gott hugskot við einum ekspansiv- um fíggjar- og búskaparpolitikki. Stígur er í búskapin- um, og tá eru hyggjuráðini vanliga at veita almennan pening út í samfelagið, soleiðis at vinnuhjólini ikki steðga upp. Í okkara føri hevur Bárður Nielsen valt at gera hetta við at økja um tær almennu íløgur, sum falla niður her í Føroyum, nú nýggi Smyril og nýggja lands- sjúkrahúsið eru goldin. Hetta merkir við øðrum orðum, at meira ferð verður sett á alment fíggjað byggi- og anleggsarbeiði. Tað verður sostatt byrjað við fleiri nýggjum vega-, havna-, og tunnilsgerðum. Nýggir skúlar verða bygdir, og stór umvælingararbeiði á almennar bygningar verða sett í gongd. Hetta fer eftir ætlan landsstýrismansins at tryggja arbeiði til fleiri hendur í privata vinnulívinum. Hugmyndin er tann, at hesin politikkur so fer at halda lív í byggifyritøkunum og forða vinnuloysi innan byggi- og anlegssektorin. Eisini er hesin politikkur við til at halda lív í eini neyðugari innlendis nýtslu. Her hongur væl saman og hetta er ivaleyst skilagóður pol- itikkur, og hetta er ein góður máti at nýta fíggjarlógina sum eitt búskaparpolitiskt amboð við tí endamáli at fáa gongd aftur á hjólini. Men sama fíggjarlógaruppskot hevur eisini nakrar veikar síður. Uppskotið ber sterkan dám av, at Bárður vil hava lønarútreiðslurnar í miðfyrisitingini niður. Her skal smalkast. Orsøkirnar eru uttan iva tann minkaði blokk- urin og tann lovaði skattalættin. Fíggjarmálaráðharrin kann koma at fáa trupulleikar við at sameina ynskið um ein ekspansivan politikk við hendan partin av fíggjarlóg- ini. Fara ov nógv fólk til hús úr miðfyrisiting og av al- mennum stovnum, kann hetta geva trupulleikar. Hesi fólk verða ikki tikin upp í byggivinnuna, og hvørva tí sum brúkarar. Tey eftirspyrja ikki nýggj hús og tænstur og hetta, at tey gerast arbeiðsleys, ger almennu tænasturnar til vinnulív og borgarar vánaligari. Hetta tænir neyvan einum ekspansivum endamáli. Ein annar veikleiki er við hesum búskaparpolitikki: hann hevur einki boð uppá loysn á trupulleikunum í ali- og fskivinnunum. Hetta er veikasta liðið í hesum annars skilagóða fíggjarlógarupp- skoti. Tað er ein spurningur, um ikki tað hevði tænt endamál- inum við einum ekspansivum politikki betur at latið fólk varðveitt teirra arbeiði, heldur enn at reka tey út í arbeiðsloysi. Her er andsøgn í tí búskaparpolitikki, sum fíggjarlógin umboðar. Hetta við at reka tey al- mennu starvsfólkini til hús virkar bert, um trot er á ar- beiðsmegi í privata sektorinum. Men so er ikki - tvørt- urímóti. So er spurningurin, hví ein skilagóður og vit- ugur fíggjarmálaráðharri rekur ein politikk, sum er í andsøgn við sjalvan seg. Svarið kann vera fyri tað fyrsta, at samgonguflokkarnir eru fangaðir í teirra egna retorikki frá valstríðnum. Allir lovaðu ein minni almennan sektor og teir tveir lovaðu skattalætta. Fyri tað annað kann hetta skyldast, at nissan er flutt við - at hetta er tann politikkur, sum fíggjarmálaráðið stendur fyri, uttan mun til hvør annars situr í ráðharrasessinum. Hvørt hesin politikkur nú fer at virka eftir ætlan er ilt at siga. Vónandi fer hann tað, men tað vita vit í fyrsta lagi um eitt ella tvey ár. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Fíggjarlógin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hugleiðingar uppi yvir hinum nationala Messiasi! tórbjørn Jacobsen Konan sigur við hann: "Eg veit, at Messias kemur; tá ið hann kemur, skal hann kunn- gera okkum alt." Hetta lesa vit um í Jóhannesar evangeliin- um, fjórði kapitul, ørindi 25. Sendur av Guði at frelsa og broyta mannaættina, og tað dylist ikki, at hesin miðeyst- urlendingurin í tvey túsund ár hevur verið, og frameftir fer at vera, meginásin í øllum tí, sum fyriferst í okkara parti av heiminum. Teir finnast, sum í sjálvs- ørsku hava roynt at hildið seg framat, sum kappingarneytar. Symptomini, standmyndirnar sum síggjast um allan heim, og sum teir hevjaðu í loftið, um og av sær sjálvum, eru eft- irglóðir av fáfongd, hugmóð, materiellari tráan, valdstrongd, konspiratiónum og eirinda- leysari egoismu. Lenin, Stalin, Mao, Hoxha, Hitler, Il Sung, Peron. Sama trendin herjaði einaferð Føroyar, men stuðulin til hendan devilskapin rakk ikki longur enn til eina lítla bringumynd av kinesiska de- spotinum, Mao-Tse-Tung, í einum fittligum sprossaglugga úti á Reyninum í heimsins nalva. Tórshavn. Hetta var í sjeytiárunum. Tærið rakk ikki og mundi fara til botns í íðuni, sum var uppi, táið hin kendi telduposturin mælti hand- gingnum lakajum til at knúsa einastu veruligu sjálvstýris- samgongu, sum eftir seinra heimsbardaga, hevði roynt eitthvørt á røttu leiðini fram ímóti teimum frælsu Føroyum. Lenin sat á sinni suðuri í Sveits. Khomeini og Ho Chi Minh sótu í París. Tú kanst ivaleyst royna at stýra eini revoltu úr øðrum metropolum eisini, úr London t.d., men tað er ongin trygd fyri, at tað eyðnast. Kanska gevur tað baksláttur. Og tó. Mentanarnevndin hjá Løg- tinginum hevur verið kunn- ingarferð í Álandi nú um dagarnar. Frálík ferð. Góð kemi millum luttakaranar. Tvørturum floksmørk. Ongin trupulleiki. Trupult tó, at kunna seg um viðurskiftini heima, táið tú ert so langt av landi skotin, men skilji at galdranin hevur verið øgilig, av einum sakleysum lesara- brævi, sum undirritaði skrivaði Sosialinum seinasta fríggja- dag. Ikki sørt, at tað eisini er eitt slag av heimsmeti í hesum, at ein lítillátin og snøgg við- merking endar sum framsíða í einum av stóru bløðunum í landinum sama dagin, sum hon er send blaðnum. Tað var nú teirra val. Skilji at alt er sett upp eftir kanti í málinum. Menn og kvinnur hava verið úti við møb- ilbankaranum hesar dagarnar, og alt er líka so einsíðugt, sum tað plagar, tá ið bara ein partur í málinum sleppur framat miðlafossinum. Ein, sum sigst at hava verið dirigentur í Reyða Kórinum, ið var deild undir hegemoninum hjá teimum serliga útvaldu, lanseraði al- valdandi snúningsásina hjá rep- ublikanarunum tað eina kvøld- ið. Átøkur skáldaðum mini-for- mati av einum messias, polit- iskum í hvussu er, reiggjaði hann svørðinum, - okkurt slag av flugufektaríi mundi tað vera, táið nú konstrueraði og tilsvín- aði mótstøðumaðurin ikki var har. Varð spurdur høgligar spurningar og til endans insi- nueraði so spyrjarin, at við- merkjarin í Sosialinum hevði logið áður, hvør skal siga, so lýgur hann sjálvandi hesaferð eisini, ella hvørja ferð hann opnar gákin. Neyvan ein jour- nalistisk finta úr Áarósa. So subjektiv sum hon er. Meira gróðursett í politiskum for- dómum. Ella persónligum alli- ansum. Tann lygnin var nú eitt produkt av einum tíðindaskrivi, sum lítli messias, saman við onkrum øðrum, eftir sjálv- sagdum kravi frá Anfinni Kals- berg, sendi fjølmiðlunum uppá nakkan á undirritaða, komm- unuvalkvøldið í 2000. Fyri knappliga fýra árum síðani. Formaðurin í aðalstjórn floksins sigst eisini at hava verið úti við rívuni. Og er rætt endurgivið, so skilst á lagnum, at tað finst ein higartil ókend flokssamtykt í Tjóðveldis- flokkinum, sum áleggur øllum tjóðveldisfólki onga aðra meining at hava, um nakað sum helst, enn effinett hana, sum til eina og hvørja tíð kann stinga seg uppá formannin. Ein fjaðursárur fuglfirðingur skal eisini vera lopin út úr pol- itiska vokskabinettinum. Lítið áhugavert, men paradoksalt allíkavæl. Serliga hjá teimum sum minnast øll tárini, venan- ina og eymkanina um allan tann óndskap honum varð fyri, táið formaðurin roytti polit- isku bøllingarnar undan hon- um á sinni. Og so hesin fram- søkni Klæmint Østerø, for- maður Eysturoyar Tjóðveld- isfelags; velji at trúgva, at hann hevur havt eina veika løtu tá ið hann úttalaði seg, vældopaður av poltiskum svampi úr Hoyvíkshaganum, og at hann í hesum andarhald- inum hevur hugsað meira við hvøssu albogunum enn við tí sum kanska finst ímillum syll- arnar á loftinum. Í rangsnúgvingini skeiv- glaðist málið. Totalt. Kanska tí, at bara tann eini parturin slapp til orðanna. Og er nú enda sum eitt persónsmál ímillum Høgna Hoydal og Tórbjørn Jacobsen. Harvið er substansurin steindeyður. Og hvør var og er so hesin? Jú, hann er, at Høgni Hoy- dal, eftirhondini ein pseudom- essias hjá gjeikarum og les- biskum føroyingum, royndi at lata seg í eitt politiskt kot, sum tíanverri ikki rakk út á akslar- nar. Seymurin skræðnaði niður eftir bakinum. Hann hevst hvassliga at landsstýrismanninum í innlend- ismálum, tí hesin ikki er sinn- aður at leggja málið um skrásett parlag fram á ting. Nú kann ein meina um Jógvan við Keldu hvat man vil, men av per- sónligum og ivaleyst líka so nógv av realpolitiskum orsøk- um ætlar hann sær ikki at gera enda á eini sjey mánaða gaml- ari samgongu. Hetta er bara vanligur valdspolitikkur. Prag- matisma. Kommon sensur. Snúsfornuft. Og sjálvt um eg eri rúkandi ósamdur við hesa samgonguna, serliga í sjálvstýr- ismálinum, so skilji eg støðuna til fulnar. Eingin við síni fullu fimm hevði sett sítt vald uppá spæl fyri nøkur juridisk aspektir í viðurskiftunum hjá einum evarska lítlum minni- luta, og sum annars, til dagligt, sleppur at liva sítt egna frælsa lív, á sama hátt sum allir aðrir borgarar. Høgni Hoydal hevði heldur ikki sett sítt vald yvir stýr av hesi orsøk, og tað var tað, sum víst varð á í viðmerki- ngini, "Er homosexualitetur et- andi", seinasta fríggjadag. Orðið yvirtøka var ikki til sum hugtak í føroyskum politikki, frá tí at samgongan varð skipað í 98 og fram til samtyktina um sjálvstýri Før- oya fólks, sum varð atkvødd ígjøgnum tingi 20. apríl 2001. Eitt undantak var tó nevndin, sum varð sett niður at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Hana setti Signar á Brúnni niður, og eg veit hvussu hann varð húðflongdur fyri hesa gerð, tá ið vanligar yvirtøkur vóru ósambæriligar við skip- aðu loysingina, skipanina av føroyska statinum. Ávirkaður av arbeiðnum hjá Maritu Pet- ersen í málinum, legði lands- stýrismaðurin í sjálvstýrismál- um og varaløgmaður, Høgni Hoydal, fram ríkislógartilmæli um hjúnabond hin 5. mars 1999. Hetta var onki annað enn ein dagføring av donsku lógini, sum var í gildi framm- anundan. Í viðmerkingunum hjá Hoydal, í hesum sama til- mæli, stendur skrivað: "Ígild- issetan av nýggju hjúnabands- lógini er sostatt fyrsta stigið móti, at øll tann familjurættar- liga lóggávan verður dagførd, og tær lógirnar, sum íresta, eru Framhald á síðu 11 VIÐMERKINGAR rættarvirknaðarlógin, mynd- ugleikalógin, barnalógin og ættleiðingarlógin." Altso, lá ongin onnur ætlan á borðinum hjá landsstýrismanninum tá, enn at leggja fram fleiri donsk ríkislógartilmælir, í hesum sama familjurættarpakka. Undantikin var tó parturin um skrásett parlag. Tí spurdu vit báðir Kristian um hetta. Tað gekst illani at fáa eitt eintýðugt alment svar av røðarapallin- um, men í korridorunum fingu vit so at vita, at samgongan helt ikki til, at tann parturin av danska familjurættarpakkan- um ætlandi skuldi leggjast fram eisini. Tí var hann skvis- aður í viðmerkingunum. Og at tosa um yvirtøkur í 99, sum tað stendur skrivað í hesi greinini hjá Edvardi Joensen, eftir at hann hevur samrøtt Høgna Hoydal, tað er reint humbukk. Landsstýrið sat og fyrireikaði samráðingar um skipanina av føroyska statin- um, og tað lá als ikki í kortun- um, at yvirtøkur vóru ein part- ur av tí konseptinum. Tvørtur- ímóti. Tað vita øll, sum bara hava eitt vet av innliti í polit- isku gongdina tey árini. Hvussu skuldi landsstýrið eis- ini yvirtaka danskar funktiónir í Føroyum og í somu syftu skipa statin eftir einum degi, hetta er andsøgn, ið er sum eldur og vatn. Síðani hoyrdist lítið og onki til hetta málið aftur fyrrenn samtyktin um Føroya fólks kom í ljós. Var sjálvsagt ein partur av nýggja koyriplaninum hjá fullveldis-landsstýrinum. Lítið frættist tó frá ætlanum og úrslitum. Sheriffurin í Klaksvík mundi eiga meginverkið í so máta, tá ið hann høgdi 366 milliónir av ríkisveitingini um ári og steðgaði danska prís- vøkstrinum á hesum sama. Einasta bragdið øll árini. Ein nýggj samgonga kom burturúr valinum á vári 2002. Hendan ætlaði, sambært sam- gonguskjalinum, bæði eitt og annað. Lítið og onki kom tó burturúr. Ein Rúni Joensen, sum varð settur aðalstjóri av Høgna Hoydal, ímóti tilráðing- ini frá setanarnevndini, og sum nú er aðalstjóri hjá Jógvani við Keldu, sum hesin sami Høgni er farin at harta í málinum, tykist vera blivin eitt slag av lobbyisti hjá síni gomlu unga- mammu. Sum tíðindi sigast vera borðin, ímeðan vit hava verið skotin av landi, so var alt at kalla klárt at leggja fyri tings, eisini lógin um skrásett parlag, tá ið undanfarna samgonga skræðnaði. Sum Hoydal sigur í viðtalu við Edvard á Sosialin- um: "Ta ferðina skuldu vit yvir- taka alt málsøkið og gera tað føroyskt. Í dag verður tosað um at seta eina danska lóg í verk, sum kortini ikki er nøkur heil donsk lóg, tí tann parturin, sum snýr seg um juridisk rættindi hjá samkyndum, skal takast burturúr." Tað er upplýst úr innlendis- málaráðnum fyri kortum, gangi út frá at Rúni Joensen er ráð- gevi tá slík tíðindi fara úr min- isteriinum, at tað fer at taka fleiri ár, eini 4-5 ár at smíða hesar lógirnar á familjurættar- økinum í føroyskum sniði. Hvørji vóru so hesi lógarupp- skotini, sum at kalla lógu klár at leggja á tingborð. Ájú, júst tey somu ríkislógartilmælini, sum nevnd vóru í viðmerk- ingunum til hjúnabandslógina í 99. Dagføringar av donskum lógum. Einki annað. Hinar vóru ikki og eru heldur ikki tøkar, og vera tað heldur ikki tey nógvu næstu árini, líkamik- ið um landsstýrismaðurin eitur Høgni ella Jógvan. Og málið um skrásett parlag hevði hvørki komið niðan í donskum ella føroyskum sniði. Ikki so frætt sum ein landsstýrisfundur hevði megnað at ekspederað málið niðan í tingi, um so varð. Men hartil kom tað ongantíð, ikki eingang til politiska viðgerð, og so frætt kenni eg Eyðun, Anfinn, Karsten, Páll, Bjarna, Bill og Jacob, at teir høvdu neyvan boygnað undan hóttanum frá Høgna og Annitu. Skilið var júst tað sama í ting- salinum. Tí líkist tað onkrum slagi av manipulatión, tá sagt verður, at hetta var ætlanin. Verkliga bar og ber ætlanin ikki til, ella kunna vit fáa at vita frá Høgna Hoydal hvatið hann veruliga ætlaði og hvussu langt føroyska lógarsmíðið, var kom- ið í so máta? Tað eru fleiri sum vita um hetta, tí ræður um ikki at pella. Innlit fæst ivaleyst eisini, um onkur tíðindamaður skuldi havt meiri áhuga fyri málinum enn fyri persóns- gallarínum. Annars hevði bara ein politiskur analfabetur funn- ið uppá at gingið ímóti rákinum fyri eina sovorðna bagatell sum hesa. At latið tað grundbrotið í eini politiskari samgongu av so lítlum. Og so býttur er Høgni Hoydal ikki. So frætt kenni eg hann hóast alt. Tí noyðist eg at endurtaka, at teir báðir Jógvan við Keldu og Høgni Hoydal eru tvær alin av sama vaðmali í hesum máli. Báðir valdu tað politiskt kor- rektu loysnina, at skvisa skrá- setta parlagi, av realpoltiskum orsøkum. Tí virkar tað eitt sind- ur unfair av øðrum, at leypa eftir hinum, nú rollurnar eru umbýttar. Hevði leingið eina vón um, at okkara frægi for- maður var skeivt endurgivin, men tað sýnist ikki so, tá ið hann enn ikki hevur verið úti og avnoktað partar av tí sum stend- ur í omanfyrinevndu samrøðu. Alt hetta málið er tannlað og togað ymsar vegir. Tað sum ivaleyst stendur eftir, nú bara annar parturin, við sínum blindu fylgisneytum, er komin til orðanna, er ivaleyst, at undirritaði skal hava sagt, at Høgni Hoydal yvirhøvur og í øllum gerðamálum skal vera heimsmeistari í manipulatión og eitt lygivætti. Tað havi eg nú ongantíð sagt. Meini tað heldur ikki. Men soleiðis sum gongdin hevur verið í hesum málinum, og serliga síðani Tjóðveldisflokkurin bleiv spentur fyri vagnarnar hjá teimum homosexuellu, so átti omanfyrinevnda søga so søttliga at prógvað, at her er ríkiliga manupulerað og logið. Her er eitt kot skeklað um kroppskinnið, sum ikki rakk út á akslarnar. Men sjálvandi, tað er menniskjansligt at gera mistøk, tað gera vit øll somul hvønn hin einasta Guðs skapta dag, kanska er tað bara sjónsk- ari tá ið eitt slag av einum skurðguði, sum ein annar Ikar- os, flýgur so nær sólini, at veingirnir bræðast og tyngdar- mátturin frá jørðini ger sína lemjandi innrás. Nú er tað heldur ikki víst, at orðið manipulerað er so neiligt, sum onkur hevur vilja gjørt tað til. Ein av stóru teinkjarunum frá Chicago-skúlanum, Leo Strauss, ein av fedrunum at neokonservatismuni í banda- ríkjunum sigur m.a.: "Fólkið skal leiðast fyri at kunna skyna á góðum og ringum. Summi eru skapað til at leiða, onnur til at verða leidd. Føddi leiðarin er harumframt persónurin, ið hev- ur ásannað, at moralur ikki finst og at tað bara er til ein nat- úrliga givin rættur - til at leiða. Hesin er júst rætturin hjá tí yv- irmenta at leiða hin undir- menta. Í hinum yvirmenta býr somuleiðis rætturin at nýta vald og at manipulera, fyri at fáa sum frægast burturúr til eina og hvørja tíð." Ein fuglur sang mær í oyra í kvøld, at onkrir instansir ætl- aðu, at undirritaði onkran av døgunum skuldi standa skúla- rætt í hesum nú so famøsa máli. Lat meg bara punktera tær ætlaninar beinanvegin. Politiskt standi eg ikki skúlarætt yvir fyri øðrum enn míni egnu sam- vitsku og mínum egnu veljar- um. Ætli mær heldur ikki at verða tvingsilsinnlagdur, at meina tað sama sum onkur annar, um so er at hansara ella hennara hugsanir ganga tvør- vegis mínum egnu. Og sum Olav Enomoto segði á Álands- ferðini, tað kann ikki vera rætt, at um Høgni Hoydal fær ágagnarbruna, so skal allur Tjóðveldisflokkurin leggjast fyri íla úti á eini hospitalssong á Landssjúkrahúsinum í nakrar dagar. Tá er spektrið vorðið ið so trongt, í hvussu er fyri ein gamlan skipara á Glyvrum. Appropos Jóhannesar evang- eliið, so kann frægi formaðurin kunngerða okkum nógv, og tó ikki alt. Hetta verða vónandi míni seinastu orð í hesum mál- inum, sum er farið at líkjast merkiliga nógv søguni um fluguna, sum varð til ein ella fleiri fílar. Tilætlað ella ikki. Tað spyrst kanska tá ið tað einaferð kemur til sjónar hvør- ið veruliga stjórnar tí republ- ikanska kamarkórinum. Verður lopið á aftur, og onk- ur heldur at tað er í minna lagi av granatroyki í mýrulendin- um, so liggja nakrar politiskar handgranatir eftir í skápinum, her í bunkaranum á Langanesi, klárar at leypa út - skuldi tað verið neyðugt. Karl Anton Klein ART leiðari - Tónlistamaður Ein lítil viðmerking til aktuella kjakið um at kapitalisera og marknaðarføra tónleikatil- feingið í Føroyum. Føroyski nútíðarrokkurin er bert 11 ára gamal. Ein pástand- ur, tað veit eg væl. Men tað var ikki fyrr enn vit í Tutl funnu uppá at gera Rock í Føroyum í 1993, at Føroyskur rokkur vaknaði aftur(Øll sum minnast aftur til tað tíðina vita hvussu steindeyður rokkurin var eftir suppuna í áttatiárunum). Fløgan Rock í Føroyum kom tó ikki út fyrr enn í 95. Men ringarnir høvdu spreitt seg og nú arbeiddu ungir føroyskir tónleikarar seriøst við at skapa ein egnan tónleik. OG HVØR VAR GRUNDIN? TEIR HØVDU OKKURT AT ARBEIÐA FRAMM ÍMÓTI. Tað komu 3 útgávur í Rock í Føroyum røðini. Rock 1+2 og Grótføroyskt. Ikki minnst plátufelagið Tutl stóð í fleiri ár sum einasti góði hjá føroyska rokkinum, men við kappingini fánaði eisini hesin leiklutur felagsins burtur. Havandi unga aldurin í huga veit ein jú væl at tað ikki ber til at senda børn út í heimin at tjena pengar uppá at selja tónleik (Eg síggji fyri mær syrgiligt dømi, har ein evna- ríkur, fittur og sjarmerandi drongur var royndur sum út- flutningsvøra, men akk. Hví alt datt á gølvið er, fyri okkum uttanfyri standandi, ein gáta.) Bæði teir sum selja tónleikin og vøran má vera góðska so- leiðis at ein møguligur keypari finnur hana áhugaverda. Men hvat er tað Altjóða marknaðurin vil hava? Eg veit ikki um nakar við fáum orðum kann siga hvat henda risatóra og peninga- sterka maskinan vil hava. Men man kann altíð royna eit git. Fyrst og fremmst má havast í huga,at tað er ein komersiellur heimur vit eru inni í t.v.s at alt sum kann keypast og seljast hevur áhuga. Ikki ber til at siga at tað bert er popp/rokk tón- leikur sum er áhugaverdur í hesum høpi. Nei handan mask- inan etur alt sum rekur fyri bara tað ríkur av profitti. Síðan mugu vit innsíggja at tónleikur, sum vit so fegin vilja kalla mentan, nú er ein søluvøra á støði við upsafløk og laksa- fingrar. Hvørki meir ella minni. Men vit hava jú liva av at útflyta, hví ikki royna at læra okkurt frá teimum royndunum tá vit fara undir nýggjan útflutning? Í fiskivinnuni hava vit verksmiðjur og støð har vøran verður góðska so nógv sum teir ráðandi nú halda vera ráði- ligt. Soleiðis má eisini vera við tónleikinum, nevniliga: tón- leikagóðskingarstøð Ein fyritreyt til tess at kunna góðska Føroyskan tónleik uppá eitt støðið har útlandið kann gerast áhugað í honum er at vit hava tey støðini har ein góðsking kann fara framm. Hava vit nøkur støð har hetta ber til? Støðini kunnu vera so mong. 1 "Venjingarhølið, har tón- leikurin verður skaptur og vandur. 2 "Spælistaðið, pallurin har tónleikurin verður spældur live. 3 "Studio, har tónleikurin verður spældur inn.Eitt nú á fløgu Studio Fyri árum síðani var eitt studio her og eitt der. Alt fór á heysin. Nú hevur annar hvør tannár- ingur eitt heimastudio í kamari sínum. Men kanska er bara eitt veruligt alternativ tá ein ætlar sær í studio í føroyumat taka upp í dag. Vertshúsini Lat tað vera sligið fast beinan- vegin, at eg haldið ikki at tey vanligu støðini, har tónleikur er at hoyra, mest skeinkistøð, kunnu metast mennandi fyri tónleikabólkar, ikki minnst tí teir sjálvdan vilja gjalda tað arbeiðið kostar, og tað førir eina manglandi virðing við sær, har tónleikarar heldur drekka seg skít og spæla tað sum hini fullu fólkini vilja hoyra,enn at royna at leita framm til eitt tónlistarligt út- trykk, sum er teirra egna. Hvar gongur tað so fyri seg ? Fyrst og fremmst eru tað skúl- arnir sum hava tónleikafrálæru á tímatlalvuni. Harafturat eru ikki so mong støð, Í Havn er tað so at siga bert ART sum í hølunum hjá Margarinfabrikk- ini, í áravís hevur staðið fyri eini miðvísari menning av yngru tónleikabólkunum,við at hava konsertir við nýggjum bólkum, har ein fortreyt er at teir hava minnst eini 30 min- uttir av egnum tilfari at borð- reiða við. Bólkar sum eru sprotnir úr, ella hava havt tætt tilknýtið til hetta umhvørvið eru m.a. Mold, Mc Hár, Hatespeach, All that rain, Fluffy toys, Gó Gó blues, ÐIÐ, HTV, Makrel, Krit. Sideeffect, onkikanndis- kuterast.altkann, 48 Pages, Speaker, Monkey Mongolia, Paradox, the story ends, Lama Sea. o.s.v. Mær vitandi er bert eitt annað stað har man miðvíst strembar eftir tí sama sum ART, tað er Grót í Gøtu. Meðan ART stendur fyri venjingarhølum og eini virkn- ari skrá,er størsta aktivið hjá Grót G! festivalurin. Í ART hava vit seinasta árið havt tvey størri projekt, nevni- liga gjørt Ampaljóð fløguna har 4 undirgrundsbólkar, Zink, 48 Page, Speaker og Lama sea, eru við. Harumframt verið í Ís- landi við tveimum bólkum 48 Pages og Speaker. Tann menningin teir 8 tón- leikarnir í báðum bólkununm hava verið ígjøgnum kann ikki gevast upp í krónum. Men eitt kann sigast at til fyrstu konsert teirra í Íslandi vóru teir smæðnir og eitt sindur ótrygg- ir. Men á tí síðstu á pallinum í sjálvum Grand Rokk (Tað er staðið har tú mást hava spælt, og hevur tú spælt har sleppur tú at spæla alla staðni í Íslandi) vístu teir at teir ikki vóru fyri nothing men rokkaðu staðið totalt,so teir fingu at vita at teir kundu altíð koma aftur at spæla har. Ein slík menning kemur bara tí vit brúktu eitt ár uppá at fyrireika túrin og tað sæðst eisini nú aftaná túrin at tað koyrir í fullari ferð.Teir eru ikki bangnir fyri at frammføra teirra tónleik. Men hvat ger tað almenna her? Eg vildi ynkst at eg kundi sungið við í kórinum ,at tað allmenna eisini í hesum føri svevur. Men tíverri. Eg kann bara boða frá at Tórshavnar Kommuna hevur verið og er ein tann sterkasti stuðulin hjá ART og okkara virksemi.Ì gjøgnum Kvøld og ungdóms- skúlan stuðla Kommunan og Mentamálaráðið okkara um- hvørvið so mikið at tað átti at verið ein fyrimynd fyri aðrar kommunur í landinum.Sama kann sigast um Gøtu Komm- unu sum í allar mátar stuðlar G-festivalinum. At teknokratar ikki skilja mentan er onki nýtt, tað er tí vit fáu sum tíma, uppá tross, at arbeiða fyri hesum okkara so úthungraða parti av mentanini eru her, enn. So enn einaferð koma vit so við onkrum góðum ráði. Bjarni Djurholm Vinnu- málaráðharri kundi givið okk- Framhald av síðu 10 Hvat skal til? Framhald á síðu 8 C M Y K 11 10