leygardagur 2. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
24. sep-
tember fekk
Drós eina
lítlasystir.
Foreldur
teirra eita
Beinta og
Hans Arni
Olsen og
tey búgva í
Rituvík.
Lítlasystirin
var 56 cm
long og vig-
aði 3700 gr.
13. september fingu Malan Lamhauge og Henrik
Olsen ein son. Hann vigaði 3030 gr og var 50 cm
langur.
18. september fingu Ingrid Michala Jacobsen og
Sergio Sannino, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm
long og vigaði 4100 gr.
22. september fingu Ann Ellingsgaard, Tórshavn, og
John Erik Mellemgaard, Skálavík, eina dóttur. Hon
var 52 cm long og vigaði 3250 gr.
23. september fingu Annufía Joensen og André
Thomsen, Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3030 gr.
23. september fingu Jóhanna Olsen og Leif Láadal,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3600 gr.
24. september fingu Una Hansen og Gunnar Isfeld,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 4508 gr. Bjørk (4 ár) er blivin stórasystir.
25. september fingu Halda og Davis Dalbø,
Syðrugøtu, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3850 gr.
25. september fingu Anna og Hjalgrím Magnussen,
Fuglafirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3700 gr.
26. september fingu Heidi Dam, Kollafirði, og Bartal
Eliasen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3250 gr.
27. september fingu Katrin (f. Mørkøre) og Gunnar
Toftegaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3700 gr.
28. september fingu Rannvá J. Simonsen og Mikkjal
Gaard Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3450 gr.
28. september fingu Annika H. og Andrias
Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann er 56 cm langur
og vigaði 4550 gr.
Mánadagin 4. oktober fyllir
Bjarni Dal-Christiansen í
Havn 80 ár.
Bjarni er best kendur
sum bilførari í Havn. Hann
byrjaði sum ungur at koyra
hýruvogn frá heiminum í
Tórsgøtu, og var hann við
til at stovna bilstøðina Taxa
í Vágsbotni 1. januar 1944.
Hann koyrdi eisini í Taxa
í Lucas Debesargøtu og
Bilstøðini í J.C.Svabos-
gøtu.
Tá Bilstøðin bleiv løgd
saman við Taxa í 1953, var
Bjarni ein av fyrstu parta-
eigarunum í samanløgdnu
støðini, P/F Taxa, sum í
1955 skifti navn til Auto.
Hann koyrdi í Auto til
1965, tá hann byrjaði sum
sjálvstøðugur hýruvogns-
førari. Hann hevði nógvar
privatar kundar.
Hann koyrdi í nøkur ár
skúlabørn av Hvítanesi til
Havnar og í fleiri ár rutu-
koyring millum Havnina,
Kirkjubø og Velbastað.
Bjarni var bilførari í góð
50 ár, hann gavst í 1994.
Hann var sera røkin og
nærlagdur í sínum starvi.
Bjarni er føddur og
uppvaksin í Tórsgøtu í
Havn, yngstur av 5 systkj-
um. Foreldur hansara vóru
Paulina Dal-Christiansen
og Sophus Christiansen,
vanliga nevndur Sophus
skómakarin, bæði úr Havn.
Bjarni er giftur við
Palmu, f. Rasmussen, av
Skála. Børnini eru Annelin
og Kári, og abbabørnini eru
5 í tali. Øll búgva tey í
Havn uttan ein abbadóttir,
sum býr í New Zealandi.
Bjarni er sera góður við
síni, og abbabørnini eru alt
hjá honum.
Dagurin verður hildin
heima leygarkvøldið 2.
oktober, har tey ið vilja
ynskja Bjarna tillukku eru
hjartaliga vælkomin.
Í dag, leygardagin 2. okto-
ber, fyllir Lars Müller
handilsmaður í Havn 30 ár.
Lars hevur gingið í
faðirsins fótasporum. Hann
er føddur og uppvaksin í
Havn, og sum 16 ára gamal
fór hann í handilslæru á
"Strøjnum" í Keypmanna-
havn, lærutíðin var fýra ár.
20 ára gamal fekk hann
starv í klædnahandlinum
hjá pápanum, Feðgar, í
SMS.
Hann var við til at stovna
handilin "Skálkur" í SMS,
og fyri fýra árum síðan
keypti hann Skálk.
Lars er sonur Annu og
Kára Müller í Hirtshals.
Kári var við til at leggja
lunnar undir SMS og var
kædnahandilsmaður í 25 ár.
Lars er giftur við Hannu, f.
Mohr, úr Runavík, dóttir
Jonhild og Jákup Mohr.
Børnini eru, Jákup 11 ár,
og Rebekka 5 ár.
Katrina Hansen, fødd Sim-
onsen, varð 80 ár 30.
september. Føðingardagur-
in varð hildin saman við
familju, vinum og kenning-
um.
Nú Katrina fyllir 80 ár,
komu vit at hugsa um,
hvussu røsk og energisk
hon altíð hevur verið og
enn er, og um alt, hon hevur
lagt úr hondum gjøgnum
árini.
Katrina hevur altíð havt
stóran áhuga fyri hondar-
beiði, hon lærdi at seyma í
Sandavági hjá Sannu hjá
Lísbitu.
Seinni
fór
hon
við
systrini Paulu at arbeiða á
seymistovuni hjá Annu í
Haraldsstovu
í
Keyp-
mannahavn. Anna hevði
lært at seyma hjá Fonnes-
bech, so hon var ein avbera
góður lærumeistari. Katr-
ina var nøkur ár niðri í
Danmark. Heimafturkomin
læt hon upp seymistovu í
kjallaranum í barnaheim-
inum, har sera nógvar
kvinnur hava lært at seyma
og skera til.
Katrina hevur altíð havt
sera góð evnir at flylgja við
í mótanum, hon visti næst-
an, áðrenn tey ungu, hvat
fór at vera "in" ella ikki.
Tað var altíð ein stuttleiki
sum barn at síggja hana
taka
eitt
klædnastykki
fram, ið løtu seinni varð
klipt og klárt at seyma.
Katrina
hevur
havt
seymiskeið,
næstan
so
leingi vit minnast, úti í
gamla skúla í Sandavági,
haðani hon er ættað. Tað er
ógvuliga stuttligt og hugna-
ligt at minnast aftur á, tá
hon tók maskinuna, pakk-
aði taskuna, teposar, mjólk
í fløsku, keks, koppar o.a.,
og mann slapp við. Hetta
var nakað heilt serligt, at
klippa og seyma dukku-
klæðir, ella hyggja í móta-
blaðið "Quelle".
Katrina arbeiddi á flaka-
virki í nógv ár, har hon
gavst fyri 13 árum síðan.
Katrina giftist sum 30 ára
gomul við Palla Hansen av
Slættanesi, og hóast tey
eingi børn fingu saman,
hava børn altíð verið meira
enn vælkomin hjá teimum.
Ein systirdóttir er upp-
vaksin hjá teimum, og ann-
ars hava onnur børn í fam-
iljuni búð har í styttri og
longri tíðarskeið. Tað er
ikki smávegis av troyggj-
um, hosum og klæðum, ið
hesi hava fingið gjøgnum
árini. Palli doyði av krabba-
meini í 1991.
Katrina hevur m.a. seym-
að nógvar føroyskar búnar
fyri fólk, bæði til kvinnur
og menn, og er altíð blíð at
koma inná gólvið hjá. Nú
Katrina fyllir 80 ár, seymar
hon av og á enn fyri fólk.
Katrina hevur altíð verið
ung í sinni og ógvuliga
røsk, mangan hevur ein
tikið til: "Hevði ein bara
orkað helvtina av tí, hon
orkar, so hevði staðið væl
til". Tú sært hana sjáldan
uttan stokkar í hond, tí hon
bindur uppá "ommubørn"
ella " langommubørn", ella
onkran annan í familjuni.
Hon er ein unglingi uppá
80 ár, og hon er okkum so
ógvuliga kær.
Vit ynskja Dinnu hjarta-
liga tillukku við 80 - ára
føðinardegnum.
Familjan
Bjarni Dal-Christiansen 80 ár
Lars Müller 30 ár
Katrina Hansen (Dinna) 80 ár
Dagurin
1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur
aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til
biskup í Reims. Hann kristnaði Chlodovech kong, sum
var langabbi Karlamagnus. Remigius doyði 96 ára
gamal.
2. oktober. Ditlev. Komin upp í halgramannatal í 1725.
Ókent halgimenni. Upprunaliga týskt navn, samansett
av orðunum fólk og arvur.
3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu
við hesum navni. Navnið er Margreta stytt.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
85 ára føðingardagur
Í dag, 2. oktober, verður Johanna Johannesen,
Johanna í Kinn, Fuglafjørður, 85 ár. Dagurin verður
hildin heima frá kl. 17–22.
75 ára føðingardagur
Mánadagin 4. oktober verður Gudrun Joensen, Hós-
vík, 75 ár. Dagurin verður hildin mánakvøldið hjá
Harriet og Petur.
Brúdleyp
Í dag, 2. oktober, giftast Ása í Lambanum, Norðra-
gøtu, og Marjus Hansen, Skálafirði. Døgurði verður
fyri innbodnum á Muntra, og drekkamuður verður í
Bygdarhúsinum í Hósvík frá kl. 19.00, har øll eru
vælkomin.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
heiðraðu og gleddu meg á 75 ára
føðingardegnum 13. september.
Heilsan
Signhild Thomsen
Fuglafjørður
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddu
meg á 80 ára degnum 12. september.
Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit, kort
og telefonsamrøður. Og takk til tykkum,
sum gjørdu mær dagin so hugnaligan.
Heilsan
Esther Hentze
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu við okkum, við at fylgja okkara góða
manni, pápa, verfaðir, abba og langabba
Arnhold Davidsen
til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til heimahjálparar og sjúkrasystrar
sum vóru um hann.
Eisini tøkk fyri kransar og blómur og fyri
peningagávur til Fríðrikskirkjuna.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Henny
Aloma, Hanus, Niclas, Annika, Harda og Fróði
Sunnudagin verður Kjartan
Mørkøre, fyrrverandi prest-
ur í Havn, 75 ár. Kjartan er
klaksvíkingur, men hevur
seinastu 33 árini búð í
Havn.
Kjartan Mørkøre er giftur
við Elin, fyrrverandi lækna,
og tey eiga børnini Jógvan,
Katrin og Birnu. Eisini eiga
tey seks ommu og abba-
børn, sum mangan vitja í
heiminum í Brøttulíð.
Í
1998
fór
Kjartan
Mørkøre frá sum prestur
við Vesturkirkjuna í Havn,
og nú fer nógv tíð við at
ganga úti í náttúruni, eins
og honum dámar væl at
fara ein túr í fjørðin.
Sjálvan
føðingardagin
hava Kjartan og Elin opið
hús í heiminum frá klokkan
eitt til fimm, og seinni um
kvøldið verður døgurði fyri
teimum nærmastu á einum
av
gistingarhúsunum
í
býnum.
Kjartan Mørkøre 75 ár
Blómur kunnu følna
Og hjørtur kunnu kølna
Men vakurleiki tín
Sum streymar út til mín
Er sum hin sólin bjarta
Tú skínur í mínum hjarta
Tú er mær so kær
Í huga mínum altíð nær
Hóast leiðin tín long
Og sorgin ofta trong
So skínur tú í ævir
Hyggið og gevið gætur
Tín glóð vil aldri kølna
Og tín vakurleiki aldri følna
Fyri mær ert tú yndislig og fín
Tí tú er jú…….. mamma mín!
Heilsan dóttir tín Linda
Valby 20. sept. 2004
Ein heilsa til mammu
Henny Andreasen
á hennara 65 ára degi!
Andlát
27. september
Kitty Poulsen, Klaksvík, ættað av Selatrað, 82 ár.
Laurina Grevy, fødd Müller, ættað úr Porkeri,
búsitandi í Valby, 92 ár.
Rakul S. Joensen, í Gásadali, 92 ár.
28. september
Joen Frederik Joensen, Funningsfir?i, 83 ár.
Elsa Magnussen, fødd Lamhauge, ætta? úr Lamba,
búsitandi í Esbjerg, 65 ár.
Estrid Olsen úr Sandavági, 85 ár.
Konfirmantarnir í Tvøroyrar
kirkju sunnudagin 3. oktober
Sólfríð Bech, Tvøroyri
Christopher Hammerfoss Craib, Tvøroyri
Hallur Finnbogason Danielsen, Tvøroyri
Anna Kathrina Eysturberg, Tvøroyri
Gunleif Olsen, Tvøroyri
Guðrun Nielsen, Tvøroyri
Jutta Thomsen, Tvøroyri
Maria Vang, Tvøroyri
Sarah Idannguaq Bjarkadóttir Jensen, Froðba
Gunnar Tollakkur í Dali, Trungisvágur
Sóley Dimon, Trungisvágur
Sjúrður Jóhann Ferjá, Øravíkarlíð
Ása Johanna Pólsdóttir, Øravíkarlíð
Jón Magnusarson Ellendersen, Fámjin
Sára Yvonna Olsen, Hvalba
Brúdleyp
Leygardagin 9. oktober kl. 15.00 giftast í Havnar
kirkju Jóhanna við Streym, Norðskáli, og Jóhan
Heiðrikur Mouritsen, Hoyvík. Dagurin verður hildin
heima á Djúpagilsvegi 6, Hoyvík frá kl. 19.00, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 9. oktober giftast Guðrun Godtfred Leo,
Hvalba, og Mortan Ólason Vang, Tórshavn. Vígslan
verður kl. 11.00 í Ebenezer. Familja, vinir og
kenningar eru vælkomin í brúdleyp í HB-húsinum kl.
13.00.
Leygardagin 16. okt. kl. 16.00 giftast í Sands kirkju,
Rannvá Jensen og Kristian Oskar Jónsson Henriksen.
Døgverði verður fyri innbodnum í »Virkinum« kl.
19.00.
Dania Paula Danielsen og Bárður Dam í Baianstovu
verða vígd í Vesturkirkjuni 6. november kl. 15.00.
Veitslan verður í HB-húsinum sama dag kl. 19.00.
Øllm ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í
veitslu, verða biðin um at boða frá á 322301 ella
322303 í seinasta lagi sunnudagin 10. oktober.
Leygardagin 20. november kl. 16.00 giftast í
Vitninum í Hvalba Gunna Dimon og Jón við Neyst,
bæði úr Hvalba. Veitslan verður á Hotel Øravík kl.
19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma
í veitslu, verða biðin um at ringja á tlf. 375189 ella
580168 áðrenn 30. oktober.
Leygardagin 20. november kl. 13.00 giftast í Betesda
í Klaksvík, Amalia Hansen, Klaksvík, og Ólavur M.
Lamhauge, Søldarfirði. Veitslan verður í bygdarhús-
inum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða
brúðarparið við at koma í veitslu, verða biðin um at
ringja á tlf. 456728 ella 441168 áðrenn 10. november.
C
M
Y
K
13
12