mánadagur 20. februar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MANSHONDBÓLTUR
StÍF var leingi ávegis einum
steypafinalusigri, men síðsta
korterið kom størra breiddin hjá
H71 hoyvíkingum til góðar. Frálíkt
málmansavrik í seinna hálvleiki
legði eisini lunnar undir endaliga
28-25 sigrinum hjá H71.
Neli Heldarskarð
H71 er steypavinnari 2017. Í
fjør kundu hoyvíkingar há
tíðarhalda sín fyrsta steypa
kappingarsigur síðani 1998,
altso í 18 ár, og í ár kunnu
teir fegnast um, at fyri fyrstu
ferð í søgu felagsins er tað
eydnast felagnum at vinna
kappingina tvey ár á rað.
Havandi í huga støðuna
í landskappingini var ongin
ivi um, at H71 var greiður fav
orittur til hesa finaluna.
Tá ið H71 vann finaluna
ímóti Neistanum í finaluni
í fjør var tað serliga málverj
anum, Tóraldi Kollsker, at
takka. Hann varð tá innskift
ur og spældi síðani ein brand
dyst. Tóraldur Kollsker spæl
ir ikki við H71 í dag vegna
útbúgvingarørindi
uttan-
lands, men hoyvíkingar eru
hepnir at hava annan góðan
málmann, Ára Egason Dam,
í felagnum. Hann fekk av
gerandi týdning fyri triðja
steypakappingarsigurin
í
søguni hjá H71.
Ongin mansverja
á Krogh – og tó
Vanligi toppskjúttin hjá H71,
tvíhenti Peter Krogh, verður
mangan mansvardur, men
longu undan finaluni hevði
venjarin hjá StÍF, Tomasz
Zilberberg, boðað frá, at
hansara lið helst ikki fór at
gera hetta. Tað gav Peter
Krogh møguleikan at vísa
sínar dygdir. Hann skoraði
trý av fýra teimum fyrstu
málunum hjá H71. Eftir 10
minuttir fylgdust liðini og
vóru á jøvnum - 4-4.
Eftir eitt korter kom
fyrsta mansverjan á Peter
Krogh, men hon var skjótt
avtikin aftur. Hóast Krogh
kom upp á seks mál, so var
hetta nokk ein skilagóð av
gerð hjá strandingum, tí stóri
danin brendi eisini nógv skot
og hevði ikki sín allar besta
dyst.
Hóast jøvnu støðuna, so
skuldi tað taka strandingum
heili 25 minuttir, áðrenn
teir á fyrsta sinni løgdu seg
á odda. Tá var tað dagsins
besti maður hjá StÍF, Allan
Norðberg, ið leyp inn frá sín
um høgra vongi og skoraði til
12-11. Eftir hetta tóku strand
ingar veruliga dik á seg
og komu á odda 14-11, men
síðstu løtuna svaraði H71
sterkt aftur og kom á javnt.
Tískil fóru liðini til hálvleiks
við støðuni 14-14.
Dysturin byrjaði annars
við, at bæði Carsten Bang og
Ári Dam høvdu fleiri góðar
bjargingar, og tað vísti seg at
vera ein ábending um góða
málmansspælið, ið var at
síggja í seinna hálvleiki.
Levi lukkar av
Lagnan vildi tað, at fyrr
verandi málverjin hjá H71,
garvaði Levi Nybo, fekk
møguleikan at stjala steypa
finaluheitið frá sínum fyrr
verandi felagi ílatin búnan
hjá StÍF. Í síðsta mánaði
stóð Levi ein branddyst fyri
strandingar í bólkaspæls
dysti ímóti Kyndli, hóast
hann næstan yvirhøvur ikki
hevur vant við. Leygardagin
vóru aftur boð eftir honum.
Tað gekk onki serligt hjá Car
sten Bang í seinna partinum
av fyrra hálvleiki, og so varð
hvítanesmaðurin settur í
málið.
Fyrstu løtuna í seinna
5
ÁRI EGASON DAM
Hevði ein heldur lakan fyrra
hálvleik, har hann eisini sat uttanfyri
part av tíðini. Men í seinna hálvleiki
stóð hann sum ein brandur og hevði
heili níggju bjargingar, harav fleiri
vóru heilt góðar. Besti og dagsins
týdningarmesti leikari hjá hoyvík
ingum.
2
JENS Á SKIPAGØTU
Stóð ein brandest fyri viku síð
ani, tá ið hoyvíkingar vunnu seinnu
hálvfinaluna ímóti VÍF, men gekk onki
serligt hjá honum í finaluni. Mundi
bjargað einum brotskasti, men annars
hevði hann ikki nakra bjarging ta tíð
hann var inni.
4
PÆTUR THOMSEN
Hevði sínar avbrennarar, men
við sínum fimm málum átti hann
sín avgjørda lut í sigrinum. Fáur
føroyskur hondbólsleikari megnar
at fylgja við, tá ið kviki vongurin fer
tuskandi avstað. Ferðina gagnnýtti
hann til fleiri góð kontramál.
3
PETER KROGH
Seks mál er sjálvandi gott, men
tá ið hann samstundis brendi eini
10 skot og fekk eina tveir minuttir
útvísing, so er talan ikki um meir
enn miðalavrik frá tvíhenta, danska
skjúttanum.
4
JÓNAS G. DJURHUUS
Eins og vanligt fleiri góðar
fríspælingar til viðleikarar. Gjørdist
eisini toppskjútti við sínum sjey
málum. Kundi tó møguliga fingið
reytt kort, tá ið tað eina av hansara
tveimum brotskøstsmálum rakti Levi
Nybo í andlitið á vegnum.
3
HANS KÁRI HANSEN
Byrjaði inni í verjuni. Var eitt
sindur inni og úti, men sum heild
eitt miðal avrik av vinstrahenta
bakkinum.
5
HILMAR LEON
JAKOBSEN
Sindur trekur ígongd, men serliga
í seinna hálvleiki hevði hann
avgerandi týdning fyri hoyvíkingar.
Skoraði fleiri mál, tá ið leiðslan hjá
strandingum varð etin upp í seinna
hálvleiki. Deildur toppskjútti saman
við Jónasi.
2
BOGI GAARD
DAVIDSEN
Byrjaði inni á vinstra vongi. Vardi
Kjartan Johansen væl eina løtu í fyrra
hálvleiki, men annars ikki ein, sum
áskoðarin legði stórvegis til merkis.
Fór út við skaða seinni í dystinum.
3
HELGI HILDARSON
HOYDAL
Var heldur óneyvur í álopinum, har
hann brendi tvær ferðir, tá ið hann
kom púra fríur ímóti málinum. Trý
mál komu tó burturúr, og harafturat
var hann ein av teimum, sum gingu
undan í stinnu hoyvíksverjuni í
seinna hálvleiki.
2
DÁNJAL TÓRGARÐ
Kom inn á vinstra vong fyri
Boga Gaard Davidsen og spældi um
helmingin av dystinum. Ikki hansara
besti dystur, tí fleiri villur vóru gjørd
ar, samstundis sum tey skotini, ið
hann hevði, vóru óneyv.
3
SIGMUNDUR DAHL
Byrjaði ikki inni, men spældi
meir og meir sum dysturin fráleið.
Júst sum Hans Kári var hann bert at
síggja í verjuni. Var stinnur í seinna
hálvleiki.
3
TRÓNDUR ARGE
Eisini ein leikari, ið hoyvíkingar
bert nýttu í verjuni. Kom inn í seinna
hálvleiki og tettaði æl um í vinstru
verjusíðu. Miðal avrik.
Rúni Vest Højgaard: 3
Kom inn í seinna hálvleiki. Gjørdi eitt
brotskast, men gjørdi tað annars fínt
í álopsspælinum, hóast onki mál kom
burturúr.
SIGMUNDUR NOLSØ
Kom inn í einum álopi í fyrra hálv
leiki, men spældi ikki meir enn tað.
Ov stutt inni til eina meting.
ANDOR SIVERTSEN:
Kom inn til seinastu minuttirnar, tá
ið sigurin var komin í hús. Ov stutt
inni at fáa eina meting.
H71
Vit skuldu koyra á teir
Sonni Larsen:
Danski venjarin hjá hoyvíkingum heldur, at tað fekk
sítt at siga, at breiddin hjá H71 er størri enn hjá StÍF
Hetta er fyrsta kappingar
árið hjá Sonni Larsen sum
venjari í Føroyum, og hann
kann nú skriva steypavinn
ari á sítt CV. Eftir dystin var
fryntligi danin sjálvandi
ein væl nøgdur maður, ið
fekk ein júst so javnan og
harðan dyst, ið hann hevði
spátt um.
– Dysturin bleiv so harð
ur, sum eg hevði væntað
frammanundan. StÍF er eitt
gott lið, sum eisini spælir
ein góðan dyst í dag, sigur
Sonni Larsen.
Meðan H71 brúkti all
ar sínar 16 mans á dóm
araseðlinum,
so
nýtti
StÍF bert 10 og spældu við
somu útileikarum so at
siga allan dystin. Sonni
Larsen fortelur, at hoyvík
ingar, sum skiftu dúgliga
út, skuldu koyra á strand
ingarnar, ið blivu meira og
meira sperdir sum dysturin
fráleið.
– Teir byrja at gerast
moyrir í endanum, og tað
sást, at teir brúktu teir
somu
leikararnar
allan
dystin. Vit avtalaðu í hálv
leikinum, at vit skuldu
halda
leikferðini
uppi
og blíva við at koyra á
strandingarnar. Leikarar
nir arbeiddu sera hart og
vóru góðir. Sum venjari
var tað sjálvandi deiligt at
síggja, sigur 30 ára gamli
venjarin at enda.
BREIDDIN
GJØRDIST
MUNURIN