mánadagur 20. februar 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Heimsins
mest seldi
hvílistólur
E
itt heilt nýtt slag av stólum
kemur nú á føroyska marknaðin.
Talan er um teir amerikansku
Lazboy (úttalast lazyboy) , ið eru teir
best umtóktu stólarnir í heimlandinum
USA. Tað er Ide Møblar sum selur hes
ar stólar í Føroyum.
Hóast hesir stólar eru heimsins mestu
seldu hvílistólar, er tað fyrst nú at
verulig gond er komin á søluna her
um okkara leiðir.
Fleiri kenna ivaleyst hesar stóru flottu
lenistólarnar við innbygdum fót
skamli frá t.d. amerikansku sjónvarps
sendirøðini »Friends«, har vinirnar
Jey og Chandler sita í hesum stólum
framman fyri sjónvarpið og hugna
sær.
Lazboy er heimsins næststørsti fram
leiðari av møblum og eru nógv seldir
bæði í USA og í nógvum av heimsins
londum. Lazeboy stólarnir eru ein
sameining av hugna og komforti.
Hetta hevur stóran týdning hjá fólki,
sum hava nógv um at vera í tí dagliga.
Slagorðið hjá Lazboy er: »Liv líðið
við komfort«. Lazeboy gevur 10 ára
garanti upp á allar sínar lenistólar
– Stólarnir eru til bæði ung og
gomul og kunnu stillast inn upp á
meira enn 30 ymiskar mátar alt eftir
sum tørvurin er hjá tí einstaka. Lazboy
er til allar aldursbólkar.
– Styrkin hjá Lazboy er komforturin og
kvaliteturin. Danir hava tikið sera væl
ímóti hesum stólum, og rokni eg við,
at vit í Føroyum fara at gera tað sama,
tá tað gongur upp fyri okkum, hvat
tað vil siga veruliga at sita væl, sigur
Birgir Andreasen stjóri í Ide Møblum.
Joachim Jessen sølustjóri hjá Lazboy í
Danmark var og vitjaði hjá Ide Møblum
í seinastu viku. Hann sigur, at tað var
stuttligt at síggja stóra áhugan fyri
Lazboy í Føroyum.
Joachim Jessen, sølustjóri hjá Lazboy í Danmark, og Elsebeth Andreasen stjóri í Ide Møblum