mánadagur 20. februar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2017 · Nr. 22
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tú dømdi saman við
Thomas Juel Sólbjørnsson
steypafinaluna hjá
kvinnum. Er tað munur á
at døma kvinnur og menn?
– Ja, tað er tað. Kanska ikki í
finalunum, men sum heild er
meiri ferð og styrki í hjá monn
unum.
Er tað nakað serligt at
døma steypafinalurnar?
– Tað er tað so heilt sikkurt.
Verður spælt á altjóða gólvi,
og tað er ótrúliga nógv fokus á
dystirnar, umframt at høllin er
smekkfull.
Tú ert gubbi Báru
Krossteig Hansen hjá
Kyndli – fær hon sersømdir
frá gubbanum?
– Nei, so absolut ikki. Heldur hin
vegin.
Tú hevur havt ein skaða
at dragast við í seinastuni.
Er tað kropsliga krevjandi
at døma á hægsta støði?
– Eg eri so eksplosivur, og tá
hevur man kanska lættari við at
blíva skaddur
Heldur tú, at tað er
strævnari at døma
hondbólt enn fótbólt?
– Fysiskt er tað kanska ikki
strævnari.
Fótbóltsdómararar
renna nógv meiri, men teir skulu
ikki hugsa líka nógv. Vit floyta
nógv oftari, tí tað gongur so ræðu
liga nógv skjótari fyri seg.
Vikan ið fór
Kári Nielsen verður ikki venjari
hjá U21-hondbóltslandsliðnum,
sum skal til HM-endaspælið í
Algeria. Orsøkin er ósemja við
nevndina í HSF um umstøðurnar
hjá føroysku landsliðunum.
Í venjingardysti fyri felag sítt
Randers verður landsliðsleikarin
Brandur Hendriksson Olsen skaddur
í knænum. Kanningar vísa, at
hann hevur slitið krossbandið,
og tað merkir, at skálvíkingurin
ikki spælir aftur fyrr enn í
fyrsta lagi einaferð í heyst.
1. deildarfelagið Giza/Hoyvík
spennir seg út í royndini at flyta
upp í Effodeildina. Fyrst boðar
felagið frá, at sáttmáli er gjørdur við
fyrrverandi landsliðsleikaran Hanus
Thorleifsson, og síðani verður skrivað
undir við tveir danskar leikarar
Heimsins besti fótbóltsdómari,
Mark Clattenburg, gevst sum
dómari í Premier League.
Hann skal ístaðin arbeiða fyri
fótbóltssambandið í Saudi Arabia.
Við 27-21 sigri á StÍF í Klaksvík
fara klaksvíkskvinnur í Stjørnuni
fram um strandakvinnur á
stigatalvuni í Hvonn-kappingini.
Stjørnan hevur annars verið
aftast alt kappingarárið
Nú verður kappróður aftur at síggja
í Leirvík og Gøtu. Fyrr vóru feløgini
LÍF kappróður og GÍ kappróður.
Nú er fyrireikingarnar at seta á
stovn nýtt felagskappróðrarfelag
farnar í gongd.
Jóhan á Plógv Hansen mátti lata
seg skifta út við skaða í Champions
League dystinum móti polska Wisla
Plock um vikuskiftið. Føroyski
vongurin hevur meiðslað sær knæið.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Eyðun Samuelsen
Aldur: 42 ár
Starv: Sølumaður og
hondbóltsdómari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Søguliga FA Cup kappingin í Onglandi bleiv spæld um
vikuskiftið. Ensku meistararnir úr Leicester taptu heldur
óvæntað mót einum liði úr triðbestu deildini. Hvat er
liðið, sum Leicester tapti fyri?
2 Manchester United vann tepran 2-1 sigur á Blackburn
í gjár. Hvør var stjørnan, sum kom av beinkinum inn á
vøllin og skoraði sigursmálið hjá United?
3 Hvørjum skal Manchester United spæla ímóti í
fjórðingsfinaluni?
4 Lincoln úr fimtbestu deildini er fyrsta liðið uttan
fyri tær fýra ensku ligairnar, sum hevur spælt seg
í fjórðingsfinaluna í FA Cup í 103 ár. Lincoln vann
leygardagin á útivølli móti einum liði úr Premier League –
hvørjum?
5 Kyndil vann leygardagin steypafinaluna í
kvinnuhondbólti við sigri á Neistanum. Hvørjum vann
Kyndil á í hálvfinalunum?
6 Hjá monnunum vann H71 á StÍF. Hvussu eitur StÍF-
málverjin, sum í mong ár spældi við H71?
7 Hvør vann steypafinaluna hjá monnum í fjør?
8 Ári Dam, málverji hjá H71, hevur foreldur, sum eru kend
úr føroyskum mentanarlívi – hvørji eru tey?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Millwall
2. Zlatan Ibrahimovic
3. Chelsea
4. Burnley
5. VÍF
6. Levi Nybo
7. H71
8. Birita Mohr og Egi
Dam
MYNDIN HESA VIKUNA
Enska 5. deildarfelagið, Lincoln, er fyrsta liðið uttan fyri ovastu fýra deildirnar, sum hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna í FA Cup, tá
ið teir leygardagin vunnu 1-0 á Burnley úr Premier League