leygardagur 2. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 2. oktober 2004
19
Ein dyst frá
endaumfarinum
Pætur Jørgensen og Ólavur í Ólavsstovu, sum í løtuni
ganga á ítróttarskúla í Oure, eru nú bert ein dyst frá at
koma fram til endaumfarið í stóru donsku kappingini í
skúlafótbólti.
Hósdagin spældi Oure hálvfinalu í Eysturfjón-
økinum. Hendan var ímóti einum liði, sum kallast
Hjalleskolen. Oure vann dystin 7-2 og skeyt Ólavur
annað av málunum. Finalan verður ímóti Giersings
Realskole.
-jm
Benny skal venja Fremad
Fremad Amager hevur sett nýggjan venjara, eftir at
Michael Guarini herfyri varð settur frá. Og tað verður
eitt av stóru donsku venjaranøvnunum, sum nú skal
venja føroysku leikararnar í felagnum. Talan er nevn-
liga um Benny Johansen, sum annars var upp á tal sum
føroyskur landsliðsvenjari í síni tíð. Tað gjørdist sum
kunnugt Henrik Larsen, sum fekk tann sessin, og
ístaðin gjørdist Benny so venjari hjá Ølstykke, sum
Henrik Larsen áður vandi. Her varð Benny so koyrdur
úr starvoinum fyri stuttum, og nú verður tað so Fremad
Amager, sum verður næsta arbeiðspláss hansara.
-jm
Taptu 4-0
Føroyska kvinnulandsliðið leikti hóskvøldið ímóti
Belgia í mini-kappingini, sum liðið tekur lut í í
Pólandi.
Úrslitið av dystinum hesaferð gjørdist eitt 4-0 tap.
Føroyska liðið hevur ein dyst eftir, og er hesin ímóti
Ukraina.
-jm
Bragdið fer undir
ungdómsvenjing
Sum nakað nýtt fer Bragdið nú undir ungdómsvenjing
innan frælsan ítrótt. Aldursbólkarnir, sum hetta fevnir
um, eru 3. til 7. flokkur, og verður talan ætlandi um
spennandi og fjøltáttaðar venjingar.
Byrjað verður komandi týsdag á Niðara vølli í
Gundadali kl. 16.00. Fyrireikararnir vóna sjálvsagt, at
veðrið er til vildar, men luttakararnir verða tó biðin um
at hava venjingarklæði, sum hóska seg til uttandura
venjingar.
-jm
Stigatalvur
Við fullari úrtøku
hava bæði gøtumenn
og vágbingar møgu-
leika at leypa upp um
trý onnur á støðu-
talvuni
GÍ-VB
Jóannes Hansen
Tá ið gøtumenn fyrr í
summar vóru í Vági fóru
teir norður um aftur til 4-2
sigri. Tað var kanska eitt
sindur óvæntað. Nú hava
vágbingar møguleikan at
vinna hetta innaftur. Um
tað eydnast teimum at gera
tað, so verður tað eisini eitt
sindur óvæntað. Burtursæð
frá sigrinum á KÍ í ill-
veðursdystinum á Eiðinum,
so hevur tað verið tunnligt
hjá VB seinastu tíðina.
Vágbingar eru triði aft-
astir, og gøtumenn eru
fjórði aftastir. Um annar
parturin fer at fáa fult í dag,
so er møguleiki fyri, at tað
liðið kann leypa upp um í
mesta lagið trý av teimum,
sum eru omanfyri stødd.
Hjá GÍ er fyrrverandi VB
venjarin og núverandi GÍ
venjarin og álopsspælarin,
Krzystof Popczynski, tøkur
aftur, eftir at hann var leik-
bannaður móti HB. Poul
Henning Jacobsen var eis-
ini leikbannaður síðsta
sunnudag, og hann er eisini
tøkur hesa ferð.
Tveir gøtumenn eru leik-
bannaðir í dag. Teir eru
verjuspælararnir Poul Enni-
garð, sum eisini er liðfor-
maður, og Atli Gregersen.
Undan síðsta vikuskifti
varð sagt, at Atli Gregersen
var leikbannaður. Tað var
hann ikki, tí eitt av kort-
unum (tað sum hann fekk í
Klaksvík) var ikki skrásett.
Tí spældi Atli síðsta sunnu-
dag. Tá ognaði hann sær
eitt gult kort afturat, og tí er
hann leikbannaður móti
VB.
Vongverjin Hanus Jacob-
sen er burturstaddur við
skúlaflokkinum. Tað ber
við sær, at gøtumenn verða
noyddir at skipa verjuna
heilt av nýggjum. Kaj
Ennigarð, sum er lutfalsliga
nýggjur á besta liðnum,
verður veteranur í dag.
Tað
er
greitt,
at
Popczynski aftur næsta ár
verður venjari hjá GÍ.
Mindaugas burtur
Hjá VB er tað greitt, at
dysturin í dag verður tann
seinasti hjá Hans Nielsen í
venjarasessinum.
Hann
hevur fyri fleiri vikum síð-
ani boðað frá, at hann ikki
verður venjari næsta ár.
Tað er eisini greitt, at
Mindaugs ikki verður í VB
álopinum í dag. Hann til-
tuskaði sær reytt kort móti
KÍ og harvið leikbann móti
GÍ.
Allir hinir spælararnir
eru tøkir í dag. Tað hevur
verið nevnt, at supervete-
ranurin Eyðun Jacobsen
møguliga fór at gevast, men
tað vilja teir í Vági ikki
skriva undir uppá, at hann
fer at gera. Bjarni Johansen
hevur vart VB málið í meiri
enn seytjan ár, og tað fer
hann eisini at gera næsta
kappingarár.
Nýggj verja í Gøtu
Í Klaksvík eru tveir
leikbannaðir, meðan
fuglfirðingar ivast í,
um tað loysir seg at
seta teir tríggjar á
vøllin í dag, sum
undan endaumfar-
inum liggja á mark-
inum at verða leik-
bannaðir
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í nakrar vikur var møgu-
leiki fyri, at tað í 100. ár-
inum hjá KÍ kortini skuldi
eydnast teimum at vinna
heiðursmerkir. Tapið í Vági
bar við sær, at einki fer at
spyrjast burturúr hesum.
Undan síðsta umfarinum er
KÍ á 6. plássinum. Um væl
vil til í dag, so er møguleiki
fyri, at KÍ fer at enda á
fjórða plássinum. Um illa
fer at vilja til hjá klaksvík-
ingum í dag, so verður
endastøðan sjeynda plássið.
Jákup Mikkelsen hevur
vant eitt lítið sindur í vik-
uni, men í gjár var tað
rættuliga ivasamt, um hann
verður førur fyri at spæla í
dag, tá ið hann fyri síðstu
ferð verður í KÍ búnanum.
Tað er greitt, at Eyðun
Klakstein og Leon Bjarta-
líð verða leikbannaðir, eftir
at teir sóu gult í Vági. Ovi
Nysted er tøkur aftur, eftir
at hann var leikbannaður
síðsta sunnudag. Møguligir
avloysarar eru Frank Joen-
sen ella Tórður Lervig. Teir
hava síðstu ferðirnar spælt
onkra løtuna. Kristian á
Lakjuni var eisini við í
Vági, men hann hevur
spælt so mikið lítið, at hann
neyvan verður við frá fyrsta
bríksli.
Goyma trumfarnar
Mánakvøldið
varð
tað
greitt, at ÍF skal í endaspæl
um plássið í bestu deildini.
Tað skulu teir uttan mun til,
hvussu tað fer at vignast í
Klaksvík í dag.
Allir fuglfirðingarnir eru
tøkir. Spurningurin er tó,
um allir teir, sum plaga at
vera á besta liðnum, fara at
vera har í dag. Støðan er
tann, at tríggir spælarar
verða leikbannaðir næstu
ferð, teir fara at síggja gult.
Um teir fara at síggja gult í
dag, so verða teir leikbann-
aðir í fyrra dystinum í
endaspælinum. Talan er um
Bartal Eliasen, Rúna Elttør
og Fritleif í Lambanum,
sum eisini er eitt sindur
smáskaddur.
Tá ið ÍF í síðsta umfar-
inum í 1999 var í Klaksvík,
fluttu teir niður í næstbestu
deildina, meðan KÍ gjørdist
meistari. Tað er greitt, at
hvørki ÍF ella KÍ fara at
endurtaka ávikavíst sorgar-
leikin og bragdið í dag.
KÍ-ÍF:
ÍF er í døpurhuga
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
HB
17
12 - 4 - 1
45
16
29
40
2
B36
17
9 - 4 - 4
31
19
12
31
3
Skála 17
8 - 3 - 6
31
23
8
27
4
EB/S 17
7 - 4 - 6
30
24
6
25
5
NSÍ
17
7 - 3 - 7
26
23
3
24
6
KÍ
17
5 - 8 - 4
22
22
0
23
7
GÍ
17
6 - 5 - 6
29
31
-2
23
8
VB
17
6 - 4 - 7
23
22
1
22
9
ÍF
17
3 - 3 - 11
23
48
-25
12
10 B68
17
2 - 2 - 13
17
49
-32
8
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
TB
17
11 - 2 - 4
45
23
22
35
2
B71
17
11 - 2 - 4
47
30
17
35
3
AB
17
10 - 2 - 5
30
23
7
32
4
LÍF
17
8 - 4 - 5
30
28
2
28
5
FSV
17
8 - 3 - 6
54
36
18
27
6
Royn 17
8 - 1 - 8
38
39
-1
25
7
Sumba17
6 - 4 - 7
24
30
-6
22
8
B36
17
5 - 3 - 9
27
45
-18
18
9
KÍ
17
3 - 3 - 11
26
39
-13
12
10 VB
17
1 - 4 - 12
18
46
-28
7
Leygardagin verða
seinastu FM-kapp-
ingarnar hjá Tórs-
havnar Súkklufelag
í ár.
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Kappast verður í eink-
ultstarti
fyri
børn.
Kappingin er verður
hildin á vegnum Kald-
baksmegin inni í Kald-
baksbotni, súkklast skal
úr Kaldbaksbotin móti
Kaldbak og aftur. Børn-
ini kappast í trimum
aldursbólkum fyri gent-
ur og dreingir, bólkarnir
eru:
Bólk. I: 1996 til 1998
Bólk. II: 1993 til 1995
Bólk. III: 1990 til 1992
Øll eru vælkomin at
takað lut. Treytin er at
súkklan er í rímuligum
standi og at góður
hjálmur verður brúktur.
Tilmelding er inni í
Kaldbaksbotni frá kl.
14:30. Sjá eisini heima-
síðuna www.tsf.fo
Dómarar og hjálpar-
fólk eru teir vaksnu
kappsúkklararnir
hjá
Felagnum.
Kappsúkkling
fyri børn
Tveir ónavngivnir spælarar
hjá enska felagnum Arse-
nal brustu saman í spælara-
bussinum eftir javnleikin
ímóti norska felagnum
Rosenborg mikukvøldið.
Arsenal
og
Rosenborg
spældu í Tróndheimi, og
tað var vónbrot fyri Arse-
nal, at Champions League
dysturin endaði 1-1.
Og
sambært
norska
blaðnum VG vóru tveir av
spælarunum hjá Arsenal so
illir um úrslitið, at teir fóru
at berjast í bussinum eftir
dystin. Norskir løgreglu-
menn og liðfelagar noydd-
ust at leggja upp í fyri at
steðga bardaganum, og
sambært eygnavitnum var
talan um eitt álvarsamt
slagsmál.
Arsenal hevur ikki gjørt
viðmerkingar til tíðindini.
ek
Arsenal-spælarar
bardust í Noregi
Skateboard-
kapping
Um viðrar, skipar Marg-
arinfabrikkin fyri stórari
Skateboard
kapping
á
Frælsinum, leygardagin 2.
okt. kl 14. Tekning fer
framm á staðnum ein tíma
undan kappingina, kostn-
aður er 20 kr.
Kappast verður í tveim-
um bólkum. 7 - 12 ár og 13
- 16 ár. Góðir vinningar
verða latnir stendur í tíð-
indaskrivi frá Margarin-
fabrikkini
19
18
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Og Kaj Leo Johann-
esen verður ivaleyst á
HB beinkinum, tá ið
meistararnir fara til
Runavíkar eftir gull-
inum og meistaras-
kapinum, og Rógvi
Jacobsen fer at siga
HB farvæl
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Sjálvandi verður tað ikki
sørt av HB viðhaldsfólkum
í Runavík seinnapartin í
dag, tá ið meistararnir fara
at avheinta sjónligu merk-
ini uppá, at teir í 2004 eiga
besta fótbóltsliðið í land-
inum. Men um tað skal
metast út frá uppmøtingini,
sum var, tá ið HB síðsta
sunnudag spældi fyri síðstu
ferð á heimavølli í ár, so
tykist brúsið vera farið úr.
Men so skal havast í huga,
at veðrið var vánaligt, tá ið
HB og GÍ spældu.
Bárður Johannsen verður
ikki millum teir ellivu, sum
kanska fara at hava gull í
hárinum og á skónum.
Hann er leikbannaður eftir
býttisligu útvísingina móti
GÍ. Tað var hann eisini, tá
ið HB fyri tveimum árum
síðani fekk gullið handað á
Sevmýri. Tá hevði hann í
næstsíðsta umfarinum, tá ið
HB
spældi
móti
EB/
Streymi, eisini fingið reytt
kort orsaka av hevnisøku!
Poul Næs Joensen verður
í HB málinum í dag. Hann
var settur á dómaraseðilin
fyri einari viku síðani, men
tá var hann ikki førur fyri at
fara í málið at standa, eftir
at Bárður Johannesen var
útvístur, tí hann hevði
beklað og fekk ikki runnið.
Hin málverjin, Danny Ras-
mussen, fer at spæla við í 3.
deild í Runavík í dag.
Gamli HB málverjin og
núverandi formaðurin í
Sambandsflokkinum,
40
ára gamli Kaj Leo Johann-
esen, hevur verið til ven-
jingar í hesi vikuni. Hann
hevur í summar spælt við 4.
deildarliðnum, sum síðsta
leygardag vann gull, so
hann verður mettur at vera
nóg væl fyri at sita á beink-
inum.
Allir hinir HB spælarar-
nir eru tøkir. Talan er um
síðsta HB dystin í hesum
umfarinum
hjá
Rógva
Jacobsen, sum nú fer til
Íslands. Rógvi hevur verið
ovastur á máltindinum tað
mesta av árinum, men móti
NSÍ skal hann gera ein
orduligan vørr, um hann
skal taka Sonna L. Peter-
sen.
Í HB vilja teir fegnir
runda av við maner. Men so
skal hugburðurin vera tann
rætti allar 90 minuttirnar.
Tað hevur kanska knípt við
hesum tvær tær seinastu
ferðirnar.
Jógvan Martin
biður farvæl
Trý tey seinastu árini hevur
Jógvan Martin Olsen verið
venjari í Runavík. Teir í
NSÍ og venjarin hava verið
væl nøgdir við samstarvið.
Í 2002 rakk NSÍ fyri fyrstu
ferð silvurkrónunum og
harvið luttøku í Europa
Cup, og í fjør endaðu teir á
fjórða plássinum. Í ár hevur
tað verið meiri striltið, men
endastøðan kann gerast
omanfyri miðstrikuna, um
tað eydnast at geva venjar-
anum trý stig í farvæl dyst-
inum.
Jógvan Martin Olsen fer
nú í fulltíðar starv hjá
Fótbóltssambandinum, og
hann sigur seg ikki rokna
við, at hann útilokar harvið,
at hann fer at hava ábyrgd-
ina av nøkrum 1. deildar-
felagið næsta ár.
16 ára gamli Jóhan Troest
Davidsen, sum móti Skála
var sannførandi í NSÍ mið-
verjuni, og sum í fyrradag-
in skrivaði undir trý ára
sáttmála við Everton, verð-
ur í miðverjuni, um tað ikki
fer at forða honum í Ever-
ton ætlanunum. Men hann
fer undir øllum umstøðum
at siga farvæl við barn-
dómsfelagið í dag.
Ike, Alexander Jovevic
og Áki Leitistein Hansen
eru leikbannaðir, og Dánial
Hansen
er
framvegis
skaddur. Kári Hansen er
við aftur, eftir at hann var
leikbannaður móti Skála.
NSÍ-HB:
Jógvan Martin biður farvæl
Á sama vøllinum,
har teir í fjør mistu
møguleikan at vinna
meistaraskapin, fer
B68 eftir 24 ár í
bestu deildini at
takka fyri seg
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Í triði síðsta umfarinum í
fjør var B68 í Gundadali.
Tá stóð nógv upp á spæl.
Teir stríddust við HB, og
tað var møguleikin fyri at
vinna
meistaraskapin,
sum teir arbeiddu fyri. Ta
ferðina var B68 við undir-
lutan.
Í dag er B68 aftur í
høvuðsstaðnum.
Nú
stendur bara æran upp á
spæl. Mánakvøldið varð
tað greitt, at B68 næsta
kappingarár skal spæla í
2. deild. Teir hava ongan
møguleika at røkka næst-
aftasta plássinum.
Tað er greitt, at Ander-
son, sum seinastu ferðir-
nar hevur skorað hvørja
ferð, ikki verður í B68
álopinum. Eftir reyða
kortið móti EB/Streymi er
hann leikbannaður. Jákup
Eli Olsen var leikbann-
aður mánakvøldið. Hann
er tøkur aftur.
Hvussu tað verður við
fólki næsta ár, og um
Trygvi Mortensen fer at
halda fram sum B68 venj-
ari ella ikki er einki likið
út um enn. Tað eru bara
fýra dagar síðani, at fyrsta
niðurflytingin hjá B68 úr
bestu deildini gjørdist
veruleiki.
Silvur omaná silvur
Í fjør vann B36 silvur, og
í dag fara teir at fáa eitt
nýtt sett av silvurmerkj-
um. Tað er greitt, at John
Petersen ikki verður við í
dag. Hann fer av land-
inum seinni í hesum
mánaðinum, og um hann
skal hava møguleika at
royna fótbóltsevnini á
flatlondum nú í heyst, so
er tað sambært áseting-
unum ikki loyvt honum at
spæla við í síðsta umfar-
inum í føroysku kapping-
ini.
Tað hevur ljóðað, at
fleiri av B36 spælarunum
hava hugsað um at gevast,
og enn hevur einki verið
at frætt um, um Jóannes
Jakobsen fer at halda
fram sum venjari ella
ikki. Spælararnir, sum tað
hevur ljóðað hava um-
hugsað at seta skógvarnar
á hillina, eru innkarneraði
B36 maðurin Jens Krist-
ian Hansen, Jens Erik
Rasmussen, sum hevur
spælt millum lítið og
einki í ár, Jóhannis Joen-
sen, Egil á Bø og Allan
Mørkøre. Ivaleyst fer
onkur av hesum at gevast,
men tað er einki at ivast í,
at onkur teirra aftur fer at
verða at síggja næsta ár.
B36-B68:
B36 fær silvur og
B68 biður farvæl
Býráðið í Havn skipar
fyri móttøka í gamla
kommunuskúlagarði
num leygarkvøldið
klokkan 20
MEISTARAR
Tíðindaskriv
Tað verða óivað nógv
viðhaldsfólk hjá HB, sum
leygardagin fara inn til
Runavíkar, har NSÍ og HB
hittast á vøllinum við
Løkin í seinasta leikum-
farinum í ár. Sjálvt um HB
longu er føroyameistari í 1.
deild hjá monnum, er lagt
upp til ein spennandi dyst.
Í fyrra landskappingar-
dystinum í ár í Gundadali
vann HB tepurt 1-0. Liðini
spældu seg eisini í finaluni
um løgmanssteypið, sum
var á Tórsvølli ólavsøku-
dag. Tann dysturin endaði,
sum vit minnast 3-1 til HB.
Eftir at føroyameistarar-
nir í 1. deild 2004 eru
komnir aftur til Havnar um
átta tíðina leygarkvøldið,
verður skipað fyri móttøku
í gamla kommunuskúla-
garðinum, har býráðsfor-
maðurin, Jan Christiansen,
fer at flyta fram røðu.
Formaðurin í HB, Birgir
Enghamar, ætlar sær somu-
leiðis at siga nøkur orð.
Men ikki nokk við tí. Fyrr í
ár vann HB Atlantic Cup
2004
ímóti
íslendsku
meistarunum KR við trim-
um málum móti einum.
Umboð fyri Fótbóltssam-
bandið fara á móttøkuni
leygarkvøldið at handa
steyp og gullheiðursmerkir
til HB liðið fyri hetta
bragd.
Fyri at seta ein hátíðar-
ligan dám á móttøkuna,
hevur
Havnar
Hornor-
kestur, sum ikki einaferð,
játtað at spæla.
Móttøka fyri HB
Aftur í ár fer Tórshavnar Býráð at skipa fyri móttøku fyri HB
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
Kl. 16.00 . . .B36-B68
Oddmar Andreasen
Kl. 16.00 .EB/S-Skála
Lassin Isaksen
Kl. 16.00 . . . . . .KÍ-ÍF
Dagfinn Olsen
Kl. 16.00 . . . . .GÍ-VB
Eiler Rasmussen
Kl. 16.00 . . . .NSÍ-HB
Birgir Sondum
2. deild menn
Kl. 14.00 . . .B36-B71
Jens P. Brattalíð
Kl. 14.00 . . . . .TB-VB
Rúni Gaardbo
Kl. 14.00 Sumba-Royn
Páll Augustinussen
Kl. 14.00 . . . .FSV-AB
Petur Skarðenni
Kl. 14.00 . . . . .KÍ-LÍF
Hans F. Hansen
3. deild menn
Kl. 12.00 . . .Fram-B68
Ransin N. Djurhuus
Kl. 12.00 .EB/S-Skála
Petur Reinert
Kl. 12.00 . . . . . .SÍ-ÍF
Jóannes Mikkelsen
Kl. 12.00 . . . . .GÍ-TB
Eugen Voda
Kl. 12.00 . . . .NSÍ-HB
Georg N. Rasmussen
C
M
Y
K
18