mánadagur 20. februar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
REBEKKA VANN
BRONSU Í DM
Rebekka Fuglø úr Treystinum hevur um vikuskiftið vunnið DM-bronsu á 1500m-teininum
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Hallur
Hansson
spældi
allan
dystin á vinstra vongi, tá ið AC
Horsens leygardagin var á vitjan
hjá Silkeborg í donsku Superliguni.
Hetta var fyrsti dysturin í hesum
árinum, og Hallur spældi allan
dystin í hesum dystinum, har
AC Horsens hevði fleiri góðar
málmøguleikar, men at enda tapti
1-0 eftir eitt brotssparksmál frá
Nicklasi Helenius í 82. minutti. AC
Horsens er á 9. plássi í Superliguni,
trý stig frá 6. plássinum, ið gevur
atgongd til meistaraspælið seinni
í ár.
Teit Jacobsen, sum fyrst í hesum
árinum skifti úr HB til SønderjyskE,
var ikki við í hópinum, tá ið nýggja
felag hansara fríggjakvøldið tapti
3-0 á útivølli ímóti Esbjerg. Jóan
Símun Edmundsson er hinvegin
úttikin til OB-hópin, sum í kvøld
kl.18.00 fær vitjan av Randers FC.
OB er í løtuni á aftasta plássi í
donsku Superliguni, heili 12 stig frá
at bjarga sær undan niðurflytingar
spælinum seinni í ár.
ÍF hevur í hesum døgum nigeri
anska Adeola Runsewe til royndar
venjing. Tað veit Norðlýsið at
siga. Runsewe er 27 ára gamal og
seinast leikt við Silkeborg IF, har
hann spældi 61 dystir árini 2012
til 2016. Hann er miðvallari, og
fekk annars sína uppaling – um
framt í heimlandinum – eisini í
FC Midtjylland, har hann fekk
fimm dystir á besta liðnum. Hann
hevur eisini umboðað Skive IK,
FC Hjørring, Trelleborgs FF og HB
Køge.
Tað var ikki heilt uttan kapping,
at Manchester United síðsta summ
ar tryggjaði sær Paul Pogba frá
Juventus fyri methøga keypsprísin,
ið var útvið eina milliard krónur.
Tað er komið fram í kinesiskum
miðlum, at eitt ónevnt kinesiskt
felag í bjóðaði 1,2 milliard krónur
fyri franska miðvallaran. Felagið
valdi tó at taka sítt boð aftur, tá ið
kinesiska felagið lækkaði talið á
loyvdum útlendingum til tríggjar
fyri hvørt lið, umframt at myndug
leikarnir eru farnir at umhugsa
at seta eitt loft á teir høgu keyps
prísirnar.
FR. ÍTRÓTTUR
Rebekka Fuglø úr Treystinum held
ur fram við at skapa góð úrslit, og í
DM í Skive, sum var um vikuskiftið,
eydnaðist tað henni at fremja eitt
satt bragd. Hon vann nevniliga
bronsu á 1500m-teininum, har
hon rann tíðina 4.35,04. Hetta var
eitt bronsuheiðursmerki, sum hon
fekk í hús á sjálvari málstrikuni,
tí kvinnan á fjórða plássinum,
Josefine Rytter, endaði einans
0,09 sekund aftanfyri. Silvurið
var góð tvey sekund frá Rebekku.
Sambært fif.fo, so var ætlanin hjá
Rebekku at renna undir 4.30 og at
seta nýtt føroyskt met, men hóast
hetta ikki eydnaðist, so var lønin
– nevniliga DM-gull – framúr hjá
23 ára gomlu klaksvíksgentuni.
Í innleiðandi rann hon eina enn
betri tíð, nevniliga 4.30,71, ið ikki var
langt frá hennara føroyska meti.
Met hennara er 4.29,60. Line K.
Schulz vann sannførandi DM-gull
við tíðini 4.26,55 eftir at hon rann
innleiðandi við tíðini 4.15,39.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen og Bjerring
bro-Silkeborg taptu ein ógvuliga
avgerandi
dyst
í
Champions
League-bólkaspælinum,
tá
ið
teir leygardagin vóru á vitjan hjá
polska Wisla Plock í hesum dyst
inum um at tryggja sær pláss í
1/8-finaluni. Enn verri fyri Jóhan,
so mátti hann berast av vøllinum
eftir at hann hevði lagt danska lið
sítt á odda 17-14. Lítla løtu seinni var
18-17 til heimaliðið, sum eisini vann
dystin 28-25. Skaðin hjá Jóhan, sum
var í knænum, sá álvarsligur út, og
nærmari kanningar ein av fyrstu
døgunum fara at staðfesta hvussu
álvarslig støðan er.
Liðfelagin hjá Jóhan á Plógv
Hansen, Rasmus Jensen, helt tað
hava stóran týdning fyri Bjerr
ingbro-Silkeborg, at Jóhan mátti av
vøllinum. - Sjálvandi er tað dystar
avgerandi, at hann má út. Hann
hevur spælt 60 minuttir fyri okkum
í øllum dystunum hetta kapp
ingarárið, segði hann við heima
síðuna hjá felagnum eftir dystin.
STUTTSØGD TÍÐINDI
Pætur Albinus
Føroysku telvararnir, sum hetta
vikuskiftið hava verið í Noregi og
luttikið í NM í talvi fyri ung, rukku
ikki heilt tí, sum miðjað varð eftir.
Føroyar fingu tilsamans 18 stig,
sum er eitt vet minni enn seinasta
ár, men hóast tað er føroyski venj
arin, Helgi Dam Ziska, væl nøgdur
við innsatsin.
– Í fleiri førum vunnu føroysku
telvararnir ímóti telvarum, ið hava
munandi meira rating, og í fleiri av
talvunum vóru tað marginalar, ið
koppaðu skeivan vegin. Havandi í
huga, at flestu føroysku telvarar
nir eru rataðir lágt í mun til kapp
ingarneytarnar, og í flestu førum
eisini eru eitt ár yngri, so er tað ikki
so galið, at vit hóast alt fáa 18 stig,
sigur Helgi Dam Ziska.
Høgni Egilstoft Nielsen og Silas
Eyðsteinsson, sum luttóku í elsta
aldursbólkinum, vóru hálvt stig frá
bronsuheiðursmerkinum, og eisini
Luitjen Akselsson Apol, sum luttók
í yngsta aldursbólkinum, var eitt
hálvt stig frá heiðursmerkjaplássi.
Helgi Dam Ziska leggur aftrat, at
eisini Jón í Horni Nielsen og Benja
min Reinert Fjallheim stóðu seg
betur enn væntað.
Heiðursmerkini tætt við
Ein hópur av ungum føroyskum telvarum
hava hetta vikuskiftið luttikið í NM fyri ung