mánadagur 20. februar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Um vikuskiftið vóru allar steypafinalurnar hjá teimum yngru í hondbólti. Í fleiri
førum var stórur spenningur um vinnaran, meðan tað í øðrum finalum vóru greiðir
vinnarar. Sum heild er talan um eitt væl fyriskipað og væl stuðlað steypavikuskifti
HER ERU
ALLIR STEYPA
VINNARARNIR
Tróndur Arge
– Høllin á Hálsi
Í steypafinalunum hjá teim
um yngru vísti H71 aftur,
at felagið hevur ein risa
framtíð. Av teimum níggju
ungdómsfinalunum vunnu
hoyvíkingar fimm, Neistin
tvær, meðan VÍF og Tjaldur
vunnu hvør sína. Afturgang
andi fyri allar finalurnar
er, at høllin var at kalla full
hvørja ferð.
Dreingir 18:
VÍF - H71 31-36
Fyrsta finalan hjá teimum
yngru
var
leygarkvøldið
millum vestmenningar og
hoyvíkingar. H71 var omaná
allan dystin, og tað var sum
so ikki tann stóri spenning
urin um hvør fór at vinna.
VÍF hevði tó fleiri góðar løtur
í dystinum, men tað stóð ikki
mát við evnaríka H71 liðið,
sum
gjørdi
mansliðnum
eftir við at vinna steypa
kappingina.
Kaj Johannesen úr VÍF
bleiv valdur til dagsins spæl
ara. H71 er verandi steypa
vinnari og tí kunnu teir
vinna steypið til ongar, um
tað eydnast at vinna tað
aftur komandi kappingarár.
Venjarar hjá H71 eru Mark
Laursen-Marcer, Hans Kári
Hansen og Sigmund Dahl.
Gentur 10:
VÍF - Kyndil 7-6
Í fyrstu steypafinaluni í
sunnudagin vann VÍF 7-6 á
Kyndli. Dysturin var javnur
og spenanndi allan vegin.
Nógv fólk var í høllini, men
tað tóktist ikki ávirka ungu
genturnar,
sum
spældu
hondbólt í sínum lag.
Avgerandi málið í dystin
um, sum er tveir hálvleikir á
tíggju minuttir, kom ikki fyrr
enn í seinasta minuttinum.
Eftir dystin bleiv Rakul Borg
arlíð Joensen úr VÍF vald til
besta spælaran í finaluni.
Dreingir 10:
VÍF - Tjaldur 6-8
Eins og í finaluni hjá gentun
um frammanundan, so bleiv
talan um javna og spennandi
finalu, har bara eitt mál skilti
liðini.
VÍF mundi fáa betru byrj
anina, meðan Tjaldur kom
fyri seg seinni í dystinum.
Tað endaði við at Tjaldur
legði seg á odda 7-5 stutt fyri
tíð. Hóast VÍF royndi, so rakk
tíðin bara til tað minka um
munin.
Eftir dystin bleiv Alex
Petrea úr Tjaldrinum valdur
til besta spælaran í steypa
finaluni. Venjarar hjá Tjaldri
num eru Dánial Davidsen,
Martin Danielsen og Jona
Sølvia Davidsen.
Gentur 12:
Neistin A - Neistin
B 22-6
Hóast Neistin tapti kvinnu
finaluna fyri Kyndli, so eru
ábendingar um at framtíðin
er bjørt hjá kvinnuliðnum
hjá teimum bláu úr Havn.
Neistin átti nevniliga bæði
liðini í finaluni.
Ikki heilt óvæntað, so
vann A-liðið á B-liðnum. Tal
an bleiv tá samanumkom
um ein stórsigur 22-6. Eftir
dystin bleiv Maria Pálsdóttir
Nólsoy úr Neistanum A vald
til dagsins spælara. Venjari
hjá Neistanum eru Sigrun
Mikkelsen og Eyðun Rann
váarson.
Dreingir 12:
H71 – StÍF 25-12
Hoyvíkingar lótu ongan iva
verða um, at teir skuldu hava
gull. H71 vann 25-12, eftir
at StÍF í løtum gav teimum
mótstøðu, men í longdini
vóru tað teir myrkakløddu
úr Hoyvík, ið høvdu munin.
Strandingar eiga rós fyri góð
an hugburð, hóast støðan
ikki var so góð í seinna hálv
leiki.
Eftir steypafinaluna bleiv
Óli Mittún valdur til dagsins
spælara. Venjarar hjá H71 eru
Jónas G. Djurhuus, Poul Sím
un Niclasen og Mark Laur
sen-Marcher.
Gentur 14:
H71 – Stjørnan 18-10
H71 vann ein greiðan 18-10
sigur móti Stjørnuni. Í hálv
leikinum var støðan 12-2 og
allur spenningurin var farin
úr finaluni. Tí var tað nakað
seint, at Stjørnan fekk mót
og bjóðaði av í seinna hálv
leiki, sum tær vunnu 8-6.
Samanlagt kom tó ongantíð
spenningur í.
Eftir dystin bleiv Jana
Mittún vald til besta spælara
í steypafinaluni. Hon skoraði
ikki tey nógvum málini, men
sum eftirnavnið eisini boðar
frá, so eru evnini at spæla
hondbólt avbera góð. Venj
arar hjá H71 eru Mark Laur
sen-Marcher, Ann Ellefsen
og Anna á Steig.
Dreingir 14:
H71 – Team
Klaksvík 28-14
Favorittarnir
úr
Hoyvík
greiddu sína skyldu í final
uni móti Team Klaksvík í
aldursbólkinum dreingir 14.
Teir vunnu 28-14. Hoyvíking
ar eru væl fyri í hesum ár
ganginum og tað sást aftur á
spælinum.
Team
Klaksvík
hevur
trupult við at fáa fótin fyri
seg
sum
hondbóltsfelag,
men júst hesin árgangurin
kann verða við til at byggja
eina grund í felagnum. Hóast
teir taptu greitt, so eru fleiri
evnaríkir spælarar á liðnum.
Eftir dystin bleiv Pauli
Mittún úr H71 valdur til
besta spælara í dystinum.
Venjarar hjá H71 eru Mark
Lausen-Marcher,
Pætur
Thomsen, Dánjal Tórgarð og
Andrias Gaard.
Gentur 17:
H71 – Stjørnan 19-19
(26-23 eftir umdyst)
Er steypafinalan hjá gentum
17 nakað meta útfrá, so hevur
kvinnuhondbóltur í Føroy
um nógv gott í væntu. Fin
alan, sum var millum H71 og
Stjørnuna, endaði við 26-23
sigri til H71 eftir umdyst.
Stjørnan var bara nøkur
heilt fá sekund frá at vinna
finaluna, tá Tóra Eliasen
skorði til 19-18. H71 gav bóltin
og so tók Marita Mortensen
yvir. Hon setti ferð á og rendi
bóltin í málið til 19-19. Tað út
loysti umdyst á tvær ferðir
fimm minuttir.
Her hevði H71 munin
frá byrjan. Hóast Stjørnan
mundi fingið spenning í til
seinast, so koppaðu lykla
støður
skeivan
veg
fyri
klaksvíksgenturnar.
Tær
kunnu ugga seg við, at Tóra
Eliasen bleiv vald til dagsins
spælara.
Tað mundi standa millum
hana og Maritu Mortensen
úr H71. Seinnnevnda varð
dystaravgerandi
í
sínum
spælið, meðan Tóra Eliasen
í størri mun var einstakling
urin á liðnum hjá Stjørnuni.
Bæði liðini hava rós uppibor
ið fyri eina framúr spenn
andi og ferðmikla steypafin
alu.
Dreingir 16:
Neistin – VÍF 25-19
Seinasta steypið bleiv hand
að seint sunnukvøldið. Tað
blivu dreingirnir hjá Neist
anum, sum fóru avstað við
tí. Teir vunnu 25-19 á VÍF.
Liðini fylgdust til 15-15, so
fór Neistin frá og legði seg
á odda 20-15. Leiðslan helt
restina av dystinum. Eftir
dystin bleiv Tróndur Mikk
elsen hjá Neistanum valdur
til dagsins spælara.
U18 – H71