mánadagur 20. februar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. februar 2017 · Nr. 22
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neistin-Kyndil 21-26 (12-4)
Neistin: Marjun Danberg 9, Birita Ingolfsdóttir 5, Eir Berg 3, Brynja Høj 2, Lilja
Mohr 1 og Ása Dam á Neystabø 1.
Kyndil: Anna Brimnes 8, Turið Arge Samuelsen 6, Bára Krossteig Hansen 3,
Súna Krossteig Hansen 4, Bjarta Johansen 3 og Guðrið Geirsdóttir Eystberg 2.
KVINNUHONDBÓLTUR
Dagsins spælari:
Skilti ikki hví øll smíltu
Maja Dragoljubovic stóð væl í
málinum hjá Kyndli. Í løtum heilt
væl og dystaravgerandi, meðan
hon eisini hevði eina løtu við
minni góðum spælið. 35 ára gamli
málverjin úr Serbia er fegin um
sigurin, men bleiv bilsin, tá hon
bleiv kosin til besta spælaran í
steypafinaluni.
– Vit spæla væl í dag. Eg skilti
ikki ordiliga tá tað bleiv sagt, at
eg var kosin til dagsins spælara,
men má bara takka spælarunum,
venjarunum og øllum rundan um
felagið fyri hjálpina. Tey eiga øll
lut í hesum, sigur ein glað og errin
Maja Dragoljubovic eftir dystin.
Hon kom til Føroya at spæla
hondbólt fyri hálvum øðrum ári
síðani. Hon hevði lodda dýpið
hjá vinkonunum, Sanju Jevtic í
VB, áðrenn hon kom til Kyndil at
spæla.
– Eg visti áleið hvat eg kom
til, men skilti ikki at øll smíltust
so nógv til mín. Onguntíð fór
eg at ivast um tað var galið
við troyggjuni ella klæðunum
hjá mær. Í Serbia smílast fólk
ikki á sama hátt, fortelur Maja
Dragulobic brosandi frá.
Tað er ikki greitt um serbiski
málverjin heldur fram í før
oyskum hondbólti, men hon er
als ikki avvísandi fyri tí. Hon
hevur spælt á høgum stigi í bæði
Turkalandi og Serbia, har hon
eisini hevur roynt at spælt og
vunnið steypafinalur.
– Tað er sjálvandi øðrvísi at
spæla hondbólt her. Eg havi spælt
yrkishondbólt í bæði Serbia og
Turkalandi, men her eru spæl
ararnir ikki yrkishondbóltsspæl
arar, men mær dámar væl Føroyar
og føroyskan hondbólt, sigur
Maja Dragoljubovic , ið hevur alt
liðið var lykilin til sigurin á
Neistanum.
– Eg haldi at lykilin til sigurin
hjá okkum er eitt gott lið. Vit verja
sum eitt lið og vit leypa á sum eitt
lið, sigur Maja Dragoljubovic.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað kom eitt sindur óvart á fjøldina
í høllini, at kollfirðingarnir og KÍF
spælararnir Rúni Joensen og Fríði
Weyhe vóru møttir upp í grønum
kyndilsbúnum, at stuðla unnu
stunum Turið Arge Samuelsen og
Guðrið G. Eystberg.
Orsøkin
til
kyndilstroyggj
urnar
er
eitt
veddimál,
sum
kollfirðingarnir hava tapt. Undan
steypakappingini avráddu pørini,
at um Kyndil kom í steypafinaluna
– men ikki KÍF – so skuldu sjeikarnir
í
kyndilstroyggjur.
Somuleiðis
skuldu damurnar báðar í reytt, um
KÍF kom í steypafinaluna og ikki
Kyndil.
Lærdómurin er nokk, at konu
fólkini vinna altíð í parlagnum.
Kollfirðingar í grønum
Bjarta O. Johansen tekur móti steypinum saman við toppskjúttanum í dystinum, Annu Brimnes.
5
MAJA DRAGOLJUBOVIC
(DAGSINS SPÆLARI)
Stóð ótrúliga væl meginpartin av finaluni.
Hevði onkrar risabjargingar, men stóð eisini
sum oftast á rætta stað. Hevði ein niðurtúr
í seinna hálvleiki, men kom skjótt burturúr
honum
3
GURÐIÐ G. EYSTBERG
Spældi sum ein av fýra í bakketuni.
Tað riggaði væl, men kom sjáldan í góðar
skotstøður. Fekk tvey mál, har eitt av
teimum var sera týdningarmikið í seinna
hálvleiki
4
BÁRA K. HANSEN
Er voksin við uppgávuni sum
spælskipari. Tað sást aftur á avrikinum
leygardagin. Skoraði trý mál og skipaði
annars spælið væl
3
ÁSLEYG SÚNADÓTTIR
Fekk einki mál og tað lýsti eitt sindur
avrikið í álopsstøðu. Hevði okkurt hopp
inn frá vonginum, men tað bleiv ongantíð
til meiri enn tað. Greiddi sína skyldu í
verjuspælinum
4
BJARTA O. JOHANSEN
Trý mál og eitt ordans avrik í
verjustøðu. Var í hornatøkum við Brynju Høj
allan dystin, og hevði nokk munin
5
ANNA A. BRIMNES
Fær eitt 5-tal serliga fyri síni átta
mál. Okkurt brotskast, men eisini fleiri
týdningarmikil mál. Millum annað málið til
14-12 beint fyri hálvleik lýsti væl avrikið
hjá henni
4
SÚNA K. HANSEN
Djørv og ágrýtin í spælinum. Tað gav
fýra mál og okkurt brotskast í hennara lut.
Valdi onkuntíð skeivu loysnina í spælinum,
men annars yvir eitt gott avrik
5
TURIÐ ARGE SAMUELSEN
Spælir væl á vonginum, har hon er
sterk í verjustøðu og í álopsstøðu. Skorar
bæði upp á skjótálop og inn frá vonginum.
Fær tó eina tápuliga útvísting, sum telur
niður
Venjarin:
5
DANIEL GORDO RIOS
Rakti plett við ferðmiklum spælið í
fyrra hálvleiki, har tað bleiv skift út javnan
á bakketuni. Setti verjuna rætt og fann
mótspæl, tá Neistin nærkaðist
Dómararnir:
E
YÐUN SAMUELSEN OG
THOMAS JUUL S. THOMSEN
Einki at seta fingurin á. Neistakvinnur
kundu kanska hugsað sær onkra harðari
revsing ella okkurt brotskast, men helst
dømdu dómararnir so væl, sum teir kundu.
Leiddu eisini finaluna væl.
SPÆLARAMETING
Fríði Weyhe, Guðrið G. Eystberg, Turið Arge Samuelsen og Rúni Joensen