Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað er bara spenning- ur um bronsuplássið í bestu deildini, meðan tað framvegis er spenningur um upp- flytingina, har tað er møguleiki fyri, at landsliðið kann fara at spæla eitt puss ENDAUMFARIÐ Jóannes Hansen Tá ið átjanda leikumfarið í trimum teimum ovastu fót- bóltsdeildunum er á skránni í hesum vikuskift- inum, verður alt avgjørt í dag. Vanliga plagar 2. deild at spæla leygardag og hinar báðar deildirnar sunnudag. Men seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at í átjanda umfarinum hevur bara ver- ið spælt leygardag, og so- leiðis er tað eisini hesa ferð. Hetta er eisini tað, sum stendur í skipanini. Fótbóltssambandið boðar frá, at allir dystirnir í 3. deild verða spældir á mid- degi í dag. Klokkan 14 verða allir dystirnir í 2. deild spældir, og klokkan 16 verða allir dystirnir í 1. deild á skránni. Tað vil við øðrum orðum siga, at gull- krónurnar og meistara- steypið, sum Føroya Bjór í 1996 gav at kappast um, eftir at GÍ í 1995 hevði vunnið steypið til ognar, sum Føroya Bjór hevði sett út í 1991, fer at verða hand- að HB til ognar umleið klokkan knapt seks í kvøld. So er eftir at vóna, at lík- indini vera hampuliga góð, soleiðis at tað fer at bera til at avmynda meistaraliðið soleiðis, sum tað eigur at verða gjørt. Silvurkrónurnar verða handaðar B36 í Gundadali, og bronsumerkini verða handað á Mølini á Eiði. Úrslitið í dag fer at gera av, um tað verður Skála ella EB/Streymur, sum fer at taka ímóti bronsu krón- unum. Gullið á Sevmýri Í 2. deild er spenningurin rættuliga stórur. TB og B71 liggja stavn um stavn við 35 stigum. Í innanhýsis dystum stendur tað á jøvn- um – B71 og TB hava bæði vunnið heimadystirnar móti hvørjum øðrum – og í málmuni er TB fimm betri enn B71. AB hevur 32 stig og pluss sjey í málmuni. TB eigur heimavøll móti VB, sum longu er flutt niður í 3. deild, meðan B71 skal spæla móti B36 í Gunda- dali. AB skal spæla í Vág- um. Um øll tey trý oddaliðini fáa trý stig í síðsta umfar- inum, so fer TB at flyta beinleiðis upp, og so skal B71 spæla tveir dystir móti ÍF um plássið í bestu deildini. Um B71 einki fær burturúr í Gundadali, og AB samstundis vinnur í Vágum, so fer at standa á jøvnum í stigum millum B71 og AB. Innnanhýsis hava tey vunnið hvør sína ferðina. AB vann 4-2 á Argjum, og B71 vann 2-1 á Sandi. Tað eru bara stigini og ikki málini í innanhýsis uppgerðum, sum eru av- gerandi. Tað vil við øðrum orðum siga, at so verður málmunurin avgerandi, og har er B71 í løtuni væl betri, enn AB er tað. TB hevur +22, B71 +17 og AB +7 mál. Tað verður ein trupul- leiki, um TB fer at enda næstfremst og harvið skal í endaspæl. Óli Johannesen skal týsdagin av landinum við landsliðnum, og hann verður ikki aftur fyrrenn annan hósmorgun. TB fer ikki í møguligt endaspæl uttan liðformannin á lands- liðnum. Tað vil siga, at um TB skal spæla móti ÍF, so verður einki á skránni fyrr- enn um tvær vikur! Nr. 183 • leygardagur • 25. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tøtt telving millum teir næstbestu Á Skála eru teir betri fyri enn leingi, tá ið teir fara á Mølina at stríðast um at fáa bronsukrónurnar, sum hvørki teir alla EB/Streymur, sum ikki hevur alt fólkið tókt, áður hava vunnið UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er greitt undan upp- gerðini. Annar av pørtunum á Mølini seinnapartin í dag verður ógvuliga vónbrotin, og hin parturin verður hjartans fegin. Hvørki EB/ Streymur ella Skála hava áður vunnið heiðursmerkir. Í dag hava báðir hesir part- arnir møguleika fyri tí. Um tað verður javnleikur, fer Skála at fáa heiðursmerk- ini, og teir fáa tey sjálvandi eisini, um teir vinna. EB/ Streymur skal vinna á heimavølli fyri at fáa heiðursmerkini. Seinastu fýra ferðirnar hevur EBStreymur ikki tapt, meðan Skála ikki hevur vunnið fýra tær sein- astu ferðirnar. Skála hevur ligið á heiðursmerkjapláss- unum alt kappingarárið, men nú er møguleiki fyri, at teir skulu missa á stokk- inum. Hjá EB/Streymi er vong- verjin í vinstru, Jóhann á Stongum, burturstaddur. Esmar Eiðisgarð og hann hava kappast um plássið og næstan skiftst um at spæla, so tað er upplagt, at Esmar fer at loysa av. Hallur Jacobsen er skaddur, og tað er ivi um tríggjar aðrar spælarar. Størsta áhugan hevur tað, hvussu tað fer at verða við Sorin Anghel. Mánakvøldið segðist tað, at hann breyt nøsina á Svangaskarði. Hóskvøldið var hann eina lítla løtu og vandi, men í gjár var tað ikki greitt, um hann verður tøkur í dag. Fróði Clementsen noydd- ist av vøllinum í steðginum, tá ið EB/Streymur var á Toftum, tí hann hevði trupulleikar við rivjabein- unum. Hann hevur ikki vant, men teir vónaðu í gjár, at hann fór at verða førur fyri at spæla. Tað sama vónaðu teir fyri Knút Vesturtún, sum varð inn- skiftur mánakvøldið. Hann hevur drigist við bruna í beininum. 3. deildarliðið hjá EB/ Streymi tapti hóskvøldið 2- 0 á Svangaskarði. Tá var Arnbjørn T. Hansen á lið- num. Mikukvøldið var hann við til at vinna ung- lingafinaluna, og teir rokn- aðu í gjár við, at hann verður í 1. deildarhópinum í dag. Betri enn leingi Høvuðsorsøkin, til at tað ikki hevur hilnast so væl hjá Skála eftir summar- steðgin, er, at so nógvir spælarar hava verið burturi frá orsaka av skaðum og leikbannum. Hesa ferð eru ábendingar um, at tað stendur betri til á Skála, enn tað hevur gjørt leingi. Arnhold Berg er leik- bannaður, og verður tískil ikki við á Eiði. Allir hinir eru tøkir. Nenad Stankovic, Iulian Florescu og Bárður Danielsen vóru leikbann- aðir móti NSÍ. Nú eru teir tøkir. Pauli G. Hansen er rættuliga komin fyri seg eftir drúgva skaðan, og hann verður ikki minst týdningarmikil, tá ið Skála á Mølini fer at stríðast fyri at halda tørn um bronsu- plássið. Enn hevur einki verið at hoyrt um sáttmálar og út- søgnir frá nevndunum. Men tað skilst, at nógv bendir á, at Piotr Krakow- ski fer at halda fram sum venjari á Eiði, og at Johan Nielsen fer at halda fram á Skála. Í dag fara liðini hjá teimum báðum at gera av innanhýsis, hvat av teimum næsta ár skal spæla í Inter- toto. EB/STREYMUR-SKÁLA: Annar parturin verður vónsvikin Skála og EB/Streymur skulu gera av, hvør av teimum fær bronsukrónur og europeisk atgongumerki Klaksvík fær landsdyst Landsdysturin ímillum kvinnu- landsliðini hjá Før- oyum og Írlandi tann 12. oktober skal spælast á graslíki í Klaksvík. FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Føroyska kvinnulandslið- ið í fótbólti skal týsdagin 12. oktober spæla lands- dyst ímóti Írlandi, og Fót- bóltssambandið hevur gjørt av, at hesin dysturin skal spælast í Klaksvík. Dysturin er komin í lag, tí føroyska mansliðið spælir ímóti Írlandi um sama mundið, og so verður serliga flogsam- bandið úr Føroyum til Írlands nýtt til fulnar. Somu viku í oktober mánaði verður ein U19 EM-kapping í Føroyum, og teir seks dystirnir skulu allir spælast á grasvøll- unum á Toftum og í Havn. Tí er trýstið á hesi vøllir ivaleysa stórt júst tá, og FSF hevur saman við írska fótbóltssambandinum gjørt av, at vinardysturin hjá kvinnunum kann spæl- ast á graslíki. FSF hevur síðani lagt dystin at vera í Klaksvík týskvøldið 12. oktober, og at júst Klaksvík hevur fingið dystin, kemst iva- leyst av, at nógvir spælarar úr KÍ eru á liðnum, og at áhugin fyri kvinnufótbólti er størst júst í Klaksvík. 17 16 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Stjóri til Tjóðpall Føroya finnast Eftir drúgvar seink- ingar, millum annað orsakað av valinum, er arbeiðið við Tjóðpalli Føroya nú langt um leingi byrjað. Leik- listaráðið er mannað, við Anniku Sølvará sum formanni, og fyrsta uppgávan verð- ur at finna ein stjóra til Tjóðpallin TJÓÐPALLUR FØROYA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Fyri einum góðum ári síð- ani varð samtykt at seta á stovn Tjóðpall Føroya. Nú er arbeiðið av álvara um at koma í gongd, og Leiklista- ráðið hevur longu havt fleiri fundir. Annika Sølvará, for- maður, sigur, at allarfyrsta uppgávan verður at seta ein stjóra. – Ætlanin er, at viðkom- andi skal byrja arbeiðið, í seinasta lagi 1. januar. Ì løtuni arbeiða vit við at skriva eina starvslýsing, sum verður kunngjørd í næstu framtíð. Hetta verður eitt sera spennandi og av- bjóðandi starv, so vónandi verða tað fleiri áhugað, sigur Annika. Hon sigur, at lógin leggur upp til eitt tætt samstarv ímillum stjóran og Leik- listaráðið, sum er evsti mynduleiki á Tjóðpallinum. – Leiklistaráðið er sett saman av umboðum fyri yrkisleiklist og áhugaleik, einum av starvsfólkunum á Tjóðpallinum, umboðum fyri LISA, umboðum fyri Tórshavnar býráð og um- boðum fyri mentamálaráð- ið. Á henda hátt verða nógvar meiningar og áhuga- mál umboðað, so Tjóðpall- urin verður so breiður sum gjørligt, sigur Annika. Fyrsti stjórin Annika Sølvará sigur, at høvuðsuppgávan hjá fyrsta stjóranum á landsins Tjóð- palli, verður at fáa alt at fungera. – Tað fyrsta málið verður sjálvsagt at menna yrkis- leiklistina í Føroyum, og at geva teimum, sum arbeiða við henni, nøkur virðilig ar- beiðskor. Í dag eru korini út av lagi vánalig, og tað skal Tjóðpallurin ætlandi bøta um, sigur hon. Annika sigur, at komandi stjórin eisini fær ábyrgdina av at seta fólk í arbeiði, og at menna samstarvið ímill- um allar partar av leiklist í Føroyum. – Av tí, at hetta eru fyrstu stigini vit taka, er neyðugt, at stjórin verður onkur, sum hevur kunnleika til før- oyska leiklist. Onkur, sum veit hvat er farið fram á øk- inum, og sum hevur visi- ónir til at menna tað. Tí ætla vit ikki at fara serliga langt út um Føroyar at leita eftir viðkomandi, sigur Annika. Hon sigur, at tað verður eitt strævið arbeiði at fáa Tjóðpallin upp á beinini at standa, tí játtanin er avgjørt ikki serliga høg. – Vit fáa 3,5 mió, harav nakað fer til MáF og til stuðul til verkætlanir innan yrkisleiklist. Tað eru avgjørt ikki nógvir pengar, tá tosað verður um at fáa Tjóðpallin á føtur. Sjálvandi høvdu vit, eins og øll onnur, vónað at fingið eina hægri játtan, nú nýggja fíggjarlógin er klár. Hinvegin fegnast vit um, at vit ikki eru skerd nakað, sum so mong onnur eru, staðfestir Annika Sølvará og heldur fram, – Hetta eru ar- beiðskorini, og vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa sum mest burturúr peng- unum. Vit mugu bara hugsa kreativt og ikki seta ambitiónirnar ov høgt, sigur hon. Økið skal mennast Annika sigur, at tað er al- neyðugt, at vit nú fáa ment okkara leiklistarliga øki. – Fólk hava arbeitt við leiki burturav í áravís. Hetta eru fólk við longum og góðum útbúgvingum ella drúgvum royndum innan leiklist, men tey arbeiða fyri nógv minni løn, enn flestu onnur fólk høvdu funnið seg í. Higartil hava vit ikki dugað at nóg væl at nýtt teirra evni og teirra royndir til fullnar, sigur Annika. Hon sigur, at við Tjóð- pallinum er ætlanin at bøta um hetta. – Tað verður neyðugt at seta fólk í fast starv í longri tíð. Tað er nakað, sum fólk innan leiklist í Føroyum ikki eru von við, sigur hon. Annika heldur, at Tjóðpall- urin veruliga hevur mangl- að í føroyska samfelagnum. – Hesi fólkini hava lagt eitt ótrúligt arbeiði í leik- listina, men spurningurin er, hvørt tey høvdu havt orku at hildið á leingi aft- urat. Eisini er hugsandi, at vit hava nógvar evnaríkar sjónleikarar, sum ikki hava hættað sær at útbúgvið seg innan leiklistina, orsakað av vantandi arbeiðsmøgu- leikunum. Vónandi kann Tjóðpallurin bøta um hetta, sigur hon. Annika greiðir frá, at Leiklistaráðið saman við stjóranum skal arbeiða við at fáa eitt enn betri sam- starv í lag ímillum áhuga- leikarar og yrkisleikarar. Eisini er ætlanin at fáa samantvinnað leiklistina við aðrar listagreinir, so- leiðis, at samstarvið gerst fjøltáttað og sterkt. – Ymisku listagreinarnar hava altíð havt nakað av samstarvið sínamillum, men tað hevur ikki verið formliga skipað. Tað skulu vit broyta við Tjóðpallin- um, staðfestir Annika. Annika Sølvará sigur, at áhugin fyri leiki sum heild er sera stórur í Føroyum. – Tað hendir so nógv alla- tíðina, bæði innan yrkisleik og áhugaleik, og tað eru altíð nógv fólk til fram- førðslurnar. Tí verður stjóra- starvið á Tjóðpalli Føroya at kalla eitt lyklastarv, sum skal sameina leiklistina við aðrar listagreinir og skipa alt á bestan hátt, so vanligi føroyingurin eisini fær sum mest burturúr Tjóðpallinum, sigur Annika Sølvará at enda. Rógva fyri fólka- heilsuni í Vági Í dag taka vágbingar ár í hond Í dag klokkan 14 verða grindbátarnir í Vági flotaðir. Og tað verða teir hvønn leygardag fram til jóla. Hetta er eitt lið í stóra átakinum hjákunningarstovuni fyri eini betri fólkaheilsu. Vágbingar hava tikið væl undir við fólkaheilsu- verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum viku síðani. Hvørt ónskvøld fram til jóla verður gingið, runnið ella súkklað. Túrarnir byrja altíð við Kunningarstovuna í Vági 19.00 og tað er ókeypis og higartil hava 50-60 fólk verið við hvørjaferð. Leygardagin verður so annar partur í átakinum fyri fólkheiluna Føroyingar eru føddur við ár í hond og í dag er ætlanin at lokka vágbingar til árarnar. Tiltakið er ætlað kvinnum og monnum. Sjálvandi er tað veðrið sum avgerð hvar farið verður og hvussu leingi túrurin varir. Aftaná rógvitúrin leygardagar fæst drekkamuður og okkurt gott afturvið til keyps á Hotel Bakkanum. Tey, sum vilja verða við til hetta óvanliga tiltakið til frama fyri fólkaheilsuna, møta á kunningarstovuni klokkan 14 leygardagin Síðani september hevur Urd Johannesen arbeitt við eini spennandi verk- ætlan um rútmiskan tón- leik í Føroyum, og hvat kann gerast fyri at menna hann. Í sambandi við hesa verkætlanina skipar hon fyri einum seminari mánakvøldið, har ljós verður kastað á tónleikin 112 fólk hava meldað til seminarið, sum verður í Norðurlandahúsinum allan mánadagin. Urd Jo- hannesen fyriskipari, sig- ur, at hon vil hava tónleik- ararnar sjálvar at koma við í kjakið. Hon sigur, at fýra fyri- lestrar verða hildnir, um- framt kjak. Ein fyrilestra- haldari er úr Svøríki, ein úr Íslandi, ein úr Dan- mark og ein úr Føroyum. – Eg valdi Svøríki, tí tey hava altíð ligið framma- liga, tá tað kemut til tónleikin. Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu tey hava skipað seg og borið seg at at komið so langt. Ísland valdi eg, tí tað er tað landið, ið líkist Føroyum mest, hvat ið mentan og umstøðum viðvíkur. Tey eru bara nakað nógv frammaligari enn vit. Danmark er áhugavert í tónleikahøpi, tí har eru tey farin at satsa stórt uppá tónleikin í seinastuni. Føroyski fyri- lestrahaldarin er við, tí eg haldi tað vera áhugavert hjá tónleikarunum at hoyra, hvussu tey, sum eru komin nakað ávegis, hava megnað at koma so langt, greiðir Urd Johannesen frá. Hon sigur, at seminarið verður býtt í trý. 1) Hvørj- ar karmar hava føroyskir tónleikarar og hvørji al- men átøk eru neyðug um tónleikurin skal mennast. 2) Hvussu skal ein møgu- lig føroysk tónleikavinna skipast. 3) Hvat kunnu tónleikararnir sjálvir gera, fyri at koma so langt sum gjørligt. Urd sigur, at áhugin er stórur, og at bæði tónleik- arar, tónleikafeløg og fyritøkur hava meldað til seminarið. Tónleikaseminar mánadagin Leiklistaráðið á fundi. Fysta uppgávan verður at seta ein stjóra til Tjóðpall Føroya, sum ætlandi skal byrja 1. januar 2005 Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 16