Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017A 5 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ inum, og tað gingu bara fjúrtan dagar fra tí, at hann datt oman, til hann var frískur aftur. Stutt eftir hendingina, tá ið fót­ bóltsárið byrjaði, var Ingi við aftur á liðnum uttan at kenna nakað til tað fjøruti metra høga fallið, honum hevði verið fyri. Har sást ikki høgg á føti. Hann skeyt eisini fyrsta málið fyri Royn í landskappingini hetta árið, og tað hevði eingin roknað við, tí tað kvøldið, hann var farin útav, søgdu nógvir hvalbingar. – Ja nú er Ingi farin, og nú hava vit ongan at skjóta mál fyri Royn. Í brotinum í bókini Skakandi til­ burðir er eisini prát við menninar, sum vóru við Inga Mortensen á Hval­ biareiða hesa náttina – og søgan um fallið hjá Inga endar soleiðis: – Tað er orsøk til at undrast á tað, ið hendi hesa náttina í Hvalba. Tað tóktist, eins og var alt lagt soleiðis til rættis, at vit skuldu ikki missa Inga. Fyrst hevur onkur verið og koyrt seyðatøð útav. Síðani hevur ein annar tveitt takplátur oman á tøðini. – Tað var dýrd í sjónum. – Tað eru fjøruti metrar niður á helluna. – Tað var vetrardagur. – Tað var hølamyrkur. Og alt hetta fellur saman, tí fimm tímar seinni var brim, og alt, sum lá á helluni, skolaði í havið. Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir«, 2006, sum fæst í bókahandlum kring landið. Tað eru 40 metrar niður á helluna, har Ingi fór útav Mynd: Janus D. Guttesen