mánadagur 20. februar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Leygardagin var árligi aðal
fundurin hjá Fótbóltssam
bandið Føroya á skránni.
Undan fundinum var ikki
tann stóri spenningurin um
nakað val, tí eingin mótval
evni vóru uppskotin – hvørki
til starvsnevndarlimir ella
forseta, sum allir vóru aftur
valdir fyri komandi fýra
árini.
Ein eyka millión
út til feløgini
Fundurin byrjaði við at
Christian Andreasen, FSF
forseti, tók samanum árið,
ið fór. Áðrenn hann byrjaði
at tosa um tað ítróttarliga,
mintist hann fyrst teir báð
ar, Ólav Olsen úr Víkingi
og Kjartan Mohr úr B36, ið
báðir andaðust í farna árið.
Christian Andreasen nevndi
at teir báðir høvdu serstak
liga stóran týdning fyri síni
feløg.
Síðani boðaði Christian
Andreasen heldur óvæntað
frá, at Fótbóltssambandið
í ár fer at gjalda eina eyka
millión út til tey føroysku
feløgini. Hon skal brúkast
fyri at lætta um fíggjarligu
byrðarnar hjá feløgunum,
og skal vera ein hjálp til
feløgini at mennast. Hvussu
býtið av tí milliónini fer
at vera, er enn ógreitt. Tað
verður avgjørt í næstum, tá
Fótbóltssambandið og fe
løgini skulu finna eina loysn
um eitt býtið millum feløgini.
Tvey áhugaverd
høvuðsevni
Av høvuðsevnum á fundin
um, vóru tað serliga tvey
evni, ið høvdu stóran áhuga.
Tey vóru eitt uppskot frá NSÍ
um eina broyting viðvíkjandi
nýtslu av leikarum, um
framt ein framløga hjá Fót
bóltssambandinum
um
eina nýggja strategi sum er
løgd frá 2017 til 2021, har ein
ætlan er gjørd, hvussu før
oyskur fótbóltur kann flyt
ast uppaftur meir.
NSÍ hevði uppskot
um broytingar
Ítøkiliga uppskotið hjá NSÍ
um broytingina sum teir
ætlaðu at fremja, var við
víkjandi leikarum yvir 21 ár,
sum í fleiri førum kunnu
hava eitt ov langt tíðarskeið
uttan dystir. NSÍ skjeyt upp
at um tvey lið møttust í 1.
deild, har bæði feløgini vóru
umboðaði
í
Effo-deildini,
stóð tað feløgunum frítt at
nýta allar sínar leikarar. Sum
støðan er í dag, er tað bert
frítt at flyta ímillum deildir,
tá leikarar eru undir 21 ár.
Við í uppskotinum var
eisini at allir dystir í 1.deild,
sum vóru millum feløg, ið
frammanundan høvdu um
boðan í Effo-deildini, skuldu
spælast aftaná Effo-deildar
dystirnar millum feløgini,
soleiðis at eykaleikarar frá
dystinum áðrenn kundu fáa
fullan dyst tá.
Orsøkin til uppskotið hjá
NSÍ var, at tað ov ofta í dag
eru leikarar, sum eru oman
fyri 21 ár, sum sita uttanfyri
í eitt ov langt tíðarskeið. NSÍ
bar fram at tað í fleiri førum
eru leikarar hjá felagnum,
sum eru omanfyri 21 ár, ið
ikki sleppa við til dyst hjá
næstbesta liðnum, tí at teir
skulu vera tøkir hjá besta
liðnum dagin eftir. Og tá
so besta liðið hevur spælt,
kunnu hesir somu leikararnir
í fleiri førum hava spælt lítið
og einki fyri besta liðið. Av
leiðingin av hesum er, at
viðkomandi leikarar onga
dystarvenjing fáa í longri
tíðarskeið, og at hugurin hjá
hesum leikarunum til end
ans minkar, og at feløg í ov
stóran mun koma at missa
sokallaðar marginalspælarar.
Tá atkvøtt varð um upp
skotið,
varð
uppskotið
felt. Tað var einans NSÍ
sjálvt, ið stemmaði fyri tí,
meðan øll hini stemmaðu
ímóti. Orsøkin til at feløg
ini stemmaðu ímóti, var
tann at FSF í løtuni arbeiðir
við einum nýggjum kapp
ingarleisti,
sum
millum
annað viðgerð júst tann
problematikkin,
ið
NSÍ
førdi fram. Ein partur av tí
kappingarleistinum verður
helst klárur at leggja fram
í heyst, og tí er væntandi at
nakrar broytingar vera til
kappingarárið í næsta ár
ístaðin.
NSÍ legði eisini eitt annað
punkt fram, ið varð samtykt.
Tað var at dómaraseðilin
longu til hetta kappingarárið
fer at loyva at hava 18 leikar
um við á seðlinum. Framm
anundan hevur verið loyvt
at havt 16 leikarar við, altso
fimm eykaleikarar, men nú
fer at vera loyvt at hava sjey
leikarar við á bonkinum.
Harumframt er talið av
hjálparfólki
á
bonkinum
eisini økt, soleiðis at tað nú
kunnu sita sjey hjálparfólk
á útskiftingarbonkinum, har
tað áður hava kunna sitið
fimm.
Nýggj strategi
framløgd
Seinna
punktið,
ið
var
áhugavert
á
fundinum,
var framløga hjá Fótbólts
sambandinum
um
eina
nýggja strategi frá 2017 til
2021 fyri føroyskan fót
bólt. Í strategi’ini vóru mál
setningar um hvussu leikar
arnir
í
Føroyum
kundu
mennast, hvussu feløgini
kundu
mennast,
hvussu
infrastruktururin
kundi
mennast, hvussu man kundi
fáa fleiri kvinnur í fótbólt, og
um hvussu landsliðini kundu
mennast komandi árini.
Ítøkiligar
ætlanir
eru
millum annað um, at øll før
oysk feløg í 2020 skulu hava
eina strategiska ætlan, og
at feløgini skulu styrkjast
fyrisitingarliga. At samlaðu
inntøkurnar í bestu deildini
í 2020 skulu hækkast við á
leið 30%, har inntøkur mill
um annað kunnu fáast frá
vedding og stroyming. At
ljósini
kring
leikvallirnar
runt alt landið skulu betrast
longu í 2018, og at støða eisini
verður tikin í 2018 um ein
stuðulsleist fyri at byggja
eina fótbóltshøll í Føroyum.
Umframt tað vóru eisini
fleiri
onnur
viðurskifti
nevnd, ið skuldu arbeiðast
við í strategi’ini, ið kallaðist
’Fótbóltur fyri lívið’, har
stórur dentur eisini er lagd
ur á at fáa fleiri fótbólts
spælarar í Føroyum – bæði
innan elituna og eisini innan
breiddina.
Ynskja at styrkjast
fyrisitingarliga
Samanumtikið
var
talan
um ein friðarligan og siði
ligan fund, har flestu ak
tørarnir í feløgunum sum
heild
vóru
nøgdir
við
Fótbóltssambandið. Tó vóru
hjartasuff um, at krøvini frá
FIFA og UEFA út til feløgini
alla tíðina hækka, har tað
at sita í nevnd krevur nógv
meira í dag, enn tað áður
hevur gjørt. Tí eftirlýstu fleiri
at styrkjast fyrisitingarliga,
sum
Fótbóltssambandið
í nýggju strategi’ini eisini
hevði ítøkiligar ætlanir um
at broyta.
Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin, boðaði Christian Andreasen, FSF forseti frá,
at feløgini í ár fáa eina eyka millión frá Fótbóltssambandinum. Eisini fall uppskot hjá NSÍ um broyting
viðvíkjandi nýtslu av leikarum yvir 21 ár, meðan nýggj strategi hjá Fótbóltssambandinum varð framløgd
AÐALFUNDUR HJÁ FSF
EIN EYKA MILLIÓN
ÚT TIL FELØGINI
Á aðalfundinum boðaði Christian Andreasen frá, at ein eyka
millión í ár fer at vera goldin út til føroysku feløgini
Tað var bara NSÍ sum atkvøddi fyri at eini broyting, sum felagið sjálvt skjeyt upp
FSF hevur í nýggju strategi'ini ætlanir um at fáa fleiri kvinnur í fótbólt.
Her sæst nevndin í MB, sum í stóran mun er mannað av kvinnum