Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. februar2017 · Nr. 22 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Terji Nielsen Badmintonhøllin í Klaksvík var leygardagin karmur um FM fyri lið. 23 lið vóru til­ meldað, og var hetta met. Badminton tekur seg nógv fram kring landið, og hetta sást eisini aftur á úrslitunum í liðkappingini, har Havnar Badmintonfelag ikki vann eins nógv, sum felagið vanliga plagar at gera. Kappingin gekk sera væl, og vóru fyrireikararnir væl nøgdir. Lagt var til brots longu tíðliga á morgni, og hildið var á til seint seinna­ partin, tá ið seinastu heiðurs­ merkini vóru handað. Tá vóru ikki færri enn 205 dystir leiktir. Klummuskrivarin í dag hevur av givnum orsokum ikki upplivað steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í hondbólti sum áskoðari. Ístaðin hevur ein verið studiovertur og tøkningur hjá Rás2, og hevur ein kunnað notið livandi frásagnirnar hjá Tróndi Arge og Hilmari Jan Hansen, sum hava verið reint oyraguff sum uppliving. Ígjár fekk undirritaði tó høvið at fara niðan og uppliva ein part av teimum yngru steypafinalunum, tí onkur í nærmastu familjuni skuldi spæla steypafinalu. Eg var í góðari trúgv, at tað fór uttan iva at verða lætt at finna eitt parkeringspláss, tí talan var jú um eina steypafinalu fyri yngri lið, men har var eg lumpaður, og bilurin mátti parkerast hampuliga langt burtur frá itróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tá eg kom innar í høllini var eg jaliga yvirraskaður uppá allar mátar. Flottar rammur skaptar av HSF og sponsorinum, Faxe Kondi. Góður hallarvarpari, og áskoðarar og fjepparar í hópatali til finalurnar hjá teimum yngru. Tað var ikki meir enn ein fann eitt gott áskoðarapláss, og stuttligt var at síggja, at tey ungu sluppu at spæla á tí tiltikna gula hondbóltsgólvinum. Hollir og seriøsir dómarar dømdu, og stemningurin og stuðulin var framúr í løtum. Eisini flott av sponsorinum at bera so í bandi, at hvør einasti spælari fekk eina áminning frá Faxe Kondi fyri at hava tikið lut í einari steypafinalu. Familjan mátti leggja rygg til eitt rættiliga greitt tap í steypafinaluni vit høvdu sæð fram til at uppliva. Men unga gentan var kortini fegin, tí hon hevði havt eina góða uppliving, hevði fingið silvurheiðursmerki, og hartil ein Faxe Kondi ryggsekk, sum áminning. Yngru steypafinalurnar eru mennandi og gevandi fyri tey ungu, og tær motivera tey ungu til at stríðast fyri at vinna seg í eina steypafinalu. So stórt rós til HSF og Faxe Kondi fyri átakið. Og so líka eitt sindur av rísi. Stroymingin má bøtast til komandi ár, tí har vóru alt ov nógvar deyðar løtur. Við virðing fyri teimum inntøkunum steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum geva, so hevði tað púra víst tænt hondbóltinum og trygdini betur, um áskoðarahámarkið var sett nakað lægri enn til steypafinalurnar hesaferð. Men vónandi gerast umstøðurnar í høllini á Hálsi størri og betri enn tær eru nú. Góða eydnu við tí Tórshavnar kommuna. Tað forpliktar eisini at verða vertsbýur fyri tveimum stórum veitsludøgum, sum steypafinalurnar jú eru. herisimonsen@gmail.com At halda teimum ungu til FYRSTU FØROYAMEISTARARNIR Í BADMINTON FUNNIR Heiðursmerkini blivu deild soleiðis: U11 Gull og Føroyameistari KBF Silvur ÍF Bronsu HBF U13 Gull og Føroyameistari KBF Silvur HBF Bronsu KBF U15 Gull og Føroyameistari HBF1 Silvur HBF2 Bronsu ÍF ñ U17/19 Gull og Føroyameistari KBF Silvur HBF Bronsu MBF/ÍF Ikki færri enn 23 lið tóku lut í FM-kappingini fyri lið hjá ungu badmintonleikarunum um vikuskiftið.