leygardagur 2. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VITJAN
Maud Næs
Leygardagin 25/9 hevði Niels
Christian Hvidt, doktari við
Gregoriana Unversitetið í Rom,
seminar á Hotel Føroyum.
Evnini vóru sera áhugaverd.
Tann fyrsti parturin var um trúgv
og heilsu, um kanningar, ið lýsa,
hvussu hesi fyrbrigdi eru tengd
hvør at øðrum, og tað verður
umrøtt seinnri í aðrari grein í
Sosialinum. Næsti partur snúði
seg um kristin undurverk. Ymisk
áhugaverd og undranarverd fyri-
brigdi vóru lýst, m.a. opinber-
ingar Vassulu´s.
Vassula Rydén vitjar Føroyar
frá 4. til 6. oktobur á rundvitjan
síni í Norðurlondum. Steðgurin
er stuttur og boðskapur hennara
verður bert framborðin einaferð í
hvørjum landi. Í Føroyum verður
møguligt at uppliva og og hoyra
boðskap hennara týskvøldið kl
19.30 í Vesturkirkjuni, í Tórs-
havn.
Tað má verða fyrstu ferð, at
ein profetur vitjar her, og í
oyrunum á teimum flestu, ljóðar
tað møguliga heldur løgið.
Profetur? Vóru tað ikki nógvir
av teimum í Gomlu Testamenti?
Muhammed, var hann ikki ein
profetur? Profetur í dag? Í nútíð-
ini? Hvat er nú ein profetur? Ein
kvinna profetur í dag? Ein
profetur vitjar í Føroyum? Hvør
er henda Vassula Rýden?
Nógvir spurningar og ein
spennandi vitjan, av einum nógv
umrøddum persóni, sum hevur
vakt áhuga bæði millum leik- og
lærdfólk kring heimin í nærrum
20 ár.
Heilt aftur frá 1985, sigur
Vassula Rydén seg hava verið
dagliga í beinleiðis sambandi við
Gud, ið hevur opinberað seg fyri
henni. Tí verður hon í dag nevnd
ein profetur. Profetar verða
gjøgnum søguna lýstir sum
persónar, sum Gud beinleiðis
opinberar seg fyri og talar til.
Hugtakið profetur verður brúkt
um menniskju, ið eru Guds
talurør.
Vassula Rydén áðrenn
opinberingarnar byrjaðu
Vassula Rydén er fødd í Egypta-
landi í 1942. Foreldur hennara
eru grisk. Maður hennara er
svenskari, hevur arbeitt frá ung-
um árum fyri ST, m.a. í nógvum
londum í Afrika og í Asiu og
síðan 1987 í Sveis. Sum barn var
Vassula doypt í gresk-ordodoksu
kirkjuni. Áhugað fyri átrúna
hevði hon ongan, ikki fyrr enn
hon í 1985 byrjar at fáa opin-
beringar, ið so við og við broyta
hennara lív. Vaksnamannlívið
livdi hon millum betra borgara-
skapið, sum kona, mamma,
listarkvinna, tennisstjørna og
model. Sjálv metti hon seg hava
eitt gott og sorgleyst lív.
Opinberingar byrja í 1985
Hvussu hendir ein opbering?
Hvat hendir? Í Vassulu´sa føri
var tað soleiðis, at meðan hon
var í gongd við at skriva ein inn-
keypslista, føldi hon eina kraft í
hondini og eina nærveru . Hon
verður vegleidd at skriva og
skriftin er nú heilt øðrvísi enn
hennara vanliga skrift. Tað er
skytseingilin Daniel, ið opinberar
seg fyri Vassulu. Hon upplivir
eitt tætt vinalag við hann og frá
honum fær hon eitt snarskeið í
kristnari trúgv. Hon fær boð um,
at lesa Bíbliuna og sær, at hon er
andaliga blind. Hon fær boð, um
at reinsa seg frá synd. Um tað
mundi búði familian í Bangla-
desj. Synd var lýst sum t.d., tá
hon segði nei til ein fátækan, tá
hon ikki hjálpti tí fátæka, ið
heitti á hana. Synd var eisini lýst
sum tað, at hon gloymdi at takka
fyri heilsu og alt annað gott.
Seinnri opinberaðu seg: Faðirin,
Sonurin, Heilagi Andin, Jomfrú
Maria og erkaeingilin Mikael.
Opinberingarnar telja í dag 12
bøkur, og eru týddar til 38 mál
(2002). Tølini eru hægri í dag,
m.a. kemur fyrsta bókin "Satt lív
í Kristi" út á føroyskum í sam-
bandi við vitjan Vassulu´s í
Føroyum í komandi viku. Týtt
hevur Erla Maria Simonsen.
Gudfrøðingar hava kannað og
skrivað fleiri 10-tals bøkur um
Vassulu. Gudfrøðingarnar
undrast á, at eitt menniskja við
eini bakgrund sum húsmóður,
kann hava tílíkan gudfrøðiligan
førleika. Spurningarnar er,
hvussu kann hon skrivað uttan
trúarvillur og á tílíkum høgum
andaligum støði uttan at vera
skúla? Eisini á allnótini er stórur
áhugi kring heimin fyri Vassulu
og opinberingar hennara, sí
kelduávísingarnar til greinina.
Opinberingarnir Vassula fær,
lýsa ein kærleiksfullan og líðandi
Gud. Gud líður undir at menn-
iskjuni, ið eru skapt av hon av
kærleika og við gleði, hava
gloymt skapara sín. Gud líðir, tí
skapningurin vendur tí góða í
skapanarverkinum, ið teimum er
givið, til nakað ilt. Líðir, tí
trúgvin hevur ring kor og tí
kirkjan er ósamd og spalta kring
heimin. Opinberingarnar eru ein
áminning um, at trúgva gleði-
boðskapin og ein áheitan um
sameining millum kristin í
heiminum í dag.
Opinberingar - hvussu
móttiknar av kirkjuni?
Hyggja vit at katólsku kirkjuni,
hevur hon siðvenju fyri undrum
og halgimonnum/kvinnum, hóast
hesu alloftast fyrst verða kosin
halgimenni, heilag, langt eftir, at
tey eru deyð. Í Luthersku
protestantisku kirkjuni hava
undur og halgimenni ikki fylt
nógv. Orsøkin man vera, at
Luther meinti, at opinberingin av
Kristusi var endaliga uppfylling-
in av øllum profetium yvirhøvir.
Vassula - hvussu hon
verður móttikin í
Føroyum?
Ein spurningurin er jú, um
Vassula veruliga er Guds talurør,
profetur, og hvønn authoritet
kann man so leggja í opinber-
ingar hennara? Um tað veruliga
er Jesus Kristus, ið talar gjøg-
num Vassulu, hvussu fyrihalda
vit í Føroyum okkum so til tað?
Øll okkara trúgv og siðvenja
byggir á Kristindómin. Hvussu
fyrihalda vit okkum til eina
kvinna, ið kemur til Føroyar, ið
fólk siga verða ein profet? Sjálv
sigur Vassula seg dagliga hoyra
og síggja tann Jesus Kristus, ið
flest fólk í Føroyum siga seg
trúgva á, og at tað er eftir áheitan
frá honum, at orð hansara verða
fest á blað. Spurningurin er so,
hvussu trúgva vit tí?
Undrunnarvert má tað tó sigast
at vera og ikki havi eg hoyrt um
tílíkt í Føroya søgu fyrr.
Tilfar:
N.C. Hvidt: "Trúgv og heilsa" og
"Kristin Undurverk", fyrilestur
25/9 í Tórshavn, Synergi.
Rydén, Vassula: Satt lív í Gudi
Vassula Rydén samtalar við Gud,
týtt E. M. Simonsen, 2004
Føroyar.
N.C.Hvidt: Mirakler - møder
mellem himmel og Jord,
Gyldendal 2002, Danmark.
www. Tlig.oag
www.vassula.dk
Nr. 188 • vikuskiftið 2.–3. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
85 ár – og nokk at gera
hvønn dag
Síða 8 og 9
Profetur vitjar Føroyar
Vassula, sum kemur til Føroya mánadagin, fer at hitta bisp og halda fyrilestur í
Vesturkirkjuni
Vassula heldur fyrilestrar kring allan heimin, nú kemur hon til
Føroya
21
20
Nr. 188 - 2. oktober 2004
C
M
Y
K
20
Pegasus yvir land
Pegasus í Klaksvík
skal aftur í vetur
framleiða fleiri send-
ingar fyri Útvarpið,
og tað nýggjasta er, at
Pegasus eisini skal
gera sending úr Eyst-
uroynni
ÚTVARP
Jákup Mørk
Tað eru liðin fleiri ár, síðani
Studio Pegasus í Klaksvík
fór at framleiða sendingar
fyri Útvarpið. Tað byrjaði
sum ein royndartíð á Rás 2,
men skjótt var samstarvið
við Útvarp Føroya veru-
leiki, og síðani hava send-
ingar, sum eru framleiddar í
Klaksvík, verið afturvend-
andi táttur í ÚF.
Fleiri av sendingunum úr
Pegasus hava ligið í bestu
senditíðini hjá ÚF, og tær
hava verið væl dámdar av
fólki.
Nú stendur ein nýggjur
vetur fyri framman, og
Peagsus skal aftur hesaferð
spæla við í útvarpsskránni.
Kendar sendingar
koma aftur
Fleiri av sendingunum, sum
hava verið á skránni seinnu
árini, koma aftur eftir ein
vetrarsteðg. Í vikuni var
Heimabeiti aftur í luftini,
og hendan sendingini er ein
verulig lokalsending við
tilfari úr Norðoyggjum.
Í næstum koma tvær aðrar
kendar sendingar afturíaftur.
Tað eru spurnarkappingin
og Fólk og Frítíð. Felags fyri
hesar sendingar eru, at tað
er Gunnar Nolsøe, sum
leggur tær til rættis.
Leygarkvøldið
hevur
Gunnar Nolsøe tað seinasta
av fýra live-kvøldum úr
Atlantis, og aftaná tað
verður farið undir aftur
spurnarkappingina,
sum
aftur í ár verður millum
ymisk kend fólk.
Fólk og Frítíð er ein
sending við breiðum fólks-
ligum innihaldi, har prátað
verður við ymisk fólk um
tað, tey takast við.
Harafturat er tónleika-
sendingin hjá Fróða Løksá-
garð, sum í grundini var
fyrsta sendingin, sum varð
framleidd í Pegasus, farin
aftur í luftina. Hendan
veturin kallast hon Intro.
Yvir land í
Eysturoynni
Royndirnar
við
lokal-
sendingum í Norðoyggjum
og Suðuroynni hava verið
góðar, og Útvarpið hevur tí
tikið stig til, at sending eis-
ini verður gjørd úr Eystur-
oynni.
Hendan fyrsta veturin
hevur Studio Pegasus fing-
ið uppgávuna at gera eina
fasta sending úr Eystur-
oynni, og hon hevur fingið
navnið Yvir land.
Fyrsta sendingin var á
skránni hósdagin, og hon
verður afturvendandi hós-
dag klokkan 17.00. Tað er
Martin Kjærbo, sum er
vertur fyri hesari sending.
– Tað var eitt ynski frá
Útvarpinum, at Pegasus
skuldi fara undir eina send-
ing í Eysturoynni, nú Norð-
oyggjar og Eysturoyggin
spakuliga vaksa saman, og
tað uppgávuna hava vit
tikið á okkum, sigur Erik
Biskopstø, sum er eitt av
starvsfólkunum í Pegasus.
– Vit hava royndirnar at
gera útvarp, og tí kunnu vit
taka stig til, at ein nýggj
sending verður gjørd úr
Eysturoynni, sum er ein
stór og spennandi oyggj við
nógvum góðum søgum,
sigur hann.
Í fyrstu syftu verður
sendingin framleidd úr
Pegasus, men tað er ætlanin
at fáa onkran eysturoying
við í framleiðsluna.
Erik Biskopstø og hini fólkini í Studio Pegasus skulu aftur í vetur gera sendingar fyri Útvarpið,
og tað nýggjasta er, at Peagsus ger lokalsending úr Eysturoynni
Mynd: Álvur Haraldsen