leygardagur 2. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 2. oktober 2004
15
Hallið á fíggjarlógini er í lagi
Jenis av Rana, for-
maður í Miðflokkin-
um sigur, at hallið á
fíggjarlógaruppskot-
inum er í lagi. Sam-
bært Jenisi av Rana er
fíggjarlógaruppskotið
eitt framhald av poli-
tikkinum hjá fyrrver-
andi samgongu
FÍGGJARLÓGAR-
UPPSKOTIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Formaðurin í Miðflokkin-
um heldur, at fyri Mið-
flokkin er fíggjarlógarupp-
skotið sum heild gott, tí tal-
an er um framhald av polit-
ikkinum hjá undanfarnu
samgongu, sum Miðflokk-
urin jú var partur av. Jenis
av Rana vil enntá verða við,
at samgongan hevur "ad-
opterað" fíggjarlógarupp-
skotið hjá farnu samgongu.
Viðvíkjandi hallinum á
fíggjarlógaruppskotinum
sigur Jenis av Rana, at tað
er í lagi. – Tað er í lagi í
hesum tíðum at hava eitt
lítið hall, tí annars hevði tað
gingið út yvir vanliga borg-
aran, sigur hann.
Vit høvdu planlagt
allar nýggju íløgurnar
Jenis av Rana sigur, at hann
heldur tað verða øgiliga
lítið nýtt at síggja í
fíggjarlógaruppskotinum. –
Vit høvdu planlagt alt við
nýggju íløgunum, bæði
viðvíkjandi tunnli í Suður-
oynni, og viðvíkjandi mið-
námsskúlanum í Suður-
oynni, sigur hann.
– Eg dugi heldur ikki at
skilja, hví man skal leggja
avgjald á sodavatn, ið er ein
føroysk framleiðsla, heldur
enn at leggja tað á útlendskt
søtmeti, ið verður innflutt
til landið. Hetta kann kosta
arbeiðspláss her á landi, og
tað hevði tað ikki gjørt, um
tað var umvent, sigur Jenis
av Rana.
– Teir hava eisini sett í
fíggjarlógaruppskotið
at
selja íbúðarbygningarnar
hjá
landssjúkrahúsinum.
Hetta tykist løgið, tí tað
høvdu vit eisini í uppskot-
inum hjá farnu samgongu,
men tá tosaði serliga javn-
aðarflokkurin
harðliga
ímóti. Teir søgdu eisini, at
upphæddin, ið tá var ásett
fyri bygningarnar var alt ov
høg, men í hesum fíggjar-
lógaruppskotinum er upp-
hæddin júst tann sama, sum
hon var í okkara, greiðir
Jenis av Rana frá.
Fegnast um økta
menningarhjálp
Ein játtan á fíggjarlógar-
uppskotinum, sum er nógv
vaksin í mun til undanfarin
ár, er menningarhjálpin, og
tað er Jenis av Rana sera
fegin um. – Játtanin til
menningarhjálp er farin úr
300.000 krónum upp í
tríggjar milliónir, og tað
haldi eg er sera gleðiligt,
hóast upphæddin enn er ov
lítil. Nú ræður bert um, at
tað fer at bera til hjá ym-
iskum felagsskapum at fáa
hendur á hesum pengum, tí
tað hevur verið ein trupul-
leiki orsaka av sera strong-
um krøvum til hesar felags-
skapir frá landsstýrinum,
sigur formaðurin í Mið-
flokkinum.
Jenis av Rana sigur seg tó
verða eitt sindur bangnan
um ein tendens, ið eftir
hansara tykki er at síggja
sum ein reyður tráður
gjøgnum alt fíggjarlógar-
uppskotið. – Nógvar smáar
játtanir eru skerdar mun-
andi. Til dømis eru Javni,
Sinnisbati,
MBF,
Blái
Krossur og Deyvahúsið
skorin við 10 prosentum.
Hetta eru smáar upphæddir,
ið talan er um, og tær gera
sera lítlan mun í landskass-
anum, men stóran mun hjá
hesum felagsskapum, ið
heldur áttu at fingið eina
tøkk fyri tað sjálvbodna ar-
beiði, ið tey gera, sigur Jenis
av Rana.
Formaðurin í Miðflokk-
inum sigur eisini, at hann
heldur ikki skilir sparing-
arnar í miðfyrisitingini, og
hann saknar grundgevingar
fyri hesar sparingar frá
landsstýrinum.
Formaðurin í Sjálv-
stýrisflokkinum, Kári
P. Højgaard, er ikki
glaður fyri, at fíggjar-
lógaruppskotið hjá
landsstýrissamgong-
uni annað árið á rað
hevur eitt undirskot á
umleið 200 milliónir
krónur
FÍGGJARLÓGAR-
UPPSKOTIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard sigur, at
hann enn ikki hevur havt
stundir til at hyggja nærri at
fíggjarlógaruppskotinum,
men samanumtikið er eitt
undirskot upp á 200 milli-
ónir krónur ikki nøktandi,
og sjálvsstýrisformaðurin
heldur, at tað fer at verða
tungt at fáa hesar pengarnar
innaftur.
Skattalættin rakar
ikki rætt
Sambært Kára P. Højgaard
segði sjálvsstýrisflokkurin
undan løgtingsvalinum í
vetur, at tað neyvan fór at
verða pláss fyri skattalætta
á komandi fíggjarlóg. – Eg
haldi, at tað virkar púra øv-
ugt, at man ger pláss fyri
skattalætta á einari fíggjar-
lóg, sum hevur eitt trý-siffr-
að milliónahall, sigur hann.
– Føroyska samfelagið
tolir ikki fleiri ár á henda
hátt, hóast fíggjarstøðan í
landinum er góð, sigur
sjálvstýrisformaðurin.
– Somuleiðis eri eg
bangin fyri, at skattalættin
ikki fer at raka tey røttu,
t.v.s. tey lágløntu, sum
javnaðarflokkurin annars
sigur seg umboða, og tað er
harmiligt, sigur Kári P.
Højgaard.
– Eg haldi, at samgongan
átti heldur at hugt upp á
avgjaldspolitikkin. Nú hava
teir fylgt ætlanunum hjá
okkum í fyrrverandi sam-
gongu viðvíkjandi heils-
uavgjaldsuppskotinum, har
avgjald verður lagt á ym-
iskar vørur, ið ikki eru til
frama fyri heilsuna. Gott nú
hava teir ikki lagt avgjald á
grønakeks, men annars
líkist uppskotið ómetaliga
nógv tí hjá undanfarnu
samgongu, sum javnaður-
flokkurin, ið tá sat í and-
støðu, hevði hug til at gera
til láturs, sigur Kári P. Høj-
gaard. Formaðurin í sjálvs-
stýrisflokkinum
heldur
skemtandi fyri, at kanska
hevði tað verið rætt at spurt
samgonguna,
um
teir
høvdu biðið Karsten Han-
sen og Bill Justinussen, ið
vóru faddrar at uppskotin-
um hjá gomlu samgongu,
um copyright av heilsuavg-
jaldsuppskotinum.
Kári P. Højgaard hevur
annars ikki hug til at gera
tær heilt stóru viðmerking-
arnar enn til fíggjarlógar-
uppskotið, tí at hann ikki
enn hevur havt stundir til at
nærlesa uppskotið.
Ikki nøktandi við
stórum undirskoti
Kári P. Højgaard, formaður í
Sjálvstýrisflokkinum, er als
ikki glaður fyri, at lands-
stýrið hevur gjørt eitt
fíggjarlógaruppskot, ið vísir
slakar 200 milliónir í halli.
Savnsmynd
Formaðurin í Miðflokkinum,
Jenis av Rana, heldur, at
fíggjarlógaruppskotið hjá
landsstýrinum er eitt
framhald av politikkinum
hjá undanfarnu samgongu
savnsmynd
15
14
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Kristus í skriftunum
TÍÐINDASKRIV
við Poul Jóhan Djurhuus
Tá
Jesus
fylgdist
við
tveimum
lærisveinum
sínum eftir vegnum til
Emmaus, aftaná uppreisn-
ina, lesa vit, at Jesus talaði
til teirra um alt tað, sum
stóð skrivað um hann í
øllum skriftunum. Hetta
lesa vit um í Luk.24,27v.
Hetta er óivað besti bíbliu-
tími sum nakrantíð hevur
verið hildin um Kristus-
profetiini í gamla testa-
menti, tí her var tað Meist-
arin sjálvur, sum undirvísti.
Veruleikin er tann, at í
øllum skriftunum í gamla
testamenti, líka frá Móse-
bókunum, ígjøgnum allar
profetarnar og allar sálmar-
nar síggja vit endurloysaran
Kristus sum ein gjøgnum-
gangandi reyðan tráð. Tað
var hetta evni, sum fremm-
andamaðurin á Emmaus-
vegnum, tí teir vitstu ikki
við tað sama hvør hann var,
talaði til teir um.
Hann talaði so væl og so
spennandi, at hjørtu teirra
brendu, tá teir sóu Hann í
Skriftunum, tí hetta var
einki minni enn ein sen-
satión fyri teimum, tí júst
hetta var eitt av kardinal-
prógvunum fyri, at tann
Jesus, sum teir høvdu fylgst
við í trý ár, ikki einans var
Jesus úr Nazaret, men var
tann, sum hann segði seg at
vera - Messias.
Nú hevur tú møguleikan
at hoyra um hetta sera
áhugaverda evni. Ígjøgnum
oktobermánaða verða møtir
hildin í Berøa í Saltangará,
har evnið verður "Kristus í
Skriftunum." Møtini vera
hvørt mikukvøld kl.19.30
og
hvørt
sunnukvøld
kl.18.00 Tað verða níggju
møtir í alt, har ymiskir
talarar luttaka hvør sítt
kvøldið, og koma teir at
lýsa evni frá hvør sínum
parti av skriftini, baði í
gamla- og nýggja testa-
menti.
Talarar
Símun í Túni og Páll Poul-
sen koma ávíkivist at tosa
um Kristus í persónum og
myndum í Mósebókunum.
Karl Jóhan Nielsen kemur
at tosa um Kristus í Rutts
bók. Zacharias Zacharias-
sen um Kristus í Sálmun-
um. Poul Jóhan Djurhuus
um líðingar Kristusar í
Sálmi 22. Og Símun Pætur
á Torkilsheyggi kemur at
tosa um Kristus í Esaiasar
bók.
Vit fara eisini at hoyra um
hvussu
Kristus
verður
lýstur í nýggja testamenti.
Hetta fara Svenning av
Lofti, Poul Færø og Símun
Absalonssen at røða um á
trimum teimum seinastu
møtunum í fundarøðini.
Teir fara at vísa okkum
hvussu Kristus verður lýst-
ur í teimum fíra evangeliin-
um, í brøvunum og í Opin-
beringini.
Kom og verð við til hesi
møtir og tú kemur at
uppliva Kristus av nýggjum
í skriftunum og tann sama
eldin í hjartanum sum
lærisveinarnir gjørdu, tá
teir, á veg til Emmaus, sóu
Kristus í Skriftini.
Bjóðað verður til drekka-
munn eftir møtið hvørt
mikukvøld, og har verður
høvið at hava eina persón-
liga samtalu um evni, um
so er at tú ynskir tað.
Aftaná seinasta møti,
sum verður sunnukvøldið
31. oktober, er ætlanin at
hava eina bóka-café í
kjallarinum, har Logos
bókhandil í Havn kemur at
stilla bøkur fram til sølu.
Um tú ynskir at vita meiri
um møtini, ert tú vælkomin
at
ringja
448314
ella
228314
ella
GJARANES@POST.OLIV
ANT.FO
Fundarrøð í Berøa, Saltangará
C
M
Y
K
14