mánadagur 20. februar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MANSHONDBÓLTUR
Vit blivu
bangnir
Zilberberg:
Venjarin hjá strandingum er errin
av sínum leikarum, men harmast
um, at sigurin glapp teimum
úr hendi í seinna hálvleiki
Somuleiðis danski venj
arin hjá StÍF, Tomasz
Zilberberg, var eitt skifti
í seinna hálvleiki ávegis
steypafinalusigri, tá ið
strandingar vóru framm
anfyri við trimum málum.
Eftir tapið stóð hann eftir
við blandaðum kenslum.
–
Eg
eri
sjálvandi
ómetaliga vónbrotin um,
at vit tapa, men saman
umtikið eru vit eisini
ernir av, at vit komu so
langt í kappingini, sig
ur bragdligi venjarin hjá
StÍF.
Nógv vilja vera við, at
tað var vantandi breidd
in í hópinum hjá StÍF,
sum var ein av høvuðs
orsøkunum til endaliga
trýmálstapið, men hesum
pástandinum er Tomasz
Zilberberg ikki samdur í.
– Eg haldi, at vit gerast
bangnir fyri at vinna. Vit
spæla aftureftir og taka
nógvar skeivar avgerð
ir – sjálvt tá ið vit vóru
í yvirtali. Eg haldi ikki,
at tað hevur nakað við
orku at gera, tí eg meti,
at okkurt var í tonkun
um hjá mínum leikarum,
sum gjørdi okkum fjált
urstungnar. Eru vit ikki
har, sum vit skulu vera,
so kostar tað ímóti einum
liði sum H71, ið revsar all
ar feilir, sigur Tomasz Zil
berberg.
Samanumtikið er hann
tó ein nøgdur venjari, tí
verður hugt eftir støðuni í
landskappingini, har StÍF
er næstaftast, so vóru tað
neyvan nógv, ið spáddu,
at
strandingar
skuldu
røkka steypafinaluna.
– Eg segði við leikarar
nar longu áðrenn dystin,
at vit kunnu vera ernir
av tí, sum vit hava klárað
í ár – serliga tá ið hugsað
verður um, hvar vit liggja
í landskappingini. Í ár
hevur venjarin og leik
skipanin verið nýggj, so
at koma í finaluna er væl
klárað av okkum, sigur
Tomasz
Zilberberg
at
enda.
3
CARSTEN BANG
Byrjaði dystin væl við heili
trimum bjargingum upp í slag.
Bleiv tó tikin út, tá ið fyrri hálv
leikur var um at vera hálvrunnin.
Kom inn seinastu 10 minuttirnar
og hevði tvær góðar bjargingar
seinastu løtuna. Samanumtikið
eitt miðal avrik.
4
LEVI NYBO
Garvaði hvítanesmaðurin,
sum hevur spælt nógv ár í H71,
spældi ein branddyst ímóti sínum
fyrrverandi felagi. Dugdi væl at
gera seg stóran í málinum, og
fyrstu sjey minuttirnar í seinna
hálvleiki kom onki ígjøgnum
vegna nógvu bjargingarnar. Bleiv
tó útskiftur síðstu 10 minuttir
nar, tá ið hoyvíkingar av álvara
runnu undan.
6
ALLAN NORÐBERG
Framúr avrik av stranding
inum við vandamiklu vinstru
hondini. Skoraði heili níggju mál
og var besti maður hjá StÍF og í
øllum dystinum.
3
KJARTAN
JOHANSEN
Var ósvikaligur tryggur brots
kastskjútti hjá strandingum og
skoraði upp á øll síni fýra skot.
Í opna spælinum plagar hann
tó at leggja meira eftir seg enn
eitt mál, og tískil var avrikið ikki
meira enn miðal.
2
MARIUS JOENSEN
Spældi inni allan dystin,
men var ein av teimum minst
eyðsýndu hjá strandingum. Gjørdi
nakrar feilir, og orkan hjá honum
tyktist at renna undan seinastu
løtuna.
3
SVEINUR
JUSTINUSSEN
Ein av lakaru dystunum hjá
Sveini. Royndi nógv og skoraði
gamaní fimm mál, men brendi
eisini fleiri skot seinastu løtuna,
tá ið hoyvíkingar fóru undan á
máltalvuni.
3
PÆTUR JOHANSEN
Miðal avrik av lítla og kvika
manninum. Skoraði fýra mál, men
brendi eisini tríggjar ferðir.
2
BORGAR M.
PERSSON
Brendi illa og gjørdi eisini ov
nógvar villur – millum annað,
tá ið hann gjørdi brotskast.
Strikuleikarin hjá strandingum
hevur spælt betri dystir enn
hendan.
FRÍÐI DJURHUUS:
Kom inn á vongin eina lítla løtu
í fyrra hálvleiki, men varð skjótt
tikin út aftur. Ov stutt inni til eina
meting.
JÓGVAN G. JOENSEN:
Kom inn í allar seinastu minut
tunum og skoraði eitt mál, sum
pyntaði um úrslitið. Tó ov stutt
inni til eina meting.
STÍF
hálvleiki var Levi Nybo tætt
ur sum tunnan og hevði eina
røð av góðum bjargingum.
Bæði brotskøst og fríir mál
møguleikar blivu bjargaðir
av snilda málverjanum. Levi
hevði einar fimm bjargingar,
áðrenn tað loksins eydnaðist
hoyvíkingum at skora sítt
fyrsta mál í seinna hálvleiki
eftir heili sjey minuttir.
Strandingar kundu av álv
ara snodda til gullið, tá ið teir
komu á odda bæði 18-15 og 19-
16, men so var tað ein annar
málmaður, ið meldaði seg inn
í dystin.
Ári verður heitur
Tað hevði ikki gingið nakað
serligt hjá Ára Dam í H71-
málinum í fyrra hálvleiki. Ta
kom tó kúvend í hjá Ára.
Við einari røð av góðum og
týdningarmiklum bjarging
um gav hann liðfeløgum sín
um møguleikan at innheinta
leiðsluna hjá strandingum.
Og tað varð gjørt. Tá ið H71
javnaði til 19-19 gekk tað bara
ein veg.
Løtu seinni bleiv støðan
22-19, og tá gjørdist tað eyð
sæð, at leikararnir hjá StÍF
vóru blivnir heldur moyr
ir. Sum sæst á leikaramet
ingunum, so eru nógv fleiri
støðumet til H71, og tað er
tí, at H71 brúkti allar sínar
16 leikarar, meðan StÍF bert
brúkti 10. Tað er blivið sagt
áður, men tað tolir eina
endurtøku, at H71 við sín
um breiða hópi hevur ein
síðsta og avgerandi korterið
í dystinum.
Sveinur
Justinussen
royndi at draga lessið, men
samstundis sum hoyvíking
arnir settu ferð á í álopsspæl
inum tók Ári Dam tær allar
flestu royndirnar hjá StÍF.
Sjey minuttir undan dyst
arloki bleiv støðan 25-20, og
tá var dysturin avgjørdur.
Endaliga úrslitið gjørdist 28-
25 í einum dysti, ið var væl
spældur, men størru útskift
ingarmøguleikarnir hjá H71
gjørdu sítt til, at hoyvíkingar
til mikla frøði fyri sínum
nógvu viðhaldsfólkum er
farið avstað við triðja steypa
sigrinum hjá felagnum.
H71-StÍF 28-25 (14-14)
H71: Jónas G. Djurhuus 7, Hilmar Leon
Jakobsen 7, Peter Krogh 6, Pætur Thomsen
5, Helgi H. Hoydal 3
StÍF: Allan Norðberg 9, Kjartan Johansen
5, Sveinur Justinussen 5, Pætur Johansen
4, Borgar M. Persson 1, Jógvan G. Joensen 1