mánadagur 20. februar 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í februarmánaði í 1986 fór fram í Hvalba ein ótrúlig hending, ið loypti skelk á alla bygdina,
tá menn, ið høvdu ruddað eftir tunnugildið, koyrdu avfallið vestur á Norðbergseiði
Sorgarljóð vóru vend til gleðiróm:
1986: Fall 40 metrar
av Norðbergseiði
uttan at fáa mein
E
inir fýra mans vóru við í bilinum,
teirra millum var 21 ára gamli
Ingi Mortensen. hetta var um
midnáttina, tað var bølamyrkur og
kalt. Ingi sat inni í bilinum, meðan
hinir tveittu ruskið útav. Men Ingi helt,
at hetta tók ov langa tíð, so hann fór
út at hyggja.
Hann tekur ein posa og skal tveita
hann útav, men hann missir ótafestið
og fer sama veg sum posin.
– Tað einasta, meg minnist, er at
eg gjørdist frá mær sjálvum og royndi
at fáa fatur í okkurt, men har var einki
at taka í. Síðani misti eg skilið, tí fallið
var so høgt. Eg havi seinni mált tað.
Tað eru fjøruti metrar niður á helluna.
Eg vist so ikki til mín aftur, fyrr enn
eg sá ljós oman fyri meg. Tá sat eg á
einari takplátu, sum lá oman á einum
dunga av seyðgatøðum, ið onkur
hevði koyrt útav fyrr um dagin. Tá ið
eg eri komin niður á plátuna, hevur
hon likasum fjaðrað undir mær. Eg sat
fastur í plátuni, men fekk sjálvur gjørt
meg leysan, sigur Ingi Mortensen og
heldur fram:
– Í fyrstani, meðan eg sat har,
var eg ikki so klárur í høvdinum, men
skjótt gjørdist eg greiður yvir, hvat
hent var, og hvar eg var staddur.
Men tað var kalt. Eg festi mær í eina
sigarett, men tað gekk ikki, tí annað
lungað var punktrað, eg fór at hosta
og mundi kvalst. Eg sá, at fólk tókust
við okkurt í erva. Teir høvdu sett upp
ljós, sum lýtsu niður. Men eg var illa
fyri, tí tað gekk hálvurannar tími frá tí,
at eg datt, til eg var komin uppaftur.
Men Bjargingarfelagið gjørdi eitt
gott arbeiði, hóast tað ikki vóru tey
nógvu amboðini tá.
–Sjúrður var fyrsti maður, ið var
sigin niður. Tá hann var komin hálvan
veg rópti eg:
– Fáið meg upp hiðani!
Men hann svaraði aftur:
– Nei, fáið meg niður.
Hann helt, at rópini komu úr erva,
tí eingin var at rópa í neðra.
Tá ið hann so kom niður, fór eg
ímóti honum. Tá gjrødist hann av røtt
um skakkur og helt fyri:
– Nú kom eg at vita, hvussu nógvar
posar eg skuldi brúka at samla leivd
irnar av tær uppí, segði hann.
So fór hann uppaftur eftir eini
børu, men tað var leingi at bíða – og
sum sagt var kalt. Men umsíðir komu
teir so niður, Sjúrður og Allan, við ein
ari børu.
– Tað man hava verið panikkur í
erva, tí har var rættiliga nógv fólk
komið saman. Vit vóru so allir, hvør
í sínari línu, hálaðir upp. Teir høvdu í
myrkrinum bundið meg fastan niður á
børuna, tó tað visti eg ikki av, greiðir
Ingi Mortensen frá.
– Einaferð kom børan føst í okkurt,
tá hugsaði eg, at niðuraftur skal eg
ikki, krøkti meg tí fastan í reimarnar
um børuna.
Eg má hava hildið nakað fast um
tær, tí læknin mundi ikki fingið tær
leysar aftur, tá ið eg om inn í sjúkra
bilin.
– Men ikki kann sigast, at skaðin
var stórur eftir eitt fjørtuti metra høgt
fall: Annað lungað var punkterað, og
trý riv brotin ella brákað.
Til alla lukku var kyrt, tá ið óhappið
hendi – um midnáttarleitið. Men
klokkan fimm um morgunin var ein
maður har vesturi. Tá hevði brimið
ruddað alla helluna.
Heima í bygdini var róp komið í, tí
Ingi var omandottin: Sjálvsagt vænt
aði eingin, at hann var komin livandi
frá fallinum. Mett varð, at hann ikki
longur var á lívi.
Ingi sigur víðari:
– Mamma mín fekk so eisini at vita,
at eg var farin út av Norðbergseiði og
deyður. Tað var ein ræðulig støða hjá
teimum har heima. Men tá ið eg var
komin uppaftur – og livdi, fer annar
læknin í skundi heim til mammu. Hon
gekk á gólvinum og mól um seg sjálva
– so púra fyri ongum.
Læknin kemur inn og sigur:
– Signhild, lat teg í ein jakka og
kom við suður á Tvøroyri. Soni tínum
bagir ikki tað nógva, støðan er hampi
liga góð.
Men hesum trúði hon ikki, fyrr enn
hon sá tað.
– Eg var tá farin suður á Tvøroyri
við sjúkrabiluinum, meðan mamma
kom við læknabilinum.
– Eg visti ikki, at mamma hevði
fingið at vitað um tilburðin. Eisini var
eg doyvdur, tá ið hon kom, tí eg skuldi
hava dren inn í meg, men glað hevur
hon verið, tað er eingi invi um tað.
Hendingin bar í sær, at mong tiltøk
vórðu avlýst. Bæði dansurin, sum vera
skuldi í Sandvík og á Tvøroyri føstu
lávintsmánakvøld, vórðu av ongum.
Ingi var fótbótlsleikari hjá Royn.
Hann var tríggjar dagar á sjúkrahús
Ingi vitjar aftur staðið, har vanlukkan hendi