Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Fyri fyrstu ferð í søguni hevur B36 vunnið VVF-Kup, sum er kapp­ingin hjá Venj­ ara­fe­lag­num. Und­an­farnu trý árini hev­ur HB vunnið kapp­ing­ina, sum bleiv av­ greidd í Gundadali í leyg­ar­ dag­in. Kappingin er skipað so­leið­is, at spælt verður ein hálv­leik á ein hálvan tíma. Lið­ið verða deild í tveir bólk­ ar og vinnararnir møtast í fin­aluni. B36 vinnari B36 vann finaluna móti upp­ flyt­ar­un­um úr 07 Vestur. Sjálv fin­al­an end­aði við brots­sparks­kapp­ing, eftir málleysan dyst. Her vann B36 4-3. Árstalsfelagið kom í fin­al­ una við at vinna 2-0 á B68, og annars spæla javnleik móti EB/Streymi og NSÍ. Eitt sindur óvæntað eydn­ að­ist tað 07 Vestur at vinna á bæði HB og KÍ í bólka­ spælinum og koma í fin­al­ una.­ 07 Vestur hevur styrkt lið­ið til komandi kapp­ing­ ar­ár. Í løtuni sær út til, at tá liðið er í sterkastu upp­still­ ing, so er ikki óhugsandi at liðið hevur tað, sum skal til fyri at yvirliva í bestu deild­ ini. Úr Gundadali verður sagt, at miðvallarin hjá KÍ, Atli Dan­i­e­lsen, mundi eiga besta máli, tá hann sendi bóltin í mál­ið úr 35 metrum. Allir dyst­ir­nir blivu sjónbandaðir og seinni í vikuni kemur út sjón­band við øllum málun­ um. Fyrrverandi dómarar Sermerkt fyri kappingina var, at allir dómararnir vóru á dómaraskeið. Tí vóru tað kendir menn sum Egga Jen­ sen, Baldvin Baldvinsson, Kim Ejdesgaard og Oddmar Andre­as­sen, ið dømdu. Sagt verð­ur úr Gundadali, at tað komu teir avbera væl frá. Á hvørjum ári hava dóm­ ar­ar­nir skeið undan kapp­ ing­arbyrjan. Í fjør vóru teir umstríddan túr til Bar­ce­lona, sum onkur helt var at gera ov nógv av. Í ár var dóm­ara­ skeiðið á Hotel Føroyum, har fyrr­verandi Premier League dóm­arin, David Elleary var gest­ur. Stórsteypadysturin Vík­ ing og KÍ verður leyg­ar­ kvøldið 4. mars. Sunnudagin 12. mars verður so fyrsta bríksl í Effo-deildini. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Jákup á Borg hevur vunnið sítt fyrsta heiti sum venjari, tá B36 um vikuskiftið vann venjarakappingina. 07 Vestur tók tey flestu á bóli og kom í finaluna, sum endaði í brotssparkskapping B36 VINNARI AV VENJA­RA­ KAPPINGINI FAKTA: Bólkur 1: B36-B68 2-0 B68-EB/Streymur 0-1 NSÍ-EB/Streymur 0-0 NSÍ-B68 2-1 EB/Streymur-B36 0-0 B36-NSÍ 1-1 Stigatalvan: Stig – (Málmunur) 1. B36 5 (2) 2. NSÍ 5 (1) 3. EB/Streymur 5 (1) 4. B68 0 (- 4) Bólkur 2: HB-Giza Hoyvík 0-0 TB/FC Suðuroy/Royn-KÍ 0-3 KÍ-07 Vestur 0-2 07 Vestur-HB 1-0 GizaHoyvík-TB/FC Suðuroy/Royn 0-1 KÍ-GizaHoyvík 4-0 TB/FC Suðuroy/Royn-HB 1-3 HB-KÍ 0-0 GizaHoyvík-07 Vestur 2-0 07 Vestur-TB/FC Suðuroy/Royn 1-1 Stigatalvan: Stig – (Málmunur) 1. 07 Vestur 7 (1) 2. KÍ 7 (5) 3. HB 5 (1) 4. TB/FC Suðuroy/Royn 4 stig (-3) 5. Giza Hoyvík 4 (-3) Finalan: B36-07 Vestur 0-0 (4-3- eftir brotssparkskapping)