mánadagur 20. februar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
KYNDILIN
HONGUR Í FLEIRI
STREINGJUM
Tróndur Arge
Kyndil vinnur steypafinaluna hjá
kvinnum 26-21. Í úrslitinum liggja
fleiri faktorar í sigrinum, men eisini
í spælarametingunum sæst greitt,
at Neistain hongur í bara einum
trái, meðan Kyndil hongur í einum
heilum spæli.
Maja Dragoljubovic er vald sum
dagins spælari í finaluni, men hon
er væl stuðlað av Annu Brimnes,
Turið
Arge
Samuelsen,
Bjartu
Johansen, Báru og Súnu Krossteig
Hansen, sum allir í løtum lyfta liðið.
Hjá
Neistanum
er
Marjun
Falkvard Danberg í serflokki, og
heldur teimum bláu í dystinum.
Her var einasti stuðulin Birita
Ingólfsdóttir. Tí helt kyndilin longri
enn neistin.
Grøn og góð finalan
Undan finaluni er spátt, at hetta
kann blíva ein málfátøk finalan
við tveimum sterkum verjum. Tað
sæst longu í fyrstu álopunum, at so
verður ikki. Bæði Neistin og Kyndil
koma til fleiri málmøguleikar.
Afturgangandi fyri finaluna er,
at Kyndil er omaná allan vegin. Tær
fáa fýra av fyrstu fimm málunum,
og fyriuttan fáu sekundini støðan
er 9-9, so hevur Kyndil munin allan
vegin.
Spælararnir hjá Kyndli skiftast
um
at
skjóta
týdningarmiklu
málini, meðan tað gongur verri
hjá Neistanum at fordeila málini
millum spælararnar.
Í hálvleikinum er Kyndil á odda
14-12. Seinasta málið fyri hálvleikin
skorar Anna Brimnes við góðum
skoti úr torførum vinkli. Eitt mál,
sum gevur Kyndli sjálvsálit.
Ongantíð ordiliga spennandi
Í seinna hálvleiki er Kyndil aftur
omaná, men upp til fleiri ferðir
hevur Neistin møguleikan at javna.
Men hvørja ferð Neistin hevur
møguleikan, so taka tær ikki av.
Undantakið er Marjun F. Danbeg,
sum saman við Biritu Ingólfsdóttir
skorar nøkur avgerandi mál, men
tey eru hvørja mál, ið halda lív í
vónini hjá Neistanum, heldur enn
at bjóða Kyndli av. Tað er eisini ein
meinbogi at spælskiparin, Bára
Hansen, ikki fær spælt nakað
serligt, tí hon beklaði í fyrru hálv
finaluni.
Tær grønu hava fleiri streingir
at spæla uppá. Anna Brimnes er
stórskjútti, men verður væl stuðlað
í málskjótingini av Turið Arge
Samuelsen, Báru og Súnu Krosteig
Hansen. Bjarta Johansen er ein
klettur á strikuni, meðan eitt nú
Gurið G. Eystberg skorar í trongari
støðu, tá nógv stendur á.
Ikki ungar og óroydar longur
Anna Brimnes, Turið Arge Sam
uelsen, Guðrið G. Eystberg, Bára
Hansen og Ásleyg Súnadóttir eru
allar partur av einum tíðarskeiði
hjá Kyndli við evnaríkum spæl
arum. Tað hevur bara ikki givið at
býta fyrstu árini í bestu deildini, tí
millum annað Neistin hevur verið
einaráðandi.
Tað blívur til eina greipu í 2014.
Síðani tók Neistin yvir aftur. Nú
hava allar royndir og eru í góðum
hondbóltsaldri. Tað sæst aftur á
avrikinum leygardagin í høllini á
Hálsi.
Tær spældu sum eitt lið og
deildu uppgávurnar væl í millum
sín. Tað vísti seg í longdini at blíva
grundin undir sigrinum. Kyndil
hevur ment eitt hondbóltslið, men
avgerandi lykilin bleiv dagsins
spælari,
Maja
Dragoljubovic
í
málinum. Hon tók í fleiri førum
avgerandi bóltarnar.
Í søguna sum ein
góð finalan
Steypafinalan 2017 fer í søguna
sum ein ferðmikil dystur, har
bæði Kyndil og Neistin fingu loyst
verjurnar upp í mun til aðrar
dystir. Longu frá byrjan var nógv
ferð á dystinum, men tað bleiv ikki
til so nógvar villur, sum vit annars
hava sæð tá ferðin fer upp.
Steypafinalan fer eisini í søguna
sum ein grøn finalan, tí Kyndil
var á odda allan vegin og vann
uppiborið, tá samanumkom.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Súna Krossteig Hansen bjóðar verjuni hjá Neistanum av. Hóast hon er fødd hesumegin aldarskiftið, so smæddist
hon ikki burtur.
Frá fyrsta til seinsta máli var Kyndil á odda. Undantakið var
við støðuni 9-9. Kyndil spældi á fleiri streingjum og tað bleiv
avgerandi fyri steypafinaluna. Fimm spælarar hjá Kyndli spældu
væl, meðan bara ein spælari hjá Neistanum skaraði burturúr
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
KVINNUHONDBÓLTUR
2
FRÍÐA PETERSEN
Hevur mangan verið munurin í stóru
dystunum, men hesa ferð gekk minni væl.
Tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar,
at hon av álvara vísti stórspæl, men tá var
ov seint
2
LILJA MOHR
Fekk bara tað eina málið og kom ikki til
sín rætt í álopsspælinum. Stóð heldur ikki
so stinn í verjustøðu, sum onkuntíð fyrr
4
BIRITA INGOLFSDÓTTIR
Eitt av fáu ljóspunktunum hjá
Neistanum. Skoraði fimm mál og fleiri av
teimum í avgerandi løtum. Tók ábyrgd í
einum dysti, ha fleiri ikki gjørdu tað sama
2
EIR M. BERG
Mundi verða óhepnasti spælarin í
álopsstøðu hjá Neistanum. Fleiri ferðir rakti
hon træverki, heldur enn í málið. Haltaði
eisini í verjustøðu
2
BÁRA HANSEN
Var meir enn ivasom undan dystinum.
Kom eina løtu, men hóast avleveringar vóru
góðar, so megnaði hon ikki at spæla. Varð
saknað í álopsspælinum
5
MARJUN F. DANBERG
Klárt besti spælarin á liðnum hjá
Neistanum. Skoraði fleiri avgerandi mál,
sum hildu Neistan inni í dystinum, men var
ov einsamøll um tað.
2
ÁSA DAM Á NEYSTABØ
Fekk minni burturúr enn vanligt og
megnaði ongantíð at seta sín dám á spælið
og finaluna. Ein av fleiri, ið spældi undir
miðal
2
MARGIT W.
FRÍÐMUNDSDÓTTIR
Kom inn eina løtu í seinna hálvleiki, men
megnaði ikki at bjarga Neistanum inn í
dystin aftur
3
BRYNJA HØY
Stríddist væl og avrikið er góðkent,
men Neistin hevði brúk fyri meir. Hon og
Bjarta Johansen vóru í nógvum tvídystum á
strikuni, men helst hevði Bjarta munin
2
FRÍÐA Á DUNGA
Kom inn í løtum fyri Lilju Mohr, men
hevði tað torført móti Turið A. Samuelsen.
Er ung og evnarík, men tóktist nakað
ávirkað av ringu gongdini hjá Neistanum á
vøllinum
2
JACKLIN DURHUUS
Bleiv brúkt sum jokari, men megnaði
ongantíð at seta sín dám spælið. Hevur
víst lyft spælið til slíkar dystir, men ikki
hesaferð
Venjarin:
2
DANILO GAGLIARDI
Venjarin hjá Neistanum fekk ongantíð
spælið at rigga á sínum liði, sum eisini vardi
verri enn vanligt. Ongar snildir og einki
mótspæl til góðu byrjanina hjá Kyndli
SPÆLARAMETING